Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-06-06, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 6. juni 2016síða 9

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 6. juni 2016 · Nr. 64 Vilmund Jacobsen Í endanum av seinastu viku boðaðu bæði Fuglafjarðar kommuna og Vága komm­ una frá, at neyðugt er hjá borgarum at spara vatn. Aðrar kommunur hava eisini mælt sínum borgarum til at spara vatn. – Vegna átøk í samband við vatntrot verður mælt til, at borgarar í niðara parti av býnum í Fuglafirði kóka vatnið. Tey, sum búgva við Innandalsveg, Stovugerð, Tor­kilskrók, Sevdalsveg, Bjarnaveg, Garðaveg og Fjalsveg, nýtast ikki at kóka vatnið. Í endanum av sínari frá­ boðan, sigur Fuglafjarðar kommuna, at fólk mugu spara upp á vatnið. Eisini í Sandavági er vatn­trot, nú brunnarnir eru farnir at tømast. Vága kommuna boðar frá, at nú turkur hevur verið í fleiri dagar, verður heitt á borgarar í Sandavági um at ansa eftir vatnnýtsluni teir næstu dagarnar. Ikki heilt so turt Men, hvussu sær so út teir næstu dagarnar? Hyggja vit eftir, hvat DMI sigur um morgindagin - týsdagin - verður sagt, at tað verður skýggjað og helst nakað av regni av vestri. Útlitini til mikudagin líkjast útlitunum fyri morg­ in­dagin. Mikudagin verður skýggjað veður og regn tíð­ liga um dagin. Annars verður turt veður. Hósdagin, fríggjadagin og leygardagin verður fyri tað mesta turt. Vilmund Jacobsen Sambært Fiskamarknaði Føroya koma fýra línuskip inn at landa í dag. Skipini hava mest av toski, longu, brosmu og so nakað av svartkalva. Øll hesi skip hava fiskað í føroyskum sjógvi. Nøkur føroysk línuskip fiska í íslendskum sjógvi, og tvey fiska í grønlendskum sjógvi. Talan er í báðum før­um bæði um ísfiska- og frysti­ línuskip. – Streymurin verður harð­ur fyrst í hesi vikuni, men batnar, sum vikan gong­ur. Veðrið verður gott, og tí er væntandi, at nakað verður av útróðri, tó at hetta er vánalig út­róð­ rartíð. Á Fiskamarknaði Før­ oya leggja tey aftrat, at út­ róðrarbátarnir fáa mest av toski og hýsu - og nakað av hvítingi. Í dag landa fleiri línuskip, sum øll hava fiskað í føroyskum sjógvi Útivika hevur verið í Sjóvar kommunu. Í gjár var gongutúrur á Strondum, har Arnold Abrahamsen greiddi frá um gomlu bygdina og fólkið Fríggjadagin fekk trolarin Vesturtúgva trupulleikar við gearinum, tá teir vóru á veg til fiskiskap. Brimil kom Vesturtúgvu til hjálpar og sleipaði skipið á Klaksvík Børkin rivin av trænum Tað er onkur, ið hevur ilt av tí vakra, sum er kring um okkum í náttúruni. Hugurin at oyðileggja ella skemma tað vakra gekk herfyri eisini út yvir viðarlundina í Kunoy. Tá Eliana Svøðstein í góðveðrinum gekk sær ein túr í hesum náttúruvakra umhvørvi, møtti henni ein keðilig sjón. Onkur hevði verið í viðarlundini og hevur rivið børkina av einum træi, sum nú stendur púrasta bert og við ongari verju móti veðri og vindi. Kunoyarbygd er við sínari stórslignu náttúru, vøkru homrum, skørðum og fjøllum ein perla, og viðarlundin er ein vakur blettur í hesum umhvørvi. - Tað var ikki ein vøkur sjón, ið møtti mær, tá eg kom innar í viðarlundina. Børkurin á trænum var rivin burtur og lá sløddur kring træið, sigur Eliana Svøðstein á sínari facebook-síðu. Borgarstjórin í Kunoyar kommunu, Meiken Sólheyg Michaelsen, sigur, at tey vita ikki, hvat hevur gingið fyri seg, men hon harmast um hesa viðferð, sum viðarlundin hevur fingið. - Eg vóni ikki, at hetta er nakað, sum fer at endurtaka seg, tí viðarlundin er til gleði og gagns fyri mong, leggur hon aftrat. vilmund@sosialur Harður streymur – men gott veður Eftir at turkur hevur verið í fleiri dagar, eru kommunur farnar at gera vart við, at neyðugt er at spara vatn. Men, teir næstu dagarnar verður neyvan líka so turt, sum tað hevur verið Vatntrot ger um seg Útróðrarbátarnir fáa mest av toski og hýsu - og nakað av hvítingi