mánadagur 6. juni 2016síða 54
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 23 l 6. JUNI 2015
Ókeypis lýsingarblað
6
Man in Black
Bólkur við m.a. Remi Hansen,
Páll Joensen, Einar Vesturklett
og Kári Mikkelsen.
Bólkurin spælir tónleik, ið
fellur væl í oyruni. Talan er um
countrykendan tónleik, ið hesir
countryfjepparar hava á síni skrá.
CountryJam
CountryJam eitur bólkur, ið spælir dansi- og lurtaravinarligan tónleik. Bólkurin hevur roynda
manning, ið hevur mong ár á baki á føroyska tónleikapallinum.
Manningin er Hjalti Skaalum (guitar & sang), Milson Zachariassen (hawai-guitar &
resonator-guitar), Sverri Mohr Edvinson (el-klaver), Kári Olsen (bas), Petur Bærentsen
(guitar), Jógvan Toftum Olsen (trummur).
Georgette Jones
(USA)
Sangarinnan er Georgette Jones úr USA. Hon er fødd 5/10
1970 og er dóttir navnframu countrylegendirnar George
Jones og Tammy Wynette. Hon byrjaði sum 3 ára gomul
at syngja og framføra saman við foreldur sínum, og til
konsertir í dag syngur hon fleiri kend løg hjá teimum.
Hon hevur útgivið tríggjar fløgur saman við
plátufelaginum Hart of Texas Records. ”A Slighty Used
Woman”, ”Strong Enough to Cry” og eina serliga fløgu, “Till
I Can Make it on my Own”, sum er til minnins og heiður til
móðir sína.
Síðani hevur hon eisini útgivið tríggjar fløgur út við
plátufelaginum Lennon Records, “When Tractors Fly”,
“This Christmas” og “I Believe”. Tað nýggjasta hon
hevur arbeitt við, er ein duet við Sammy Kershaw,
á hansara fløgu til æru fyri George Jones. Tey
bæði valdu ein av yndis duet løgunum hjá
George og Tammy, nevnliga ”Near You”.
Vágaverk
Hetta er ein samanrenning av tí besta, ið Vágoyggin hevur fostrað innan
tónleik seinnu mongu árini. Vágasoundið er har, og so heilt serliga huglagið
í løgum og tekstum. Høvuðsmenn eru Jóan Jakku Guttesen, ið er kendur úr
bólkinum Tinganest, og hin oddamaðurin er Sámal Ravnsfjall, ið er kendur
sum einstaklingur, troubadourur við sangi og guitara, og eisini sum partur av
so mongum ymsum samansetingum.
Við hesum báðum vágamonnum á odda kann ein ikki fara heilt skeivur, og
so kann ein millum annað gleða seg til 1000 og eina nátt.
Góða gamla twilight við upprunamanning. Twilight var av fremstu og
virknastu dansibólkum í áttatiárunum, og kanska eisini nakað eftir tað. At
kalla hvørt einasta vikuskifti vóru teir á ferð og undirhildu í hvørjum króki í
landinum í áravís.
Umframt tónleikin, so vóru teir eisini kendir fyri at vera sera virknir, og
ein undraðist næstan á, hvussu teir høvdu stundir til nakað annað, enn
tónleikin. Teir spældu at kalla altíð, men átti eisini sera nógva útgerð, ið teir
røktu og sum eisini varð brúkt, tá nógv størri tiltøk vóru. Og egnan stóran
og flottan buss høvdu teir eisini.
Men eisini Tvilight sá, at ljósið brann út, og støðgur kom í. Men
eftir nøkur ár í myrkrinum, trein bólkurin herfyri aftur á pall á
Dansibandfestivalinum í Vági. Og nú gera teir tað enn einaferð í Sørvági.
Manningin er: Pauli Magnussen, gitar og kór. Robert Magnussen, sang.
Einar Vesturklett, trummur. Kartni Fordnagard, bass og Hans A. Højgaard,
keyboard og kór.
Twilight
Fríggjakvøldið
Lítli pallur kl. 02.00
Fríggjakvøldið
Lítli pallur kl. 22.00
Fríggjakvøldið
Lítli pallur kl. 20.00
Fríggjakvøldið
Stóri pallur kl. 23.00
West Saloon
Leygardagin kl. 18 og 20