mánadagur 6. juni 2016síða 38
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 23 • 6. JUNI 2016
6
MIÐLAHÚSIÐ
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
T
að hevur næstan verið sum
sunnanfyri síðstu viku í Føroy-
um, eftir at veðrið hevur víst
seg frá síni bestu síðu, og boðar tað
bara frá góðum, nú summarið júst er
byrja. Hýrurin á fólki er eisini góður,
og Facebook hevur floymt yvir av
myndum frá føroyingum, ið eru komin
í summarhýr, og hava deilt myndir av
fjallatúrum, grillkvøldum, útispølum
og øðrum uttandura aktivitetum
síðstu vikuna.
Í SMS er tey eisini komin í summar
hýr, og skipa tey í hesi vikuni fyri
nøkrum døgum á Torginum, har
summarið verður fagnað. Dagarnar
hava fingið heitið Summar í SMS,
og verður Torgið latið í summarham,
meðan vitjandi fáa møguleikan at
royna ymiskar vørur og fáa íblástur,
nú summarið av álvara er byrja.
Á skránni hesar dagar verður ein
ørgrynna av tiltøkum, har handlarnir
í SMS fara at vísa teimum vitjandi
nakrar av teirra summarvørum. Millum
annað fer leikihandilin Klávus at seta
eina trampolin upp á Torginum, so at
børn fáa høvi at royna hana. Børnini
fáa eisini møguleikan at taka hana
heim við, tí Klávus skipar fyri einum
lutakasti um eina trampolin.
Leikihandilin fer eisini at lova teim
um vitjandi at royna ymiskar leikur,
ið hóska væl til summarið, Harí
millum verða fjarstýrdir bilar, tyrlur
og dronur, ið børn og ung plaga at
stuttleika sær við. Fríggjadagin verða
Jana Ejdesgaard Thomsen, ið er kend
sum persónligur venjari, og dóttir
hennara á Torginum, har tey fara at
gera ymiskt juice til tey vitjandi. Fólk
eru sjálvandi vælkomin at steðga á,
royna drykkirnar, og fáa hugskot til
teirra egnu drykkir.
Men einki føroyskt summar uttan
ís og grill, so sjálvandi verður eisini
tað at fáa í SMS. Í vikuni fer SMS at
bjóða ókeypis Slush-ís til tey vitjandi,
og so er ætlanin eisini at skipa fyri
einum grilldegi, har parkeringsøkið hjá
starvsfólkunum í SMS verður ruddað,
so at fólk kunnu njóta veðrið og eina
góða pylsu frá handilsmiðstøðini í
Havn.
Til ber at lesa meira um dagarnar
og síggja allan skránna á heimasíðuni
hjá SMS, ið er sms.fo
Summarið ger
innrás í SMS