týsdagur 31. mai 2016síða 14
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 1. juni 2016 · Nr. 62
14
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Osla var dóttir Nicolinu og Magnus
Husgaard. Hon var elst av 7 systkj
um. Osla vaks upp hjá ommu og
abba sínum í Uppsølum. Tey vóru
nógv fólk í húsi.
Tá ið mostir hennara, Hanna og
maðurin, Mikkjal, fluttu í húsini
í 1943, vildi Osla sleppa oman við
Hannu-mostir, og omman, Sigga
Maria, flutti eisini oman á Vágs
heyg. Ikki vóru húsini stór, og
Hanna átti 3 smábørn tá, men væl
bar til.
Tá ið Osla var konfirmerað, fór
hon at arbeiða fisk á Kósini eina tíð.
Á ungum aldri funnu Osla og
Sámal Haldur saman. Haldur var
sonur Elspu og Karl í Ánunum.
Osla var ung, tá ið hon fekk
fyrsta barnið, Sigbrand, sum eitur
eftir langommuni, Siggu Mariu.
Haldur og Osla vórðu vígd í
prestagarðinum hin 13. december í
1953. Tá fóru tey inn í nýggj hús á
Vágsheygnum, sum Karl í Ánunum
bygdi.
Tey bæði fingu 9 børn – 8 dreing
ir og 1 gentu. Tey áttu 17 ommu-
og abbabørn, 22 langommu- og
langabbabørn og 1 oldurommu- og
oldurabbabarn.
Seinnu árini fór heilsan at bila
hjá Halduri, og tað var mangan
strævið hjá Oslu, sum tók sær av
honum.
Yngsti sonurin búði inni hjá
teimum, og Osla fekk nógva hjálp
frá honum.
Eftir at Haldur fór, fyri umleið
2 árum síðani, byrjaði Osla at
»skranta« sjálv og kom ongantíð
fyri seg aftur.
Vit báðar vóru systkinabørn,
vuksu upp saman og vóru grannar,
og eg royndi alt, hvat eg orkaði,
at hjúkla um hana, og Osla var
takksom fyri tað hjálp, sum eg ve
itti henni.
Saknurin er stórur hjá mær, nú
Osla ikki er meira, men stórstur er
saknurin hjá soninum, Guðlaug
(Gulla), sum var nógv um mammu
sína og hjá ommusoninum, Jákupi,
sum vaks upp hjá ommu síni.
Jákup segði ein dagin: “Nú er
eingin at baka pannukøkur til okk
um, nú omma er deyð”.
Av tí at eg eri sjónveik, plagdi
Osla at lesa ymiskt úr bløðunum
fyri mær. Hon las minningarorð
um Sigrun Juul Samuelsen, sum
doyði í oktober. Tær báðar kon
firmeraðust í senn. Tá sigur Osla
við meg, at nú eru ikki nógvir kon
firmantar eftir av teimum, sum hon
konfirmeraðist saman við, og Osla
varð so hin næsta, ið fór, og tað var
í februar.
Tá ið vit báðar vóru saman,
plagdi eg at taka eitt mannakorn,
og so blaðaði Osla í Bíbliuni og las
fyri okkum báðum.
Osla og eg høvdu mangar, góðar
løtur saman og hugnaðu okkum
um kvøldarnar. Osla var so fitt
og hugnalig at vera saman við, og
skjót var hon til látur. Onkuntíð
bakaði hon pannukøkur, tá ið eg
kom, og tað dámdi Jákupi, tá ið
omma orkaði at baka pannukøkur.
Mangar ógloymandi løtur høvdu
vit í álvara og gaman.
Tøkk til Marjuna Lómaklett,
prest, fyri, at hon vildi koma á
sjúkrahúsið nakrar dagar, áðrenn
Osla doyði, og hava eina góða
bønarløtu, har hon eisini lýsti
vælsignilsi yvir Oslu, og vit sungu
sálmarnar: Nærri mín Gud til tín og
Skriv dig Jesus på mit hjerte.
Ærað verði minnið um Haldur
og Oslu.
Amalia
NØVN
Sigurði Petersen til minnis
19. oktober í fjør andaðist Sigurð
Petersen í Sandavági, 90 ára gamal.
Sigurð varð føddur 18. juni í 1925.
Hann var sonur Petur Elias og
Biritu Petersen á Steig. Tey áttu
seks børn, Sigurð varð triðiyngstur.
Sigurð giftist við Mariu, dóttur
Elsbu og Sigurd Nordendal í Sanda
vági. Tey bygdu sær prýðilig hús
Norðuri á Steigartrøðni. Saman
við manni úr Vestmanna laðaði
hann garð rundan um stykkið, og
hann gróðursetti plantur og trø.
Steigarmyllan er á stykkinum hjá
teimum. Hon var niðurfallin, men
hana gjørdi hann aftur í góðan
stand, so at hon er eitt satt prýði.
Maria var Sigurði góður stuð
ul bæði sum húsmóðir og í skúla
arbeiðinum.
