mánadagur 6. juni 2016síða 36
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 23 • 6. JUNI 2016
4
MIÐLAHÚSIÐ
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
Býarmyndir ganga
aftur í havnargøtum
Tað er kanska heitasti dagur í árinum, tá eg fari gangandi gjøgnum tær smalu gøturnar úti á Reyni, elsta
býarpartinum í høvuðsstaðnum. Eg hyggi leitandi eftir navnaskeltunum á teimum ymisku húsunum, inntil eg
loksins finni navnið, undir Kletti, goymt aftanfyri íslendsku sendistovuni, ið júst er vorðin málað av nýggum
Hallur av Rana
E
g stígi varisliga inn í lítlu, gomlu
húsini, men við eitt gongur innara
hurðin upp og eg verði møttur
við stórum smílum. Her búgva hjúnini
Ulla undir Kletti, 74 ár, og Atli Klein
Olsen, 75 ár, í barndómsheiminum hjá
Ullu undir Kletti, har hennara familja
hevur búleikast í yvir hundrað ár.
Tey bæði eru tað, ið vanliga verður
kallað ein býarmynd í Havn. Síðani
nítiárini hevur tað nevniliga verið ein
vanlig sjón at síggja tey bæði ganga
ein langan túr yvir við Strond árla á
morgni, óansæð hvussu veðrið hevur
verið.
– Vit plagdu at ganga frá Reyni og
yvir til Strond, og so allan vegin yvir
til rundkoyringina á Hálsi, og so oman
aftur í býin. Tað gjørdu vit hvønn ein
asta dag í eini fimtan ár í øllum veðrið.
Tað gjørdi ikki mun, um tað var kavi,
stormur, regn ella sól, greiða tey bæði
frá.
Læknaboð
Tað var eftir at Atli Klein Olsen hevði
fingið staðfest, at hann hevði ov høgt
kolesterol, at Andor Ellefsen, komm
unulækni, gav honum greið boð um,
at hann mátti røra seg meira.
– Eg fekk boð um at ganga sjey km
um dagin, so tað gjørdu vit, sigur Atli
Klein Olsen.
Hetta var langt áðrenn heilsuráki
skolaði yvir Føroyar, og tá var ikki
vanligt, at fólk vóru til gongu ella
runnu í gøtunum.
– Vit plagdu at fara tá um seks
tíðina fyri at sleppa undan ferðsluni.
Tá var óvanligt, at vit møttu nøkrum.
Tað var líka Poul Michelsen og Eirikur
Højgaard, men annars ikki nøkrum
øðrum. Men nú renna fólk sum eg veit
ikki hvat. Tað er ein øgiligur munur,
men tað er bara gott, sigur Ulla undir
Kletti.
Sjúka steðgaði teimum
Gangitúrarnir fingu tó ein bráðan
enda, tá Ulla undur Kletti í 2012
gjørdist sjúk.
– Eg fekk knappliga seks blóð
proppar, harav tríggjar í lunguni. Tað
ljóðar løgið, tí eg var væl fyri, men
læknin segði eisini, at tað helst gekk
so væl, tí eg havi gingið so nógv, sigur
Ulla undir Kletti.
Hjúnini vóru tó bitin av gongutúr
unum, og nakrar blóðproppar steðg
aði ikki teimum, tó at túrarnir ikki eru
eins langir longur.
– Vit ganga ein túr upp á 45
minuttir hvønn morgun, og einaferð
aftrat seinni á degnum. Her liggur alt
so tætt við, so vit ganga út á Tinganes,
oman í Vágsbotn, út á Skansan og so
runt ymsastaðni í Havnini, sigur Atli
Klein Olsen.
Parið viðgongur tó, at tey sakna
teir longu túrarnar, ið hjúnini plagdu
at ganga yvir við Strond.
– Eg kundi gingið einsamallur,
men tað tími eg ikki sjálvur, sigur Atli
Klein Olsen við eitt sindur av longsli
í røddini, áðrenn Ulla undir Kletti
heldur fram.
– Man vil so gjarna, men orkan er
ikki tann sama sum áðrenn sjúkuna.
Men bara tað, at man roynir at røra
seg, heldur enn at seta seg niður og
einki gera, ger ein mun. Men eg sakni
túrarnar yvir við Strond og at síggja
náttúruna, lombini, gásarungarnar og
dunnuungarnar, sigur Ulla undir Kletti
at enda.
Mynd: Álvur Haraldsen
Ulla undir Kletti og Atli Klein Olsen njóta góðveðrið