týsdagur 31. mai 2016síða 25
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
25
Mikudagur 12. februar 2014 · Nr. 18
Sosialurin
Mikudagur 1. juni 2016 · Nr. 61
08.00-23.00
Mariu kirkjan Varðagøta
Mariu kirkjan er opin.
09.00-21.00
Býarbókasavnið N. Finsensgøta
Framsýning í sambandi við at Tórshavnar kommuna fyllur 150 ár.
Framsýningin ber heiti ”Tórshavn frá 1000 til 1909” við myndum, kortum og tekningum.
Framsýning við barnatekningum, ið komu inn til teknikappingina í Umhvørvisvikuni.
18.00-20.00
Føroya Bjór Akranesgøta
Opið hús. Á skránni verður ølsmakking, matgerð við Gutta Winther, livandi
tónleikur við Leu Kampmann, Tórshavnar Manskór, Punjab og Sissal
Kampmann lesur yrkingar.
Busssamband: úr Steinatúni kl. 18.00, 18.30, 19.00 og 19.30.
úr Akranesgøtu kl. 18.45, 19.15 og 20.00.
18.00-22.00
BankNordik Oknarvegur 5
Opið hús við listarundvísing og livandi tónleiki.
18.30 Listarundvísing v. Kinnu Poulsen.
19.15 KATA.
20.00 Marius.
21.00 Listarundvísing v. Kinnu Poulsen.
Øll eru hjartaliga vælkomin.
18.00-23.00
Tórshavnar Sløkkilið Bursatangi
Tórshavnar Sløkkilið er á Bursatanga við ymiskum at síggja og at gera.
18.00-23.00
Rescue-LÍV Bursatangi
Bjargingabáturin Rescue-LÍV verður á Bursatanga.
Høvi verður at koma umborð at síggja bátin og bjargingarútgerð.
18.00-23.00
Norðlýsið Vágsbotnur
Opið skip og søla av mati úr sjónum.
18.30
Felagið Tórshavn Gongubólkurin
Spákað verður frá nýggju kirkju á Argjum til prestagarðin í Sandagerði, gjøgnum
Álaker og heim á Vaglið.
18.30-20.00
Atlantic Airways Bursatangi
Bjargingartyrlan hjá Atlantic Airways verður á Bursatanga.
Høvi verður at síggja tyrluna og ymisku útgerðina.
18.45-22.30
Perlan Tórsgøta
Fróðskaparsetur Føroya: Forvitnið er drívmegin.
Setrið bjóðar gestunum vaflur við róma og súltutoy og kaffi, te og vatn.
Øll eru hjartaliga væl komin.
18.45 Dyrnar lata upp.
19.00 Almenn kunning um upptøku á Setrinum 2016.
20.00 Frá Náttúruvísindadeildini.
20.30 Frá Føroyamálsdeildini.
21.00 Frá Søgu- og Samfelagsdeildini.
21.30 Frá Sjúkrarøktarfrøðideildini.
22.00 Frá Námsvísindadeildini.
19.00-23.00
Frantz Tórsgøta 13
Kjólatombola, framsýning av gomlum kjólum, málningaframsýning,
vælsmakkandi kaffi/te og heimabakstur.
19.00-23.00
Margarinfabrikkin Tórsgøta
Útikonsert:
19.00 Rói Ólavsson (vinnari av Talent).
19.30 Konserta.
20.00 BBiW.
20.30 Benjamin Rajani.
21.00 Lea Kampmann.
21.30 Yóhanna.
22.00 Iron Lungs.
22.30 Gø.
20.00
H.N.Jacobsens Bókahandil Vaglið
Hugnaløta í stovuni í Gl. Bókahandli.
Rithøvundarnir Sólrun Michelsen, Sissal Kampmann og Sámal Soll lesa
upp úr egnum verkum. Tónleikur við Jákup á Lakjuni.
20.45 Kórið Glymur syngur í Bojsensgarði.
20.00-22.00
Reinsaríið Tórsgøta
Ferð saman við Bárði Jákupssyni gjøgnum myndlistina hjá William Heinesen,
frá tí at hann var heilt ungur, til hann á ellisárum legði frá sær.
Inni í fjálga Reinsarínum greiðir Bárður frá myndunum, sum verða vístar á
stór skíggja. Hetta verður stórfingin og skemtilig ferð. Tú kanst keypa tær kaffi,
te, øl og vín afturvið.
Aftrat sær hevur Bárður Helenu Dam á Neystabø, sum er forkvinna í mentanar-
nevnd Tórshavnar kommunu. Inn ímillum fer Budam at spæla og syngja.
21.00
Trappan í Vágsbotni Vágsbotnur
21.00 Havnarkórið undir leiðslu av Leif Hansen.
22.00 Morgunkórið undir leiðslu av Sigrið Sivertsen.
21.00
Norðurlandahúsið Norðari Ringvegur
Tórshavnar Big Band fagnar Frank Sinatra 100 ár. Umframt Tórshavnar Big
Band, sum fer at framføra kendastu løgini, syngja Jógvan Hansen, Jógvan
Joensen, Mike, Rasmus Magnussen og Halleluja Sofus.
