Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-06-06, síða 62
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 6. juni 2016síða 62

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 23 l 6. JUNI 2015 Ókeypis lýsingarblað 14 Vilmund Jacobsen Helen Skaalum, ið er ein av teimum, sum stendur aftan fyri fyrireikingarnar av Sørvágs Country-& Bluesfestivali, sigur, at tey hava verið nógv niðri á øk- inum seinastu dagarnar. – Eg haldi, at tað gongur rættiliga væl at skipa økið, og tað er stuttligt at síggja, hvussu nógv eru til reiðar at taka eina hond í, har á stendur. Hon sigur, at nøkur kvøld hava tey, sum arbeiða við at skipað festivaløkið og countrygøtuna, grillað og hugnað sær saman. – Mamma mín, Thordis Skaalum, hevur verið við øll árini og søgan um, tá hon fyri nøkrum árum síðan sá nógvu motorsúklurnar í Vágum og fekk hugskotið um ein countryfestival, er kend millum manna. Okkurt nýtt Helen Skaalum vísir á, at hon hevur búð í Danmark í nøkur ár, og tískil hevur hon ikki verið við í fyrireik­ing­ unum til ein slíkan festival áður. – Eg kann næstan siga, at eg heldur ikki havi verið á einum slíkum festivali. Rætt er, at eg var heima í fjør, men tá gjørdist veðrið so ógvuliga keðiligt, at hin rætti uttandurahugnin og stemningurin ongantíð kom í hædd­ina. Tískil eri eg ógvuliga spent til tiltakið hesaferð, og vit vóna øll, at veðurgudarnir verða við okkum. Helen Skaalum sigur, at nú til­tak­ ið nærkast, stákast mamma henn­ara, sum býr heilt oman móti festi­val­øki­ num, alla tíðina niðri á økinum og í coun­trygøtuni. – Hon er har niðri frá morgni til kvølds, og hon stórtrívist við at fyri­ reika og rigga til. Eitt, sum verður nýtt í ár, er ein skáli við barr og livandi tónleiki, sum verður beint niðan fyri vegin við húsini hjá mammu míni. Hon sigur, at hesaferð verða eisini tvey eldratiltøk í staðin fyri tað eina, og hetta er eitt sera væl umtókt tiltak, ið savnar eina rúgvu av fólki. Tað góða gamla Helen Skaalum sigur, at tónleikur altíð hevur verið partur av teirra heimi, og serliga var tað tann góði, gamli tónleikurin, sum var at hoyra, ikki minst countrytónleikur og rockur. – Sjálv dámar mær allan tónleiki, legg­ur hon aftrat. Hon heldur, at tá tú hevur eitt slíkt afturvendandi tiltak, sum Sør­ vágs Country-& Bluesfestival, er um­ ráðandi, at okkurt nýtt er. – Eg haldi ikki, at vit endiliga eiga at veksa so nógv um tiltakið, sum eg haldi er sera gott og passaligt. Men, fólk eiga kanska at hava fleiri ymiskar møguleikar í økinum, og kanska eiga onkur tiltøk at verða tillagað. Hon vísir á, at skálin við barr og livandi tónleiki er nýggjur í ár, og í ár verður tað Angus Steakhouse í Havn, sum kemur at borðreiða mat í Klon­dyke, sum er í dansistovuni. Her verður høvi at seta seg niður og njóta ein góðan festivalbúff við øllum tilhoyri. – Í Wild West, sum er í sama bygn­ ingi niðri á festivaløkinum, fer Petur Rouch fríggjakvøldið at vera gesta DJ, og leygarkvøldið verður tað country- kennarin, Birgir Kruse, sum verður gesta DJ. Helen Skaalum sigur, at uttan fyri 07 Vestur húsið verða hitapottar settir upp, og inni í húsinum verður eisini høvi at sleppa á wc og fáa sær brúsu­bað. Ikki troyttar – Nei, vit eru ikki troytt enn. Nú nærk­ ast tiltakið so nógv, og spenningurin er stórur. Vit vilja hava alt upp á pláss teir næstu dagarnar. Tað er rættiliga spennandi at vera við fyri fyrstu ferð, og eg gleði meg, til dyrnar verða latnar upp fyri Sørvágs Country-& Blues­festivali. Helen Skaalum endurtekur, at bygdar­fólkið eru ófør at taka hond í. – Vit gera tað soleiðis, at øll, sum við eru, hava eitt sindur at siga, soleiðis at fleiri eru við í avgerðunum um, hvussu økið skal skipast. Tað er umráðandi, at øll bygdin kennur seg sum ein part av hesum stóra tiltaki. Spurd, hvussu tað ber til, at hon sum næsta ættarlið – um vit so kunnu siga – er vorðin partur av fyri­ reik­ingunum til Sørvágs Country-& Bluesfestival, sigur Helen Skaalum, at tað ikki minst er mamma hennara, ið gjarna vil vísa henni, hvussu spennandi tað er at skipa og samskipa eitt slíkt tiltak við einum so góðum endamáli, sum ein country-festivalur er. – Mamma mín brúkar nógva tíð upp á tiltakið, og hennara lutur er kanska serliga at skipa økið uttan um sjálvan tónleikapartin. Hinvegin hava vit góð og sera dugnalig fólk, ið taka sær av nógvum praktiskum tingum, sum skulu fáast upp á pláss. Her skulu ymisk loyvir útvegast og ikki minst skal alt tað, sum er grundarlagið undir øllum festivalinum – tónleikabólkarnir – fáast til vega. Hetta krevur nógv sam­skifti og er eitt megnararbeiði, sum onnur taka sær av, sigur hon. Eg spyrji Helen Skaalum sigur, at nú hon er so nýggj og óroynd í hesum arbeiði, spyr hon tey, sum hava verið við øll árini, hvat hon skal taka sær av. – Eg spyrji, hvat er eftir nú at gera, og hvørjum eg kann hjápa til við, sigur Helen Skaalum. – Vit eru ikki troytt. Nú nærkast tiltakið so nógv, og spenningurin er stórur. Vit vilja hava alt upp á pláss teir næstu dagarnar. Tað er rættiliga spennandi at vera við fyri fyrstu ferð, og eg gleði meg, til dyrnar verða latnar upp fyri Sørvágs Country-& Bluesfestivali, sigur Helen Skaalum Helen er við fyri fyrstu ferð - Mamma mín brúkar nógva tíð upp á tiltakið, og vit hava góð og sera dugnalig fólk, ið taka sær av nógvum praktiskum tingum, sum skulu fáast upp á pláss, sigurt Helen Skaalum Helen Skaalum hevur búð niðri og hevur ikki verið við í fyrireikingunum til Sørvágs Country-og Bluesfestival áður. – Eg eri ógvuliga spent, og eg vóni, at veðurgudarnir verða við okkum, sigur hon