Tey fingu dóttrina, Biritu, sum
er gift við Tórfinni Simonsen úr
Hoyvík. Tey eru eisini búsett á
Steigartrøðni.
Børn teirra eru Sigurð, Jonn Rói
og Ranja. Dóttir Tórfinn, Maibritt,
hevur verið nógv hjá teimum.
Sigurð hevur altíð havt góðan
hug at vera úti í náttúruni. Sum
lítil smádrongur fór hann at ganga
yvir á Oknadal við pápa sínum, sum
var hagamaður har. Annars hjálpti
hann til í haganum, brøðurnir vóru
eisini hagamenn. Ludvig røktaði
nøkur fá ár, Niels Marius og Heini
røktaðu í mong ár.
Sum flestu dreingir fór Sigurð,
tá ið hann var 14 ára gamal, at ganga
á fjall fyri mann. Hann mundi
ganga á fjall í flestum hagapørtum
í bygdini.
Tá ið hann var smádrongur og
ungur arbeiddi hann í fiski hjá
Zachariasi. Í krígnum arbeiddi
hann hjá eingilskmonnunum, tá
hevur hann verið 17 - 18 ára gamal.
Annars hevði hann avbera góð
an hug til bóndaarbeiði. Sumrini
1945 og 1946 var hann á bóndagarði
á Borgarfirði í Íslandi. Har dámdi
honum ógvuliga væl. Hann tosaði
ofta um ta tíðina, hann var í Íslandi.
Har lærdi hann íslendskt, og tað
tosaði hann raðið. Tá vórðu sterk
vinabond knýtt.
Eisini seinni, tá ið vinasamband
og samskifti kom í lag millum
Sandavág og Neskaupstað. Tá ið
ítróttaungdómurin úr Neskaup-
staði kom higar at vitja, skipaði
Sigurð fyri saman fyri øðrum.
Hann var altíð ferðaleiðari, tá ið
ítróttaungdómurin hiðan fór til
Neskaupstaðar.
Í 1946, eftir tað at hann hevði
verið í Íslandi, fór hann á Føroya
Læraraskúla og tók prógv í 1950.
Var tímalærari 1950-51 í Real
skúlanum í Havn. Á ársskeiði á
Danmarkar læraraháskúla 1951-52.
Var vikarur í Sandavági 1952-53
og sama árið settur fyrstilærari.
Hann legði sær ógvuliga nær við
skúlans arbeiði. Hann vildi leggja
gott niður í børnini og geva teimum
góðan kunnleika. Sigurð var góður
lærari. Ungdómurin gekk eisini í
kvøldskúla hjá honum.
Í 1961 gjørdist hann skúlastjóri
í Miðvágs – Sandavágs skúla. Lær
arar og næmingar høvdu virðing
fyri honum. Í 1965 var hann
tríggjar mánaðir á skeiði á DLH
og á ársskeiði í 1974-75 og 1984-85.
Skeiðini vóru í støddfrøði, søgu,
landalæru og sálarfrøði. Hann fór
úr starvi í 1992 við eftirløn.
Sigurð var ógvuliga áhugaður í
ítrótti – róði kapp bæði við Lofta
bátinum og Sandavágs-bátinum,
sum varð smíðaður í 1955. Petur
Elias og Niels Marius smíðaðu
hann, Ørnina smíðaðu teir eisini.
Tað gekst hesum báðum bátum
fram úr væl.
Handbólturin hevði hansara
stóra áhuga. Um várið í 1953 gjørdi
SÍF eitt satt ítróttaligt bragd, við
tað at hetta var fyrstu ferð, at
spælt varð við mansliði. Sigurð
var venjari, og hann spældi eisini
saman við teimum. Eisini var hann
venjari hjá kvinnunum.
Væl gekst, fleiri ferðir vóru
mans- og kvinnuliðini føroya
meistarar. Nógv varð farið um
firðir og sund at spæla. Hann var
nevndarlimur í SÍF eini 55 ár, nøkur
fá ár var hann formaður. Sigurð
lærdi eisini ungdómin fimleik t.d. í
Losjuni. Í skúlanum var hann eisini
fimleikalærari.
Sigurð hevði skaldagávur. Mang
an sangin hevur hann yrkt til brúd
leyp, føðingardagar, fermingar og
veitslur.
Sigurð var eisini hugaður í
kirkjuligum arbeiði. Trúgvur sat
hann í kirkjustólinum, tá ið kirkju
klokkan hevði kallað. Fleiri ár var
hann limur í kirkjuráðnum og var
eisini deknur.
Mong ár var hann limur í
náttúru- friðingarnevndini í Vág
um.
Sigurðs partur lá ongantíð eftir
á Oknadali. Lættur var hann á sær,
legði sær ógvuliga nær í rakstri.
