Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-06-06, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 6. juni 2016síða 4

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 6. juni 2016 · Nr. 64 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 AÐALSTJÓRI Eirikur Lindenskov Í innliti í samskiftið mill­ um John Rajani, Løg- mans­fyrisitingina og Poul Michel­sen, landsstýrismann í utt­an­ríkis- og vinnumál, síggj­ast hesar viðmerkingar frá John Rajani í sambandi við, at løgmaður – eftir ynski frá Poul Michelsen, hevur valt at lýsa av nýggjum eftir aðal­stjóra til Uttanríkis- og vinnu­mála­ráðið: Fundur 31.05.2016 klokkan 13.30: John Rajani (JR) og Marjun Han­usar­ dóttir (MH) / Leivur Langgaard (LL) MH kunnaði um status – Set­ an-arnevndin hevur latið tilmæli. Løgmaður setur starvið, men í samráð við av­ varðandi landsstýrismann. Landsstýrismaðurin hevði onkur ivamál og varð bið­ in um at lata skrivligar við­ merk­ingar. Hesar viðmerk­ ingar verða nú vístar JR til viðmerkingar. MH greiddi frá, at JR hev­ ur rætt til partsinnlit. JR las fyrst skjalið, og MH las síðani nøkur høvuðs­ punkt hart. Talan er serliga um 3 við­ merkingar frá Poul Mich- elsen (PM), ið viðvíkja JR: a. Ógegni viðv. aliøkið og teleøkið og partar av bankaøkinum. b. Ógegni orsaka av banka­starvinum. c. Undanfarið samstarv. JR kom fyrst við nøk­rum munnligum við­merk­ingum, og sendi so um kvøldið meira út­dýpandi viðmerkingar ella svar til skrivið við teldu­ posti. Tær eru endurgivnar niðanfyri. John Rajani sigur, at hann stillar fegin til eina samrøðu við Poul Michelsen ella Aksel Johannesen, tí hann dugir als ikki at skilja, hví tað ikki skal kunna bera til at samstarva. Viðmerkingar frá John Rajani: »1. Viðvíkjandi gegnisspurn­ inginum má eg siga, at eg eri í stóran mun ósamdur við landsstyrismanninum. Viðvíkjandi alivinnuni er at siga, at dagliga um­sit­ ingin av aliøkinum er løgd til Heilsufrøðiligu Starvs- stovuna at umsita. Øll dag- lig kontakt viðvíkjandi ali­ vinnuni fer sostatt fram millum alifyritøkur og HS. Avgerðir hjá HS kunna held­ur ikki kærast til lands­ stýrismannin, men til Vinnu­kærunevndina. Um- sitingin av spurninginum um eigaraavmarkingar inn­ an alivinnuna v.m. eru lagd- ar til Skráseting Føroya at umsita, og eisini avgerðir hjá SF kunna bert kærast til Vinnukærunevndina. Eg meti meg ikki vera ógegnigan í samband við gen­e­rella regulering av ali­ vinnuni. Tað sama er galdandi fyri Føroya Tele. Eg dugi ikki at síggja, at eg sum aðalstjóri komi at hava nakað við stjóran á Føroya Tele at gera. Annars havi eg skilt tað soleiðis, at setanarbólkurin í samband við sína inn­ stilling eisini hevur mett um gegnisspurningin, og at setanarbólkurin ikki hev­ur broytt støðu, hóast spurn­ artekin eru sett um mítt gegni sum møguligur aðal­ stjóri. Eg havi tí skilt hetta sol­eiðis, at undirritaði og setanarbólkurin eru samd um hesi viðurskifti. 