týsdagur 31. mai 2016síða 18
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 1. juni 2016 · Nr. 61
18
Sosialurin
12 karmar
Eitt av tiltøkunum, sum var væl
vitjað á Mentanarnáttini í fjør vóru
tær tólv sofurnar, sum tólv føroyskar
kvinnur høvdu sniðgivið. Tá fingu tær
allar somu rammu og skuldi síðani
sniðgeva sofuna eftir egnum høvdi
Aftur í ár verður skipað fyri ein
um líknandi tiltakið. Karin Sissal
Kjartansdóttir
Kristiansen,
kvinnan handan Shisa Brand,
greiðir frá nýggja hugskotinum.
– Seinast fingu allar kvinnurnar
sama stell at arbeiða víðari við.
Hesa ferð hava tær fingið eitt mát,
1,20m x 1,40m. Tí kalla vit tiltakið 12
karmar, sigur hon.
Sissal Kristiansen sigur, at tað er
ymiskt, hvussu ymisku kvinnurnar
velja at nýta hetta plássið.
– Vit eru allar so ymiskar og ar
beiða við ymiskum tilfari. Onkur
nýtir leir, onkur glas, onnur silvur
og onkur bindir. Endurnýtsla fyllir
tó nakað í hugtakinum hjá fleiri av
kvinnunum, sigur hon.
Tær tólv kvinnurnar eru hand
verkarar, sum allar hava egin merki,
sum tey selja í øðrum høpi og í
onkrum førum eru tær beinleiðis
kappingarneytar.
Hugskotið
at
arbeiða saman á hendan hátt kom
í lag eftir eina ráðstevnu, sum nakr
ar teirra luttóku á í Íslandi.
– Endamálið við hesum er at
tvinga kkum út úr okkara comfort
zone, út um okkara tryggu karmar.
Hetta gevur okkum høvi at vísa tað,
sum okkum dámar best at arbeiða
við, frá nýggjum sjónarhornum.
– Tað stuttliga við sofunum var,
at tú sást beinanvegin, tú kom inn,
hvør hevði gjørt hvørja. Hóast alt
í veruleikan var sama sofa, so sást
væl, kanska serliga á litunum, hvør
hevði gjørt hvørja sofu, sigur hon
og væntar, at tað verður nakað tað
sama í ár.
Tær tólv, sum sýna fram, eru
Elin
Lindenskov,
Erla
Matras
Jensen,
Malan
Fosaa,
Heimá
toymið,
Mikkalina
Norðberg,
Heimkær, Jóhanna av Steinum,
No 10 Keramikkstudio, Poulina
Jóanesardóttir, Randi Samsonsen,
Shisa Brand og Turið Nolsøe Mohr.
Framsýningin verður aftur í ár í
Öström.
Í sambandi við mentanarnáttina
fríggjadagin 3. juni
verða hópin av góðum tilboðum
í Føroya størsta undirklædna handli Change!
Spar 20, 30 og 40% upp á
ALLAR vørur í handlinum!
Opið verður til kl. 22!
Niels Finsensgøta 18
Trussur
3 pør fyri
169,-
Mentanarnátt í Change
Alt tilfarið, sum Elin Lindenskov
nýtir til sína rammu »Havið
anno 2016« er endurnýtt plastik,
funnið í fjøruni í 2016