Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-05-31, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 31. mai 2016síða 20

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 1. juni 2016 · Nr. 61 20 Sosialurin Bubu endar mentanar- náttina Talgildu Føroyar á Torginum Holgar í Rit & Rák Heilsukanningar verða gjørdar Kom við til Spæliland Tað verður eingin annar enn navnframi Bubu, sum kemur at enda tiltøkini á Torginum í SMS mentanarnáttina Bubu fer frá klokkan hálvgum átta fríggjakvøldið og ein lítlan tíma fram at fortelja søgur fyri børn­ unum á Torginum, og børnini fáa eis­ini bjóðað ókeypis frukt. Talan verður um eitt meiri stillis­ligt tiltak frá Bubu, enn hvat vit eru von við frá hansara síðu, men tað er tí, at talan er um eitt kvøld­ar­tiltak stutt undan songartíð hjá børn­unum. Mentanarnáttina fær SMS vitjan av klovninum Totti, sum fer at bjóða øllum børnum við sær á eina ferð til Spæliland »Kom við til Spæliland« er saman­sett av eini bók við sang­ tekstum og nótum, einari sang­ fløgu, einari karaokefløgu og ein­ari søgufløgu. Við rútmiskum tónleiki, sangi og søgum er »Kom við til Spæli­ land« eitt arbeiðsamboð, sum á ein stuttligan, spennandi og menn­andi hátt hevur til enda­ máls at stimbra og menna børn í aldrinum frá 1 til 9 ár. Hetta er fyrstu ferð, at klovn­ urin Totti vitjar í SMS, og hann gleðir seg til at heilsa uppá nógv børn mentanarnáttina. Hesa løtuna fer Burger King eisini at bjóða børnunum ókeypis smakkiroyndir av Oreo Milkshake. Eitt av tiltøkunum í SMS mentanar­ náttina er ein vitjan hjá Søvnum Landsins, SavnsGull og Fróðskaparsetri Føroya, har tey greiða frá, hvussu okkara mentanararvur verður talgildaður Tað verður frá klokkan trý seinna­partin fríggjadagin, at um­boð fyri stovnarnar fara at greiða frá arbeiðinum at talgilda okk­ara mentanararv, og hvussu vit kunnu fáa ágóðan av hesum arbeiði. Eitt nú fara umboð fyri Fróð­skaparsetrið at greiða frá, hvussu útgrevstrar kunnu endur­skapast í 3D, og hvussu man hevur arbeitt við dronum í út­grevstri. Fólk frá SavnsGull fara at greiða frá, hvussu tað gongur við arbeiðinum at bjarga rúgvus­ mikla savninum hjá Kringvarpi Føroya. Eitt forvitnisligt tiltak um ar­ beiði at verja okkara ment­anar­ arv, og høvi verður hjá fólki at seta spurningar. Seinnapartin fríggjadagin, altso mentanarnáttina, fara umboð fyri Fólkaheilsuráðið at vera á Torginum í SMS, har tey fara at gera ymiskar heilsukanningar Eitt nú verður blóðtrýst og feitt­ prosent mátað, og aðrar kanningar verða eisini gjørdar. Rennibond verða sett upp, og ymiskir navn­ framir føroyingar fara at royna hesi renni­bond, og kanningar og ymsar mát­ingar verða eisini gjørdar av teim­um. Leygardagin verður Tórshavn Mara­thon og Heilsurenningin á skránni, og allan fríggjadagin verða startnummur til Tórs­havnar Marathon og til Fólka­heilsu­renn­ ing­ina útflýggjað á Torginum í SMS. Tónleikur verður eisini at hoyra í SMS mentanarnáttina Í Rit & Rák fara tey at hava eitt til­tak frá klokkan átta til níggju á kvøldi, og har verður eitt nú livandi tón­leikur við Holgar Jacobsen. Rit & Rák fer eins og allir aðrar handlar í SMS at hava opið heilt fram til klokkan 22 mentanar­nátt­ ina, og eins og hjá øllum handl­ unum fara tey at hava nógv góð til­boð.