Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-06-06, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 6. juni 2016síða 2

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 6. juni 2016 · Nr. 64 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Oddagrein Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Stovnaður: 1927 Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo Jørn Astrup Hansen Kjak síða 16 Hvussu Eik lump­ aði TAKS Jógvan arge Kjak síða 16 Sankti Frans fyri býráðið Seinastu tíðina hevur nógv verið at tos­að um skatt – ikki minst í kjal­ ar­vørr­inum av teimum sonevndu Pana­ma­skjølunum, sum avdúka, hvussu fólk royna at skáka sær und­an at rinda skaltt. Tað tykist ofta vera tann æviga lukk­an at sleppa undan at gjalda skatt. Og ofta er er tað soleiðis, at meira tú hevur, tess størri lukku sært tú í at sleppa at snýta fel­ags­ kass­an soleiðis, at tú ikki rindar tað, sum tú skalt rinda. Men vit hava eisini skipanir, sum gera, at summi fólk uttan at kunna gera við tað, ikki gjalda í fel­ ags­kassan, hóast tey liva og virka í okk­ara sam­felag. Tað eru til dømis tey, sum arbeiða og vinna sína úr­ tøku í øðrum londum, meðan fam­ ilj­an er í Føroyum. Vit hava fyrr í her í blaðnum sagt søgur um eitt nú DIS'arar, sum javn­an fáa at vita, at teir snúlta upp á sam­felagið. Vit hava sagt søgur um teir mongu føroyingarnir, sum tjena til samans einar 800 milliónir krón­ur uttanlands, men sum leggja at kalla allan sín skatt aðrastaðni, enn í føroyska landshúsarhaldið. Vit hava valt at skipa okkara sam­felag eftir norðurlendska væl­ ferð­ar­mo­d­ell­inum. Vit hava eina sos­i­ala kontrakt, har vit sum borg­ ar­ar rinda okkara skatt av okkara inn­tøku, aftur fyri sama rætt til som­u væl­ferðartænastur. Tí er tað eitt vanda­tekin, tá borgarar byrja at ilsk­ast inn á hvønn annan fyri ikki at lata sín part í felagskassan. Kensl­an av at summi brúka allar væl­ferð­ar­tæn­ast­urnar uttan at gjalda sín part í felagskassan kann fáa tað ring­asta fram í fólki. Vit kunnu siga, at sosiala kon­ trakt­in er í vanda, tá vaksandi tal av føroyingum arbeiðir undir skatta­skip­anum, har lítið ella einki fell­ur í felagskassan, ið skal rinda fyri før­oysku vælferðina. Syndrast sos­iala kontraktin, fáa vit eina støðu við líkasælu og uttan felags á­byrgdarkenslu. Undanfarni fíggjarmálaráðharri segði seg vilja broyta tví­skatt­a­av­ tal­una við hini norðurlondini. Tað sig­ur sitandi landsstýriskvinna seg eis­ini vilja. Tað er neyðugt av praktiskum áv­um, tí ein felagskassi, ið færri og færri rinda til, er við tíðini ikki nógv verdur. Og tað er neyðugt av pol­it­ isk­um ávum, tí vaksandi ónøgd og mis­treysti millum skattaborgarar í ein­um landi fær svart arbeiði og sos­i­alt snýt at vaksa sum ókrút. Vit skulu hava skipanir soleiðis, at skatt­urin fellur til gjaldingar, har fólk­ið býr, livir og brúkar væl­ferð­ ar­tæn­ast­ur­nar. Tað er eitt stig á rættari leið fyri at verja sosialu kontraktina. verja sosialu kotraktina Hyggja vit eftir gongdini hesi seinastu árini, sær framtíðin døpur út. Tað staðfestir Ewald Kjøl­ bro, stjóri í Landsverki, nú stovn­urin hevur latið eina frá­greiðing úr hondum um virk­semið í fjør. Tað er lága játtan at halda veg­ir, tunl­ar og brýr, fyri, sum fær hann so dapur­ skygd­an. Heldur hetta fram, kann tað verða neyðugt at taka víð­gongd stig fyri ikki at seta ferðsl­u­trygdina í vanda. Landsverk vísir á, at av tí at játt­anin er ov lítil, verða veg­ir, tunlar og brýr als ikki hild­in eftir forskriftunum. Og