Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-05-31, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 31. mai 2016síða 6

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 1. juni 2016 · Nr. 61 6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 HEILSA Vilmund Jacobsen Longst burtur frá hjartanum, eru føturnar, sum kunnu gerast hart raktar, um blóð ikki sleppur at streyma ótarn­að gjøgnum æðrarnar. Men, hvussu veitst tú, um føtur ella bein líða undir æðra­kálking? Hetta er nakað, sum lækn­ in kann hjálpa tær við at fáa greiði á, eitt nú við at máta puls, blóðtrýst og hita í fót­ um og øklum. Tá beinini hovna Tú kanst eisini sjálv/-ur leggja trupulleikan til merkis við at staðfesta broytingar. Fært tú ilt í beinini, tá tú gongur, kann hetta vera tekin um, at ov lítið av blóði kemur til vøddarnar í bein­ unum. Æðrakálking kann gera húðina turra, tunna, glansuta og kalda, og naglirnar kunnu gerast tjúkkar. Beinini kunnu hovna, og sár vilja treyð­ugt lekjast. Ert tú málrættað/-ur, kanst tú lutvíst sjálv/-ur gera nakað fyri at linna pínu og byrgja upp fyri, at blóð­ renslið versnar. Roykir tú, kanst tú betra um tína støðu við at leggja av at roykja. Tú kanst eisini ganga í 30 minuttir hvønn dag við stytri steðgi, um tú fært ilt í beinini, og tú kanst eta heilsugott. Æðrakáling kemur, um tú roykir, hevur diabetes, høgt blóð­trýst, høgt kolesterol – ella tú hevur ein veikan nýra­virknað. Eitt vakið eyga Tað er skilagott hvønn dag at ansa eftir, at tínar føtur ikki gerast fongdar við ígerðum ella sárum, og tað er eisini skila­gott at smyrja bein og føt­ur við góðari salvu, so­ leið­is at húðin heldur sær elast­isk. Tú kanst eisini leita tær hjálp hjá fótterapeuti, um tú fært ilt í føturnar, tá tú gongur. Æðrakálking kann nevn­ iliga minka um feitt­vevnaðin undir fótunum, og tá verða føturnar minni polstraðar og meira sárbarar. Góð skógva­ inn­legg, sum taka ímóti stoyti, kunnu erstatta vant­ andi feittvevnaðin. Fært tú sár á bein ella føtur, eigur tú skjótast gjør­ ligt at søkja tær læknahjálp. Er blóðrenslið veikt, gerast lekievnini verri, og í ringasta føri kunnu sár enda við av­ tøku av kropslimi. Tað er tí týdn­ingarmikið, at tú verð­ur kannað/-ur av lækna, tá slík­ ir trupulleikar eru, so­leið­is at tú fært ta viðger, sum passar til tín tørv. Kelda: www.helse.dk Føturnar skulu røkjast Hovin bein og føtur Hovin bein (ødem) er ein rættiliga vanlig støða, sum kann hava nógvar ymiskar orsøkir Tá annað beinið hovnar, er talan gjarna um eina støðu ella sjúku í hovnaða bein­inum. Eru bæði beinini hovin, er talan oftast um sjúku aðrastaðni í kropp­ inum. Hovin bein er ein van­ lig orsøk til, at fólk søkja lækna, og óttin er ofta hjarta­sjúka ella blóð­ tøppur. Tíbetur er tað tó oftast ikki so galið. Men, hvat er tað so, sum hendir, tá beinini hovna? Jú, tað er væta/ vatn frá blóð­æðrum ella lymfum, sum treingja ígjøgnum æðra­veggir og savna seg und­ir húðini. Meira kann lesast um hovin bein/ føtur á ymisk­ um heimasíðum, eitt nú www.helse.dk og www. sundhed.dk vilmund@sosialurin.fo Ert tú fongd/-ur við æðrakálking ella vánaligum blóðrensli í beinunum, kann húðin á beinunum og naglirnir á fótunum avdúka hetta Tað er skilagott hvønn dag at ansa eftir, at tínar føtur ikki gerast fongdar við ígerðum ella sárum. Fært tú sár á bein ella føtur, eigur tú skjótast gjørligt at søkja tær læknahjálp Fakta Tekin um æðrakálking...  • Pína í beinum og fóti tá tú gongur • Turr, glansut, tunn og køld húð • Sár, sum ikki lekjast • Reydligur fótur, tá hann hongur niður • Hovin bein og føtur • Køld ella veik bein • Hármissur á bein og fóti • Tjúkri naglir á táum