Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-06-06, síða 56
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 6. juni 2016síða 56

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 23 l 6. JUNI 2015 Ókeypis lýsingarblað 8 Jørgen og Jákup við bólki Kendir eru teir í lokalumhvørvinum í Sørvági, har teir mangan vóru á palli. Men teir hava givið út tónleik, ið hevur sett teir á tónleikakortið, og sum hevur borið tónleik teirra út um allar Føroyar. Teir báðir byrjaðu at spæla saman fyri skjótt 30 árum síðan og á festivalinum 10. juni koma teir við nýggjum spennandi orkestri. Teir eru kendir fyri at fáa áhoyrarnar við, tá teir spæla sínar mongu slagarar, so sum ‘Eg vil út’, ‘Besti vinur mín’, ‘Ung og føgur’ og ‘Ytsti Arni’. Eisini fara teir at spæla onkur løg frá Sørvings og nakað av nýggjum verður eisini hesaferð. Fyri 3 árum síðan vóru teir seinast á palli á Country- og Bluesfestivalinum. Dungasandur dandaði, har áhoyrarnir sungu, klappaðu og dansaðu við til teirra tónleik. Umframt teir báðar, Jørgen Niclasen og Jákup á Stongum, telur orkestri Holgar Jacobsen, guitar, John Edvin Joensen, bass, Severin Niclasen, klaver, Finnur Joen-Jacobsen, trummur og Ásvør Vest Niclasen, saxofon. Tinganest Hetjurnar úr Tinganest. Bólkurin, sum av álvara setti Vágoynna á Føroyakortið, og sum meira enn nakar annar kann taka patent uppá eyðkenda vágasoundið. Bólkurin kom fram í áttatiárunum, tá fleiri útgávur komu frá bólkinum. Nógvar landaplágur vóru tilsamans á hesum útgávum, men tó vóru kanska ikki øll, ið beinanvegin fullu fyri bólkinum og serliga soundinum. Men sangirnir eru í dag fólkaogn. Lagt afturat føroyska sangskattinum hava teir í Tinganest, tað er onki at ivast í, og tá teir eru á palli, so kann bæði syngjast og dansast við, um ein ikki bara hevur hug at njóta løtuna. Bólkurin er seinnu árini komin aftur, - hevur róð afturá, og er nú størri enn nakrantíð. Helst fer ein ikki skeivur, um ein kallar Tinganest fyri ein kult bólk. Hetta er nostaligi, sum enn kann brúkast, og ikki er farin av tíðarinnar tonn, men sum hinvegin er cool. Kjarnin í bólkinum vóru og eru Jóan Jakku Guttesen: Sang, Bass, Akk. Gittar, og Magnus á Stongum: Sang, Akk. Gittar. Í bólkinum leiktu eisini Eivin Simonsen og Elias Simonsen, og á útgávum frá áttatiárunumleikti Oskar Eiriksson trummur. Í dag manna Jóan jakku og Magnus framvegis bólkin, og við sær hava teir Holgar Jacobsen á guitar og Finn J. Jacobsen á trummum. Jóhan í Kollafirði – frásøgu­ maður og tónleikari Johan í Kollafirði kenna allir føroyingar. Í áttatiárunum spældi Johan við bólkinum Springs, ið var sera virkin bólkur, ið spældi kring alt landið fram til 1990. Bólkurin gav fløgu út í 1989, har Johan eittnú sang um Bøllefrø. Seinni gjørdist argjamaðurin kendur við sanginum um Kollafjørð, og fyri síni innsløg við lokalradio, nevnd Radio Kollafjørð. So gekk tað slag í slag, fleiri sangir komu og ikki minst gjørdist Johan kendur skemtari. Tá hann flutti til Fámará við Rakul, og seinni ikki slapp at vera har meira, fylgdu øll við, og mong fylgja enn við á Facebook, nú Rakul og Johan hava ognað sær garð í Danmark, og hava gjørt dreym til veruleika. Skemtiligi og væl upplagdi Johan verður frásøgufólk á Country- og Bluesfestivalinum, men umframt fer hann eisini at vísa síni kynstur á klaverinum og sum sangari. Axel O & CO Størsta Country navn í Íslandi við m.a. Axel Omarsson sum forsangara og kendi Jóhan Ásmundsson (Mezzeforte) á bass. Axel O & CO. er ein country bólkur úr Íslandi, og manningin er: Axel Ómarsson (sangari & gitar), Magnus Kjartansson (klaver & sang), Sigurgeir Sigmundsson (gitar & pedal steel), Jóhann Ásmundsson (bassur), Sigfús Óttarsson (trumma). Bólkurin var stovnaður summarið 2015, og teir hava hagartil útgivið trý støk løg, ”Country Man”, ”The World” og tað nýggjasta lagið “Country Christmas all the way”. Í løtuni arbeiða teir við teirra fyrstu EP útgávu. Tað var forsangarin Axel, ið tók stig til bólkin. Bert 16 ára gamal, flutti hann saman við familjuni til Tulsa, Oklahoma, og seinni til Houston, Texas, og tað var her hann fekk áhuga í country tónleiki. Hendan áhugan tók hann við sær, tá hann flutti aftur til Íslands. Allir í bólkinum eru kendir í Íslandi, men har er ein, sum er kendur út um Ísland, nevnliga bass spælarin Johann Asmundsson, sum er ein av frontfigurunum í kenda tónleikabólkinum Mezzoforte. Fríggjakvøldið Lítli pallur kl. 00.30 Fríggjakvøldið Lítli pallur kl. 18.00 Fríggjakvøldið Stóri pallur kl. 01.00 Leygarkvøldið Lítli pallur kl. 21.00