Atgongumerki fáast til keyps í Kunningarstovuni og á nlh.fo.
10.00-20.00
Gróðurstøðin í Hoydølum Hvítanesvegur
Plantusølan er opin allan dagin.
12.00-19.00 Træeyðkennis-kapping fyri børnum í øllum aldri.
Eisini verður hugni við báli og sneisabreyði.
15.00 og 17.00 Frágreiðing um framleiðsluna og royndarvirksemið á Gróðurstøðini.
16.00-22.00
Norðurlandahúsið Norðari Ringvegur
NÚ/NOW - Summarframsýningin 2016 letur upp, og setir tey ungu føroysku
listafólkini, ið eru fødd aftaná 1980, í miðdepilin. Sýnd verða verk hjá 26 ungum,
gávuríkum listafólkum, sum arbeiða á hvønn sín hátt við tí visuellu listini.
16.00-22.00
Arktisk Kommando, Færøerne Tinghúsvegur 64
Opið hús. Møguleiki verður at vitja Arktisk Kommando Føroyar og MRCC.
Somuleiðis verður opið skip umborð á vaktarskipunum Triton og Brimil,
sum liggja við Eystaru bryggju.
17.00-21.00
Steinprent Skálatrøð
Summarframsýningin “Sjá tú blánar” letur upp. Við á framsýningini eru Tróndur
Patursson, John Kørner, Ásmundur Poulsen, Tóroddur Poulsen, Ian McKeever,
Jóhan Martin Christiansen, Fríða Brekku, Zacharias Heinesen, Peter Carlsen og
nýskaldur frá Carl Jóhan Jensen.
17.00-21.00
Tórshavnar Kvøld-, Ungdóms- og Listaskúli J.H.Schrøtersgøta 1
17.00-21.00 Horn-, bein-, silvur- og steinverkstaðurin opin.
Undirvísari greiðir frá og vísur fram ymiskar lutir.
17.00-20.00 Grafiski verkstaðurin opin. Undirvísari greiðir frá.
17.00-21.00 Jóna Rasmussen: Listaframsýning.
17.00-21.00
Tórshavnar Kvøld-, Ungdóms- og Listaskúli M.A.Winthersgøta 5
17.00-21:00 Vevstovan opin. Undirvísari greiðir frá og vísur fram ymisk pløgg.
17.00-21.00 Niels K. T. Jensen: Listaframsýning.
19.00-20.00 Konsert.
Tey sum framføra: Hans Marius Ziska, Guðrun Sólja Jacobsen, Uni Reinert
Debess, Kaj Johannesen, Hildibjartur Hansen og Arnold Ludvig.
17.00-21.00
Tórshavnar Kvøld-, Ungdóms- og Listaskúli Pæsastova, Bringsnagøta
Tøving og træskurður. Undirvísarar greiða frá og vísa fram ymisk pløgg og lutir.
17.00-22.00
Listagluggin Dr. Jakobsens gøta 15
Søluframsýning við verkum eftir Torbjørn Olsen, Ingálvur av Reyni, Zacharias
Heinesen, Kára Svensson, Eyðun av Reyni, Astri Luihn o.ø.
17.00-23.00
Bojsensgarður
Gamli urtagarðurin aftanfyri H.N. Jacobsens Bókahandil er opin.
20.45 Kórið Glymur undir leiðslu av Benjamin Gaasedal.
17.00-23.00
Smiðjan í Lítluvík Skálatrøð/Bøgøta
”Hampafólk í Havn”, myndir eftir William Heinesen.
17.00-23.00
VisitTórshavn Vaglið
Søluframsýning við plakatum og prýðislutum til heimið frá EIA VEIA.
17.00- 23.00
Ostahúsið Tórsgøta
The Pop up Shop. Fjølbroyttir sniðgevar innan plakatlist, grafiskum prenti, klæðum,
leiri og smúkkum. Gunn Sloan Müller, NO10/Óluva Johannessen og Kára Óladóttir,
Rebekka á Fjallinum, Merete Tove Jewelry/Merete Tove, Elin Lindenskov, Gurilla/
Guðrið Syderbø.
17.00-23.00
Føroya Ellisakfør Tórsgøta
Ellisakførini møtast í hølunum Yviri við Strond 20 og koyra í skipaðum raðfylgjum
gjøgnum býin. Ellisakførini savnast síðan í Tórsgøtu, har tey verða sýnd fram.
17.00-23.00
Gallerí 14 Áarvegur
Søluframsýning við bundnari vøru úr ull frá FíL.
Nethandilin Mass & Mia verður eisini í Gallerí 14 við barnaklæðum.
18.00
Gamli Kommunuskúlagarður
Mentanarnáttin verður sett. Elin á Rógvi heldur sentanarrøðuna og GHM spælir.
18.00-20.00
Tórshavnar Móttøkuhús og Myndasavn Tróndargøta
Høvi verður at síggja spennandi listasavnið hjá Tórshavnar kommunu.
MENTANARNÁTTIN 2016 Fríggjakvøldið 3. juni
Hetta er bert ein partur av skránni