mánadagur 6. juni 2016síða 42
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 23 • 6. JUNI 2016
10
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
TEMA
Sundalagsstevnan
Hugni í hásætið á
Sundalagsstevnuni
Sundalagsstevnan verður hildin á
hvørjum sumri sum tann næsta í
røðini av summarstevnum, um miðjan
juni mánað. Tað eru tær tríggjar
stóru bygdirnar í Sundalagnum,
Kollafjørður, Hósvík og Hvalvík ið
skiftast um at hava stevnuna.
Í Hvalvík er tað Róðrarfelagið
í økinum og skótaliðið Borgin, ið
skipa fyri stevnuna. Paula Egholm,
ein av fyrireikarunum til stevnuna,
sigur, at hóast tað kann vera lætt at
eftirlíkna øðrum stevnum og tiltøkum
fyri at fáa fólk til stevnuna, so hava
fyrireikararnir valt sín egna leist.
– Tað kann vera lætt at royna
at líkjast øðrum, men vit hava valt
at gera hetta á okkara egna hátt,
og leggja dent á, at tað skal vera
hugnaligt at vera á stevnuni.
Meira enn bara kappróður
Ein týðandi partur av føroysku
summarstevnunum er tjóðarítrótturin
kappróðurin.
Í
so
máta
er
Sundalagsstevnan einki undantak.
Stevnan er karmur um næsta umfar
í FM-kappingi í kappróðri, men
Paula Egholm ger greitt, at hóast
fyrireikingarnar til kappróðurin fara við
nógvari orku, so er Sundalagsstevan
meira enn bara kappróður.
Stevnan fevnir nevniliga yvir
tríggjar dagar, ið eru fyltir við eini
rúgvu av tiltøkum, ið eru ætlað
øllum aldursbólkum. Midnáttarrøða,
barnafagnaður,
fótbóltsdystur,
hólmgongur,
gongutúrar,
útigudstænasta og annað fara at
geva sítt serliga íkast til stevnuna.
Bygdahugni heldur
enn pengamaskina
Hóast nógv onnur tiltøk eru á skránni
sama vikuskiftið kring landið, og nógv
hevur verið kjakast seinastu árini um
framtíðina hjá bygdastevnunum, so
stúrir fyriskiparin ikki fyri, at fólk velja
onnur ting framum.
– Tað kann tykjast sum, at vit hava
ongan kjans í kappingini við onnur
tiltøk, tí at vit einans eru nakrar fáar
hendur, ið standa við ábyrgdini, sigur
Paula Egholm, ið tó er skjót at leggja
aftrat, at bygdafólki eru røsk at átaka
sær uppgávur og hjálpa til.
– Men seinast tá vit skipaðu fyri
Sundalagsstevnuni, valdu vit at fara
frá vanligu tankagongdini um, at
alt skal vera ræðuliga stórt, um vit
skuldu kappast við størri støðini um
gestirnar, sigur Paula Egholm.
Millum annað verður skipað fyri
fleiri tiltøkum fyri børnini hesar
dagarnar, og har hava fyrireikararnir
lagt dent á, at stevnan ikki skal
støvsúgva foreldrini fyri pengar.
– Tað skal ikki vera so, at foreldur
verða lokkað inn á eitt barnaøki har
alt kostar nógvan pening. Ístaðin
fara vit at skipa fyri ymiskum gomul
spølum, barnafagnað, kappingum og
øðrum, sigur Paula Egholm.
Í stuttum verður tað bygdahugnin,
ið skal fáa fólk at velja at leggja
leiðina framvið Hvalvík komandi
vikuskifti.
– Stevnan skal vera eitt hugnaligt
tiltak. Vit hava slept teimum villu
ætlanunum og royna ikki at fáa stórar
bólkar at spæla á stevnuni ella skipa
fyri einum festivali. Hetta skal vera
ein hugnalig stevna, har fólk skulu
fáa loyvi at vera til. Vit taka tempoið
úr gerandisdegnum, og lata bara fólk
hugna sær, sigur fyriskiparin, at enda.
Hvalvíkingar hava í hesum døgum úr at gera, nú bygdin um vikuskiftið enn
einaferð bjóðar øllum føroyingum til Sundalagsstevnuna