mánadagur 6. juni 2016síða 40
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 23 • 6. JUNI 2016
8
MIÐLAHÚSIÐ
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
S
tóra danska handilsketan T.
Hansen Gruppen A/S fer nú
at kappast á føroyska mark
naðinum. T. Hansen kemur at halda
til á 1.400 fermetrum í stóra vinnu
bygninginum á Hjalla, har sum 360 í
sínari tíð var.
Umframt eyklutir til bilar selur
T. Hansen amboð, súkklur, skutarar,
dekk, felgur, bilstólar og nógv ymiskt
annað. Handilsleiðari verður Andreas
M. Andreasen, sum er kendur frá
eykalutafyritøkuni AMA.
Bent Jensen, stjóri og stovnari av
T. Hansen, sigur í tíðindaskrivi, at teir
leingi hava hugsað um Føroyar, men
tað er ikki fyrr enn nú at teir eru klárir
at seta seg á føroyska marknaðin.
– Vit hava eitt so gott konsept,
at hetta er nakað sum føroyingar
kunnu gleða seg til. Hjá okkum fæst
nógv fyri pengarnar. T. Hansen er ein
stórur aktørur á danska marknaðinum
við einum ársumsetningi upp á yvir
eina milliard og meira enn 700
starvsfólkum. Í Danmark hava vit 77
handlar, og høvuðssætið er á 30.000
fermetrum í Middelfart.
– Vit hava fingið fatur á røttu
starvsfólkunum at taka sær av at
etablera okkara fyritøku í Føroyum.
Hetta verður gjørt undir leiðslu av
Andreasi M. Andreasen, sum helst
er tann mest royndi við yvir 40 árum
í fakinum. Vit hava stórar ætlanir í
Føroyum og eru spentir upp á handilin
á Hjalla, sum letur upp einaferð í
heyst, sigur stjórin og stovnarin av
fyritøkuni Bent Jensen, sum stovnaði
fyritøkuna fyri 25 árum síðan.
Andreas M. Andreasen er útbúgvin
goymslumaður. Hann lærdi á eyka
lutagoymsluni hjá bilasøluni P/F
Vilhelm Nielsen og byrjaði so sum
sjálvstøðugur við eykalutafyritøkuni
AMA, sum hann rak til hann fyri 10
árum síðan seldi fyritøkuna.
Andreas sigur, at fyri hann er hetta
ein spennandi avbjóðing. T.Hansen
koma at satsa alt upp á at leggja før
oyska marknaðin undir seg. Vit koma
at liggja væl fyri við handlinum á
Hjalla, har er lætt hjá øllum at koma
til við góðum perkeringsviðurskiftum
og ljósum og innbjóðandi hølum.
Meira kunning fæst á andreasmax@
olivant.fo ella á telefon 213816.
Satsa alt upp
á føroyska
marknaðin
Bent Jensen stjóri í T. Hansen Gruppen A/S
Keypssamtøkan í Vágum
FK í Vágum sóknast eftir
Handils
lærlingi
til deildina í Miðvági
at byrja 2. juli ella eftir nær
ri avtalu
Krøv um útbúgving
· FHS 3 ára lærutíð
· HH 2 ára lærutíð
· Student ella HF 2 ár og 18 vikur
Vit bjóða einum drongi ella einari
gentu, við dirvi og áræði, eina út
búgving undir skipaðum viður skift um, í
einum handli, sum lív er í
Arbeiðstíð: 40 tímar um vikuna, frí ann
an hvønn leygardag
Nakrar ferðir í lærutíðini verður farið á
skeið í Danmark
Okkara krøv: Tú skalt vera fyrikom andi,
kundavinarlig/ur, røkin, hevur góð sam
starvsevni
Løn: Sambært S&K sáttmálanum
Aðrir upplýsingar fáast við at ringja til
332950 ella 221130 og spyrja eftir Álvi
Samuelsen
Umsókn: Skrivlig umsókn, merkt
Lærlingur, skal í seinasta lagi 23. juni
2007, saman við próvtøkuskjali
send ast til
FK Vágar
FO 370 Miðvági
Att.: Álvur Samuelsen
Tel 33 29 50 22 11 30
ella sum teldupostur til: as@fk.fo