Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-06-06, síða 64
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 6. juni 2016síða 64

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 23 l 6. JUNI 2015 Ókeypis lýsingarblað 16 Vakrar perlur í Sørvági Seinnu árini eru nógvar fríðkingar gjørdar í Sørvági, og kommunan hevur lagt nógva orku í at fríðka og laða - til gleði og gagns fyri borgararnar Vilmund Jacobsen Í Sørvági hava tey sæð týdningin av at fríðka um í bygdini, og hetta er vorðið til nógvar vakrar perlur við snøggum laðingum og fríðkingum annars. Tær upphæddir, sum kommunan setir av í hesum sambandi, tríva ofta inn í hvørja aðra, eitt nú við grót­lað­ ingum fram við áarbakkanum í stóru áunum í bygdini. Økið á Stakka Í fleiri ár hevur Sørvágs kommuna havt eyguni opin fyri at finna økir í bygd­ini, har rímilig lívd, og har fólk kunnu savnast. Eitt av hesum økjum er Stakka, sum liggur væl fyri í bygdini. Her hevur tað eydnast kommununi at keypa havan hjá grannanum norðanfyri. Økið á Stakka, sum kommunan nú ræður yvir, er ætlað sum ein gáva til borgararnar, nú kommunan hevur 100 ár á baki sum sjálvstøðug kommuna. Fríøki og spælipláss Fríøkið á Stakka er ætlað til hugna, samveru og samkomur, ung sum eldri. Havin hevur spælipláss, sum er ætlað børnum og sum samverustaður hjá børnum saman við foreldrum. Hesi øki verða bundin saman við gøtum, og stórur dentur verður lagdur á, at økini bæði – fríøkið og spæli­ plássið – kunnu virka saman og hvør sær. Snøggar grótlaðingar eru fram við áarbakkanum í stóru áunum í bygdini Mynd: Vilmund Jacobsen Vilmund Jacobsen Í samband við Country-& Blues­ festivalin í Sørvági, 10.-11. juni, verða broytingar í ferðsluni í bygdini. Í kunngerð verður boðað frá, at broytingarnar eru galdandi frá fríggja­ degnum 10. juni klokkan 15 til sunnu­ morgunin, 12. juni klokkan 08. Teir vegir, sum verða stongdir í hes­um tíðarskeiði, eru Kirkjuvegur, Skúla­brekkan, Lambastovubrekkan, Stoffa­brekkan og innkoyringin til fót­ bóltsvøllin. Ferðslunevndin hjá Sørvágs kommunu veit at siga, at ferðslan til Bíggjar og Gásadals fer eftir skúla­ vegnum og undir Skorðagarði. – Í sambandi við broytingarnar í nevnda tíðarskeiði verða skelti sett upp, veit ferðslunevndin hjá Sørvágs kommunu at siga. Ferðsluviðurskifti á festivalinum Broytingar verða í ferðsluni í Sørvági í samband við stóra festival-tiltakið Fríøkið á Stakka er ætlað sum ein gáva til borgararnar, nú Sørvágs kommuna er farin um tey hundrað sum sjálvstøðug kommuna Mynd: Vilmund Jacobsen