Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-05-31, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 31. mai 2016síða 16

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 1. juni 2016 · Nr. 61 16 Sosialurin Fylla býin við tónleiki Ikki færri enn 29 konsertir vera í Havnini mentanarnáttina, og spennir stílurin um alt frá klassiskum tónleiki og kórsangi til rokk og tungmálm Føroya Klarinettorkestur byrjar ballið í Posthúskjallaranum, sam­ stundis sum Anna Hüdepohl og Angelika Nielsen hava fyrru av sínum báðum heimakonsertum. Klassiski tónleikurin fær nógv rúm og seinni um kvøldið spælir ein fagottkvartett á Káta Horninum, áðrenn Havnarkórið, Morgunkórið og Glymur hava konsertir í býnum. Barst tær undan at fara til final­ una í Sement, er høvi at hoyra flesu av luttakarunum uttan fyri Margarin­fabrikkini fríggjakvøldið. Fyrstur á pall er Rói Ólavsson, sum vann Talent 2016 kappingina og síð­ ani koma luttakararnir frá Sement. Eisini tungmálmsbólkurin Iron Lungs sleppur á pall, men hesa út móti nátt, sum kanska hóskar stíl­ inum betur. Fleiri av stóru tónleika­nøvn­ unum fara eisini á pall. Marius, Guðrun Sólja og Uni Debess spæla klokkan 19 og Lív Næs og Tróndur Enni klokkan 21. Tórshavnar Big Band spælir tón­ leikin hjá Frank Sinatra í Norður­ landahúsinum klokkan 21 og Lena Anderssen hevur konsert í Simme Musikkhús klokkan 21.30. Klokkan 21.30 verður føroyskur dansur á Káta Horninum, áðrenn Yggdrasil hevur útgávukonsert sama stað klokkan 22.30. 18.30 Føroya Klarinettorkestur í Posthúskjallaranum. 18.30 Anna Hüdepohl og Angelika Nielsen spæla HEIMAkonsert í Magnus Heinasonargøtu 22. 19.00 Hans Marius Ziska, Guðrun Sólja Jacobsen, Uni Reinert Debess, Kaj Johannesen, Hildibjartur Hansen og Arnold Ludvig í Tórshavnar Kvølds-, ungdóms- og listaskúla í M. A. Winthersgøtu. 19.00 Rói Ólavsson, vinnari av Talent 2016 við Margarinfabrikkina. 19.15 KATA í BankNordik 19.30 Konserta við Margarinfabrikkina 19.30 Anna Hüdepohl og Angelika Nielsen spæla HEIMAkonsert í Magnus Heinasonargøtu 22. 19.30 Fagotkvartett úr Tórshavnar musikkskúla á Káta Horninum 20.00 Havnarkórið undir leiðslu av Leif Hansen í Havnar kirkju 20.00 Tórfríð Tavsen í Hennara á Áarvegnum 20.00 Marius í BankNordik 20.00 BbiW við Margarinfabrikkina 20.00 Jákup á Lakjuni í H.N. Jacobsens bókahandli 20.30 Benjamin Rajani við Margarinfabrikkina 20.45 Kórið Glymur undir leiðslu av Benjamini Gaasedal í Bojsensgarði. 21.00 Stauffer guitar duo, Bo Isholm og Ragnar Olsen í Havnar kirkju 21.00 Lív Næs og Tróndur Enni í Soul Made í Tróndargøtu 21.00 Havnarkórið undir leiðslu av Leif Hansen á Trappuni í Vágsbotni 21.00 Kingobólkurin úr Tjørnuvík í Listasavni Føroya. 21.00 Lea Kampmann við Margarinfabrikkina 21.00 Tórshavnar Big Band fagnar Frank Sinatra í Norðurlandahúsinum 21.00 Sangløta í Ebenezer 21.30 Lena Anderssen í Simme Musikkhús 21.30 Yóhanna við Margarinfabrikkina 21.30 Føroyskur dansur við Dansifelagnum í Havn á Káta Horninum 22.00 Morgunkórið undir leiðslu av Sigrið Sivertsen á trappuni í Vágsbotni 22.00 Iron Lungs við Margarinfabrikkina 22.30 Útgávukonsert við Yggdrasil á Káta Horninum 22.30 Gø við Margarinfabrikkina Tak børnini við Sinatra í Norðurlandahúsinum Heilsukvøld á Kongabrúnni Í dag telist hann millum mest týðandi tónleikanøvnini í farnu øld og var eisini ein av teimum fyrstu, ið veruliga kom at merkja stjørnudyrkanina hjá teimum ungu Eyðkenda og mjúka rødd hans­ ara fór beint inn hjá vanliga fólk­ inum. Meira enn 150 milliónir plátur eru í umfari, og fagnaðurin tykist ongantíð at káma burtur. Frank Sinatra var borin í heim 12. desember 1915. Hann byrj­aði sína yrkisleið saman við kendum orkesturleiðarum í tríðati­ár­ unum, sonevnda swingtíðin. Hann fekk heilar ellivu Grammy- virðis­lønir umframt hópin av øðr­ um heiðurslønum sum sang­ari og sum sjónleikari. Hann var virkin øll árini fram til 1998, tá hann lat leiktjaldið falla fyri seinastu ferð. Hann var tá 82 ára gamal. Livdi hann í dag, var hann 100 ár. Á mentanarnáttini fer Tórs­ havn­ar Big Band at spæla nøkur av kendastu løgunum, sam­an við Jógvani Hansen, Jógvani Joensen, Mike, Rasmusi Magnussen og Halleluja-Sofus. Hóast tað kanska verður nakað seint hjá teimum yngstu, so eru fleiri tiltøk at taka børnini til hesa mentanarnáttina Nógvur tónleikur er at hoyra, men meiri hóskandi til børnini er kanska at fara í SMS, har ikki færri enn tveir klovnar vitja. Klokkan 17.30 er klovn­urin Totti og ger rørslu­fim­ leik við børnunum og klokkan 19.30 fer Bubu at forelja søgur. Vaktarskipini bæði, Triton og Brimil, liggja við Eystaru Bryggju, og høvi er at vitja umborð. Dámar teimum betri bilar enn skip, so savnast Ellisakførini hjá Føroya Ellisakførum í Tórsgøtu. Á Bursatanga standa sløkkiliðs­bilar­ nir, bjargingartyrlan hjá Atlantic Airways og Rescue Lív. Í Snar­ skiv­uni verður býarmodellið hjá Tórshavnar kommunu víst fram. Uppi í Gróðurstøðini í Hoydølum er træeyðkenniskapping fyri børn í øllum aldri, frá klokkan 12 til 19 og úti á Landssjúkrahúsinum verð­ur høvi at fara ein túr niður í tunlar­ nar undir bygningunum á Eirar­ garði klokkan 18.30 og 19.00. Vilja tú og børnini eisini hava ferð og spenning, so er møguleiki at fara ein túr við Rib62 bátunum, sum sigla stuttar 10-minuttirs túrar úr Vágsbotni, meðan fyri tey meiri stillu eru framsýningar og urta­ garðar at vitja. Í høvuðssætinum hjá Trygg­ingar­ felagnum Føroyum á Konga­ brúnni í Havn verður ein áhuga­ verd framsýning um heilsu. Har verður millum annað møgu­ leiki at máta feittprosent, BMI, blóðtrýst og lungnaorku. Tiltakið er skipað í samstarvi við Fólka­ heilsu­ráðið.