nú eru tey dragnað so illa aft­ur­úr, at brúk er fyri 375 mill­i­ón­um fyri at fáa vegir, tunl­ar og brýr upp á eitt nøkt­andi stig. – Fyri tunlar er eftirleipið 150 milliónir krónur, fyri brýr er tað 25 milliónir, fyri as­falt­er­ing er tað 100 mill­i­ón­ ir og fyri bilverjur, vegøkslir, veit­ir, dren og skeltir, er eft­ ir­sleip­ið 100 milliónir krónur Sostatt er eftirslepið 8,5 ferð­ir størri enn játtanin til Lands­verk er um árið, og so­statt er støðan í Føroyum sjey ferðir verri enn í øðr­um norð­an­lond­um, har eft­ir­ sleip­ið bara er eina til tvær ferð­ir størri enn játtanin er. Og spurningurin er um nak­ar glotti er at hópa, tí hesi sein­astu árini hevur tað bara ging­ið skeiva vegin. – Í 2005 var játtanin 53 mill­ión­ir krónur, men hon í ár er hon mink­að niður í 43 mill­i­ónir krónur, staðfestir Ew­ald Kjølbro. Men samstundis er prís­ tal­ið hækkað við tí, sum svar­ ar til næstan átta milliónir krón­ur. – Við øðrum orðum, skuldi játtanin í ár verið ein­ar 60 milliónir, bara fyri at lagt upp fyri prís- og løn­ar­hækk­ ing­um, men ístaðin er hon lækk­að niður í 43 milliónir. Landsverk sigur, at verður ein­ans hugt eftir tørvinum til at halda vegir, tunlar og brýr, skuldi Landsverk havt eina játt­an upp á 80 milliónir krón­ur, áðrenn tað ber til at fáa eft­ir­sleipið at minka. Men, sum støð­an er nú, veks­ur eft­ ir­sleip­ið al­samt, tí tað er ó­møg­u­ligt at halda stand. – Sostatt fer støð­an at versna enn meira hesi næstu ár­ini, verður játtanin ikki mun­andi hækkað. Hetta merkir ikki bara, at veg­ir­nir verða vánaligari. Tað fer eisini at seta ferðslu­ trygd­ina í vanda. – Avleiðingin kann verða, at á onkrum vega­tein­um­ noyðist Landsverk at mæla løgregluni til at lækka hámarksferðina úr 80 kilo­ metr­um um tíman, niður í 70 kilo­metrar um tíman. Men hann sigur, at tað kort­ini hevur eydnast Lands­ verki at hildið stand higartil, er mill­um annað tí, at rakst­ ur­in er skilbøttur. Eisini eru tey farin yvir til aftur at brúka spræni­asfalt, sum er væl bíl­ig­ari enn vanligt as­ falt. Hin­vegin heldur tað ikki so leingi, men tað riggar væl á vega­strekkjum, har ferðsl­ an ikki er so nógv. – Men nú eru vit komin á spari­mark­ið, og tí fer støðan heilt vist at versna frameftir, sig­ur Landsverk. Alt ov fáir pengar til Landsverk Øll mugu sjálvandi vera við til at gjalda í felagskassan Herverk á prestar á Oyggjarvegnum So ótrúligt tað enn ljóðar, so er tað onkur, sum hevur til fragd at gera seg inn á trygd­ar­út­gerðina fram við Oyggj­ar­veg­num millum Havn og Kolla­fjørð – teir so­nevndu prestarnar, sum í myrkri og mjørka hjálpa bil­før­ar­um at halda seg á veg­num. Í góðveðrinum leyg­ar­ dagin varð nógv ferðsla eft­ir Oyggj­ar­vegnum, tí Havn­in at kalla varð stongd vegna ren­ning – og tað var ikki vøk­ur sjón, tá tú komst niðan á Kleyn­is­varða og kundi eyg­leiða, hvussu prest­ar­nir vórðu koyrdi nið­ur á fleiri strekkjum upp á fleiri 100 metrar. Tað var týðuligt, at hetta varð gjørt við vilja, og at bil­ur hevði koyrt eftir veg­jað­ar­a­num við tí greiða enda­máli at fella so nógvar prest­ar, sum gjørligt. Eitt er, at hetta kostar nógv­ar pengar – pengar úr fel­ags­kass­anum hjá okkum øll­um. Annað er, at hetta er trygd­ar­útgerð, sum í ring­ asta føri skal bjarga manna­ lív­um. Eitt triðja er, at hetta er so tollut og býtt, at einki vaks­ið menniskja eigur at finna upp á slíkt. – Ein bilførari, sum hev­ur so lítið innanfyri, at hann kann finna upp á at gera seg inn á slíka trygdarútgerð, átti ikki at slopp­ið at koyrt bil!