Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-06-06, síða 58
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 6. juni 2016síða 58

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 23 l 6. JUNI 2015 Ókeypis lýsingarblað 10 Holgar Jacobsen Holgar er ikki nýggjur á palli, men hann hevur seinni árini verið sera virkin, og hevur av álvara skapt sær eitt navn. Hann er av virknastu tónleikarum í landinum, hvørt tað so snýr seg um at spæla kring landið, tá vikuskifti er, ella spæla á ymsum festivalum, og ikki minst hevur útgávuvirksemið fylt nógv. Holgar hevur fleiri útgávur á baki, og er nærum altíð í fer við at bryggja tilfar til nýggjar útgávur. Hann er kendur sum einstaklingur, men er annars at síggja og hoyra í ymsum høpum í føroyska tónleikalívinum. Hann verður ein av lokalu, men landskendu, tónleikarunum, ið fer á pall í Sørvági. Western Satellites (Svøríki) Er ein bólkur úr Svøríki. Manningin er: Berra Karlsson (steelgitar), Thomas Haglund (fiól), Hessy Eriksson (trumma), Andreas EA Olsson (guitar/sang), Ola Soderberg (keyboard/sang) og Lena Noren (bassur/sang). Bólkurin varð stovnaður í 1995, tá nakrir menn úr tveimum rockabilly bólkum settu sær fyri, at skapa country tónleik. Síðani tá hevur tað verði nógv útskifting av manning, men teirra málsetningur gjøgnum øll árini er at skapa country tónleik á høgum støði. Í 1999 vann bólkurin ”the European Country Contest” í Pólandi og harafturat fekk bólkurin viðurslønirnar fyri “Most American Sounding Band” og “TV-Viewers Vote For Their Favorit Band” har 40 milliónir fólk í Europa kundu fylgja við í sjónvarpinum og atkvøða. Fyrsta fløgan hjá teimum kom út í 2000 og hevur heiti “Old Chevy II”. Tey síðstu árini hava nógvir amerikanskir og norðurlendskir country sangarir umbiðið og framført við Western Satellites sum “backup band”. Peter Roach DJ Wild West Jú, útvarpslegendan Petur Roach verður DJ. Kendur er hann fyri dygdargóðu sendingina Rót Og Rútma við countrytónleiki, kryddað við søguligum viðmerkingum og undirbygdum metingum. Har hoyrist gott og gamalt, men eisini hevur hann fingurin á pulsinum, og veit hvat er á vási á tónleikapallunum úti í heimi. Birgir Kruse DJ Wild West Birgir Kruse er onnur útvarpslegendan. Hann hevur skipað fyri mongum sendingum í útvarpinum, og mong minnast eittnú Náttarravnar og Vetrarbreytina. Men eisini hevur hann mangan verið tikin inn av bonkinum, tá Petur sjálvur ikki hevur kunnað havt Rót og Rútmu, tí tað er nevniliga so, at Birgir er countryfjeppari, og ikki minst countrykennari. Og avloysarin í Rót og Rútmu hevur hvørjaferð prógvað, at umframt at kenna tónleikin, so røkkur countrysjónarringurin víða, og ferðin á oydnu heiðini spennir ofta víða. DJ OX DJ Wild West (Óli Samuelsen) DJ OX er eitt navn, i ofta hevur verið frammi, tá vanligt var at hava DJ til dansitiltøk. Ein royndur DJ'ari. Her er ein DJ av rætta slagnum, ein sum dugir og sum eisini er førur fyri at geva fólkinum tað, ið tørvur er á – júst tá, ið løtan er. Tí tað er tað, ið bæði tónleikarar og ein DJ skal duga ; hetta at merkja fjøldina og at laga seg eftir henni. Bólkurin er ársins Sementvinnari 2016. Bólkurin vann kappingina, og kom av álvara fram í ljósmála orsakað av hesum. Bólkurin hevur unga manning, men tónleikliga er talan um bólk, ið er búgvin, tá hann spælir sín tónleik, ið helst best kann metast sum blues- rockur. Í bólkinum eru Ragnar Finnson á guitar, Marianna W. Nagata, sang, Kári Fossaberg Ellingsgaard á bass og Tórður Dam Jacobsen á trummum. Eivin á Presttrøðni og Valdemar á Løgmansbø Eivin á Presttrøðni er ófør­ur sangari, og hevur hann í mong ár verið kendur í lokal­um­ hvørvinum í Vágum. Hóast øll kanska ikki bein­ an­vegin vakna, so er tað tó so, at flest øll kenna ella hava hoyrt Eivin. Hann er á ymsum útgávumm, og kendur er eittnú sangurin Robin Hood. Systkini á Løgmansbø vóru nógv frammi fyri nøkrum árum síðani. Valdemar er ein teirra, og hevur hann verið sera virkin tónleikari, og eisini tá tað snýr seg um at skapa tónleik. Stílurin er, so sum vit minnast tey á Løgmansbø, har góða lagið og fangandi teksturin eru í miðdeplinum. Her fáa vit vágamenn á pall, ið vágafólk kenna, men sum nú aftur uppiborið sleppa at spæla og syngja fyri breiðari fjøld av føroyingum.tónleikarunum, ið fer á pall í Sørvági. Bluesette DJ Legendur Ein partur av festivalinum verður annað enn livetónleikur, men ikki verri við tað. Heldur hinvegin, tí tað eru legendur, ið fara á pall at velja tónleikin Leygarkvøldið Wild West kl. 18.00 Fríggjakvøldið Wild West kl. 19.00 Fríggjakvøldið Wild West kl. 16.00 & 18.30 Fríggjakvøldið West Saloon kl. 19 & 21 Leygarkvøldið Lítil pallur kl. 23.30 Leygarkvøldið Stóri pallur kl. 21.00