Djarvur var, hann hevði altíð ódn
Úti í Skorum. Har var mangan
stravið. Meg minnist, tá ið farið
varð uppgongu, var hann altíð
uppi í teimum fyrstu. Í arbeiðinum
á rættini loyvdi hann sær ongantíð,
tók altíð tyngsta takið. Tá ið
haftseyðurin varð rikin heim um
heystið, var hann altíð á halanum,
har stravnast var, tí at ofta vóru
lomb og ær, sum ikki vildu ganga.
Har hoyrdu vit hann rópa hoy hoy¸
hoy at fáa gongd á, tá ið steðgur
kom í.
Hann slapp ikki altíð frá skúlan
um á fjall, men ofta fór hann eftir
skúlatíð ímóti gonguni av Oknadali.
So góðan hug hevði Sigurð at
fáast við seyð og fjallgongu, at á
gamalsaldri fór hann at sleppa seyð
í Vestaruskor saman við teimum
ungu, teir vóru fegnir at hava hann
við, hann visti frá mongum at siga.
Vit minnast væl frálíku sending
arnar í útvarpi og sjóvarpi, hvussu
væl hann dugdi at málbera seg.
Sigurð var seinastu ferð á fjalli
á Oknadali 85 ára gamal. Eingin
maður í bygdini hevur gingið so
leingi á fjall.
Nú er Sigurð fluttur um sýn.
Bjørt standa minnini um virknan
mann. Hvíl í friði.
Heini F. Petersen
Karin Djurhuus sjeyti
Karin er fødd 30. mai 1946 á Nesi í
Suðuroy, elsta dóttir teirra HPD,
skipsverkfrøðing
av
Nesi
og
Elly av Dam-fólkunum í Havn.
Familjan flutti og bydgi í Vági,
har pápin var bedingsmeistari, til
hann gjørdist skipsinspektørur
í Skipaeftirlitinum, og tey fluttu
til Havnar og búsettust í Eystur
býnum har. Systkini blivu Jens
Christian, Karin, Lis og Eyðvør.
Karin er gløgg og fór aftaná
studentaskúlan niður at lesa til
trímálsligan
korrespodent
og
fór á hagani á danska Uttan-og
Marknaðarministeriið at vera
skrivari hjá Einari Kallsberg, hetta
tíðarskeiðið, tá EEC-spurningurin
og marknaðurin í tí sambandi var
í hæddini. Seinri, umleið 1972,
gjørdist Einar skrivstovustjóri í
Tinganesi og gjørdi ikki matari
enn at taka Karina við sær at vera
skrivari hjá sær og Atla Dam, løg
manni.
Tað var Karini eitt gott og
spennandi tíðarskeið, men tá sjón
varpið í áttatiárunum varð sett á
stovn, lokkaði tann kveikjandi og
fólkakæri Finnbogi Isaksen, fyrr
verandi landstýrismaður, Karina
niðan hagar at týða úr fremm
andum málum og m.a. gera barna
sendingar.
Og har hevur hon so eisini
trivist væl og verið yvir 25 ár,
nú hon fyrr í summar varð pen
sionerað og straks fór niður at
ommast, sum henni altíð, altíð
ábyrgdarfull, hevur dámað væl.
Í teimum lystiligu sekstiárun
um niðuri hitti hon so Eyðun
Joensen, sálarfrøðing. Tey bæði
hildu so varandi saman, giftust í
1973 og bygdu í 1978 uppi á Ternu
ryggi í Havn. Tey fingu børnini
Rúna í 1977 og Elina í 1981. Gamaní
eru Karin og Eyðun rættuliga
ymisk bæði í sinni og skinn, tó
rímuliga væl hevur higartil riggað
teirra ímillum. Tað, sum Eyðun
hvørki tímur, dugir ella vil, tímir,
dugir og vil Karin – og øvugt.
Sonurin Rúni býr og starv
ast innan oljuvinnuna í arab
aralondum og eigur saman við
skotsku Rachel tríggjar smágent
ur. Elin er phd. Lesandi í Keyp
mannahavn og eigur saman við
Bjarna úr Havn tríggjar smá
dreingir. Øll hesi smáu ommu
børnini krevja sjálvsagt, sam
stundis sum Karin altíð spøk og
tolin hevur gott tak á slíkum, og
altíð setir seg sjálva til síðis fyri at
fjálga og hugna um tey smáu og
foreldur teirra.
Karin er sera trúføst og hevur
m.a. verið í sama bindiklubba frá
studentaskúlatíðini í yvir fimti
ár, og blómar bindiklubburin enn
sum ongantíð, hóast onkrar eru
deyðar burturav.
Karin er lítillátin og familju
kær, ikki heima føðinardagin,
men ommast niðuri og ætlar sær
at savna saman mann, børn og
ommubørn niðuri seinri í summ
ar.
Hjartaliga tillukku við teimum
sjeyti árunum elskaða kona,
mamma og omma – og alt tað
besta ynskja vit øll.
Maður, børn, verbørn og
ommubørn
Minningarorð um
systkinabarnið
Oslu Eriksen Johansen
í Klaksvík