Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-06-06, síða 44
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 6. juni 2016síða 44

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 23 • 6. JUNI 2016 12 ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ TEMA Sundalagsstevnan TAÐ VERÐA TRÍGGIR DAGAR FULLAR AV HUGNA, RØÐUM, SPØLUM OG KAPPINGUM, TÁ SUNDALAGSSTEVNAN VERÐUR Í HVALVÍK UM VIKUSKIFTIÐ Vikublaðið hevur hugt eftir skránni og valt nøkur tiltøk úr rúgvuni Fríggjadagin klokkan 15.00 – 18.00 Barnafagnaður í barnagarðinum við Kráir Børnini tjóvstarta stevnuna, tá skipað verður fyri barnafagnað í barnagarðinum við Kráir nakrar tímar áðrenn sjálva setanina. Fleiri barnagarðar í økinum luttaka, tá børnini ganga skrúðgongu úr Margáum og út til barnagarðin har skipað verður fyri spælilandi, barnasangum og undirhaldi. Tiltakið varar í tríggjar tímar og atgongumerki á 50 krónur fáast við dyrnar. Fríggjadagin klokkan 18.30 Setanin Tað er næstan ein skylda á vera við til sjálva setanina. Røðari í ár verður Eydna í Homrum, og Eiðis ljómfelag fer at spæla til setanina. Stevnan verður sett uttanfyri Mørkina, ið samstundis skipar fyri opnum húsi, har til ber hjá gestunum at stíga inn á gólvi og keypa kaffi og kakur. Sum vant, so verður skipað fyri skrúðgongu í samband við setanina. Róðrarfelagið hátíðarheldur í ár, at tað eru 40 ár síðani, at felagið varð sett á stovn, og tí verða fleiri av gomlu manningunum hjá felagnum at síggja í skrúðgonguni. Fríggjadagin klokkan 19.30 Mótaframsýning Einasta mótahandilin í Hvalvík, Butik Hallfríð, skipar fyri mótaframsýning uttanfyri handilin. Vørurnar í handlinum eru vørur, ið eigarin sjálv bindur og selur. Fríggjadagin klokkan 23.30 – 04.00 Dansur í tjaldinum Eingin summarstevna uttan dans. Tá børnini eru sovnaði fara tey vaksnu út at hugna sær. Fyrireikararnir hava finigð Signar í Homrum og John Johansen at spæla til dansin, ið verður í tjaldinum á stevnuøkinum. Leygardagin klokkan 15.00 – 17.00 FM-kappróður Hæddarpunktið leygardagin verður uttan iva næsta umfar í FM-kappróðrinum, og verður væntandi nógv fólk til staðar, tá manningarnar kappast um at vera fremstar. Eftir róðurin vera steyp og heiðursmerki handaði á kaiøkinum við pallin. Leygardagur klokkan Kl. 20.00 EM-fótbóltur á stórskíggja Stevnugestir skulu ikki snýtast fyri EM-kappingini í fótbólti, og ásannandi, at tað altíð er stuttligari at hyggja eftir fótbólti við nógvum fólkum, verður skipað fyri EM-fótbólti á stórskíggja í felagshúsinum við Margáir Leygardagur klokkan 23.00. Miðnáttarhald Miðnáttarhaldið byrjar klokkan 23 leygar­kvøld­ ið, tá skipað verður fyri felagssangi, føroysk­um dansi og fýrverki við skúlan. Tað verður Edmund Joensen, løgtingsmaður, ið flytir fram røðu. Sunnudagur klokkan 10.00. Pílagrímstúrur Hvalvíkingar og allir føroyingar fáa møguleikan at ganga ein pílagrímstúr sunnumorgunin. Skipað verður nevniliga fyri einum túri úr Kvívík til Hvalvíkar, ið fyrireikararnir meta tekur tveir til tríggjar tímar. Farið verður úr Kvívik um tíggju tíðina, og er tað Bergtór H. Bjarkhamar, prestur, ið skipar fyri túrinum. Neyðugt er at melda seg til túrin, og kann tað gerast við at ringja til Bergtór H. Bjarkhamar á tlf. 237338. Tá gongufólki er komi fram til Hvalvíkar eru øll vælkomin til eina útigudstænastu við kirkjuna í Hvalvík, har Bergtóri H. Bjarkhamar prædikar. Leygardagin klokkan 17.30 EB/Streymur – B71 Lokala felagið EB/Streymur flutti niður úr Effo-deildini í fjør, men tað forðar ikki felagnum at spæla stevnudyst. Bestu menninir hjá EB/Streymi møta B71 við Margáir klokkan hálgvum seks. Leygardagin klokkan Kl. 19.30 Hólmgonga við skúlan fyri børn í skúlaaldri Skipað verður fyri einum stórum tiltaki fyri øll skúlabørn har kappast verður í liðum. Liðini skulu kappast um at vera best at loysa uppgávur, ið verða skipaðar sum kreativar og likamliga avbjóðingar. Tvey tey bestu liðini møtast í finaluni.