2. Tað er ikki rætt, at eg eri frávaldur sum stjóri fyri BankNordik. Nýggja nevndin fyri bankan ynskti, at eg helt fram sum annar av stjórum bankans, men, at setanin skuldi halda fram undir nýggjum treytum. Hes­ar treytir ynskti eg ikki at góð­taka, og tí boðaði eg sjálvur frá, at eg metti fráboðanina um broyttar starvs­treytir sum eina upp­ søgn, og soleiðis bleiv gjørd Og eg eri ikki frávaldur sum bankastjóri. Tað sigur seg sjálvt, at eg sum fyrrverandi bankastjóri ikki havi nakað serligt tilknýti til einstakar fyritøkur, og tí er hesin »gegnistrupuleiki« ikki til staðar. Eg skilji satt at siga ikki hesa argumentatión, tí sum bankastjóri er tað júst ein avgerandi fortreyt, at eg ikki havi nakað tilknýti til kundar bankans, sigur John Rajani – EG ERI PÚRA ÓHEFTUR AV PENINGASTOVNUNUM Rajani hevði gjørt alt aðalráðið ógegnugt Poul Michelsen, landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum heldur ikki, at John Rajani uppfyllir treytirnar fyri at verða settur sum aðalstjóri í Uttanríkis- og Vinnumálaráðnum Eirikur Lindenskov »John er hávlur indari. Vit vilja ikki hava ein hálvan indara sum aðalstjóra...« – Tað kundu tey akkurát tað sama sagt, segði John Rajani við Deg og Viku fríggjakvøldið, eftir at hann sama dag varð vrakaður sum aðalstjóri í Uttanríkis og vinnumálaráðnum. Sum grundgeving fyri ikki at seta John Ra­jani verð­ur nevnt, at ein svág­ ur er nevnd­ar­for­maður í Bakka­frost. Ein ann­ar svágur er stjóri í Før­oya Tele, og tí at eitt systkina­ barn er stjóri og høvuðs­ parta­eigari í Bakkafrost. Eisini verður nevnt, at hann sum stjóri í Bank­ Nordik var við til at standa fyri at flyta KT partin av bankakervinum av land­ inum – eitt arbeiðið, sum landsstýrið hevur sett sær fyri at fáa heimaftur. Svágrarnir hjá John Rajani eru Rúni M. Han­sen og Jan Ziskasen. Systkina­ barnið er Regin Jacobsen. Í skrivi til løgmann grund­gevur Poul Michelsen, landsstýrismaður í uttan­ ríkis- og vinnumálum, so­ leiðis fyri síni støðutakan: »Viðvíkjandi setan av aðalstjóra Vísandi til kunning um mál­ ið, so skal eg gera hesar við­ merkingar. Eg havi skilt tað soleiðis, at 11 umsøkjarar vóru til starvið, harav tveir seinri tóku umsóknina aftur. Pkt. 1 Av innstillingarbólkinum vórðu 7 mettir ikki egnaðir og til seinast bleiv ein inn­ stillaður sum væl egnaður, meðan ein var egnaður, men allíkavæl innstillaður sum nr. 2. Pkt. 2 Av lýsingini til starvið verð­ ur upplýst, at aðalstjórin er næsti ráðgevi hjá lands­ stýrismanninum og hevur ábyrgdina av dagligu leiðs­ l­uni av ráðnum. Í sam­ bandi við úrslitið hjá inn­ stillingarbólkinum, so meti eg, at tann sum bólk­ urin metir sum væl egn­ aðan sambært § 3, stk. 1, nr. 2 í fyrisitingarlógini, er ógegnigur til at viðgera alt aliøkið, alt teleøkið, og part­ar av bankaøkinum (heim­tøku av it-økinum) sum er og verður munandi partur av arbeiðsøkinum hjá Uttanríkis- og Vinnu­ málaráðnum. Hertil kem­ ur, at tá ið aðalstjórin er ógegn­igur, er alt ráðið ógegn­ugt. Hetta merkir í veruleikanum, at máls­ økini skulu flytast frá ráðnum. Skilji ikki, at setanarbólkurin fer so lætt um henda spurning, bert við eini viðmerking um um­søkjarans “integritet og uaf­hængighed”, og faktisk