Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-06-02, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 2. juni 2016síða 2

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Í blaðnum... Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Útgevari: Sp/f Sosialurin Grafiskt snið/layout: Pætur Eyðunsson Jensen Uppseting: Sosialurin, Tekniska deild Prent: Prentmiðstøðin Miðlahúsið: Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Vikuskifti redaktørur Barbara Holm barbara@sosialurin.fo Lýsingar Frida Mellemgaard, lýsingasamskipari lysing@sosialurin.fo tel. 341826 Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo 3. juni 2016 Allir flokkar eiga at standa saman um frægari marknaðaratgongd til Evropa Uttanríkisráðharrin hjá arbeiðir við at fáa Før­oyum limaskap í EFTA til tess at útvega før­oy­ingum og føroyskum út­flutn­ings­vør­ um frægari umstøður. – Ein deyð sild, sigur sam­bands­for­mað­ ur­in, sum heldur samgonguna hava skeivt fok­us, tá tey royna eftir EFTA limaskapi. Hann sigur, at Føroyar fáa einki burtur úr EFTA-limaskapi, tí EFTA-samstarvið fevn­ir als ikki um fisk, ið framvegis er mest týð­ andi útflutningur Føroya. Allir føroyingar og allir flokkar eru samd­ ir um, at vit skulu hava betri út­flutn­ings­ treyt­ir til ES. Men trupulleikin er bara tann, at har hava vit einki at siga. Vit hava valt at standa uttan fyri hendan felagsskapin, tí vit vilja ikki geva evropiska risanum valdið á okk­ara fiskiríkidømi. Tað er sjálvandi ein skilagóð støða, at vit sjálv vilja hava valið og ræðið og fiski­vinnu­ ríki­døminum, sum er sera stórt, eisini sam­ an­borið við ES. Í lesarabrævið spyr sambandsfor­mað­ ur­in, hvat Sambandsflokkurin vil. Og hann svar­ar sjálvur: – Vit vilja gera Føroyar ríkari við at út­ vega før­oyskum fyritøkum fríhandil við ES. Tá fara Før­oyar at útflyta matvørur heldur enn rá­vøru, og tá kann útflutningsvirðið, sum í dag er umleið 6 milliardir krónur, í øll­ um førum tvífaldast. Neyvan er nakar ósamdur við hesum. Og var tað so lætt, sum sambandsformaðurin sig­ur, so hevði sami Sambandsflokkurin helst greitt hesi viðurskiftini, tey sjey árini frá 2088-2015, tá hann hevði valdið í Tinganesi. Men tað hendi ikki. Tá varð bara tosað og skrivað, eins tá áður hevur verið gjørt. Men tað er púra rætt, at størsta av­bjóð­ ing­in hjá okkum at økja um útflutnings­virð­ ið. Orkuna og evnini at framleiða hava vit Men atgongdina til marknaðin hava vit ikki. Tí er tað sjálvandi størsta avbjóðingin. Og tað ein avbjóðing, sum allir flokkar í felag eiga at avgreiða. Her eru ikki hugsjónarligir spurningar, sum skilja partarnar. Spurningurin er sum so einfaldur: Hvat skal til, fyri at ES letur upp fyri føroyskum útflutningsvørum? Vit mugu so bara gera upp við okkum sjálvi, um vit vilja rinda prísin. – Tað eiga vit at broyta, held­ur Kaj Leo Holm Jo­ hanne­sen – Haldi meg hava nakrar pol­it­isk­ar royndir og havi hugs­að um hetta við at vit Føroyar eru ein javn­still­aður partur ella javnstillað land í rík­is­fel­ags­skap­inum, og havi eg eisini sagt sjálvur at so er. Tað skrivar Kaj Leo Holm Johannesen á Facebook: »Havi í mínari tíð lagt nógv fyri at hava eitt kon­struk­tivt samstarv við donsku stjórnina og roynt at vunnið okkum størri rúmd á altjóða palli­num, men við hondini á hjartað og sum fyrr­verandi løgmaður og sambandsmaður so kann eg staðfesta at vit Føroyar og Danmark eru í veru­leik­anum als ikki líkastillaðir partar. Hetta eiga vit at broyta í einum kon­ struk­tiv­um dialogi, bæði her heima og millum lond­ini bæði.« Fría atgongd til evropiska marknaðin Føroyar og Danmark Ikki javnsettir partar Ríkisfelagsskapur ... kann einki gott sjá Les eisini blaðið á telefonini Matnáðir geva sálarneyð Høgni Djurhuus Umafturafturum s40 Latið døtur tykkara koppseta Tíðargrein s26-27 Jan Christiansen, fyrrverandi borgarstjóri í Havn »Eingin fer at brúka trappuna í Vágsbotni, eingin fer at sita har – uttan kanska eini tvey fólk á ólavsøku, um tað ikki regnar« Oddagrein Eirikur Lindenskov blaðstjóri Etið saman Visti tú? At fólkatalið í Før­ oy­um seinasta árið er vaks­ið við 591 fólk­um? Soleiðis ímyndar keiputeknarin Napoleon Smith sær nútíðarhúskið, tá tey eta saman. Útvarp og sjónvarp hava verið nevnd »húsaltar«. Men nú situr alt húskið við hvørsínum altari í hondini...