Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-06-06, síða 66
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 6. juni 2016síða 66

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 23 l 6. JUNI 2015 Ókeypis lýsingarblað 18 PunJab Ein bólkur, ið er komin sum eitt aldubrot inn í føroyskan tónleik, og hevur órógvað stillið, ið valdaði í føroyska dunnuhylinum. Vælleikandi ungir tónleikarar, ið ikki eru bangnir fyri at royna nýggjar leiðir, og sum tykjast vilja kanna alt tað, ið er við síðina av áður tráddum gøtum. Ungir og orkufullir taka teir lurtaran við, og krevja eisini eitt sindur av honum, tí ikki altíð er víst, at Punjab fer tann vegin, ið lurtarin væntar ella vil. Her kann lættliga væntast, at talt verður annað enn 4/4, og her er sum heild rúmd fyri bilsni og spæligleði. Bólkurin hevur givið út fløgu, og eisini verið nógv á palli, umframt at limirnir, sum dugnaligir tónleikarar, hava verið at sæð og hoyrt í ymsum øðrum høpum eisini. Við í bólkinum eru Árni Johannesson (sang/gitar), Matthias Kjølbro (saksofon), Tórði Dam Jacobsen (trumma), Kári Fossaberg Ellingsgaard (bass), Kristian Pauli Ellefsen (keyboard) og Robert Bjarnason (gitar). Hallur Joensen Hallur er nevndur føroyski country-kongurin. Og helst er tað so, at har er ongin yvir og ongin við hansara lið. Hallur hevur langt síðani vunnið sær sess á ovastu rók í Føroyum, og eisini uttanfyri landoddarnar spælir hann javnan, og boð eru eftir honum. Hallur hevur givið fleiri útgávur út, og felags er, at góðskan er í hásæti, og á einu útgávuni syngur hann duett við fleiri av stóru stjørnunum úr Nashville. Hallur Joensen er country, góðska og hugni í einum væleydnaðum blandi, har føroyskt tónasmíð verður tikið til nýggjar hæddir, og klætt í veruligan Nashville-búna, so at ein onkra løtu ivast, um tað nú veruliga er Hallur úr Klaksvík, ella ein av stóru stjørnunum uttan úr heimi, ið er á pallinum. Danni Leigh (USA) Hon er fødd Virginia USA í 1970. Hon er countrysangari við sonevnda honky tonk stílinum. Sum 19 ára goml fór hon til Florida, og fór til upptøkuroynd sum sangari í Disney World, men hon endaði ístaðin í Nashville í 1994. Hon fekk plátusáttmála, og umframt spældi hon nógv á palli. Undanvindur hevur tó verið meiri í Europa, enn USA. Hon er eisini eitt stórt navn í Korea, Brasilia og Japan. Í 1999 varð hon í uppskoti til Rising Star Trophy, ið er bretsk heiðursløn innan country. Hon hevur spælt nógv í Texas, har hon hevur búð síðani 2002. Guðrun Sólja Jacobsen (Tributet to Tanya Tucker) Guðrun Sólja gjørdi á sinni ta bragd, at hon vann donsku kappingina hjá DR, ið nevndist Stjerne For En Aften. Í dag er sendingin at meta við X-Factor. Guðrun Sólja var nógv frammi tíðina aftan á bragdið, og gav eisini útgávur út. Hon flutti til Danmarkar, og er hon í dag útbúgvin sanglærari. Fyri fáum árum síðani byrjaði hon at vitja oftari í Føroyum, og hevur hon javnan havt sangskeið í Havn, og hevur hon eisini framført. Á Country- og Bluesfestivalinum fer hesin framúr sangfuglurin av Tvøroyri á pall, og Tanya Tucker verður heiðrað. Hetta kann bara gerast ein sera góð løta, har góður tónleikur og framúr røddin hjá Guðruni Sólju ganga upp í hægri eind. Manningin, sum verður á pallinum saman við Guðrun Sólju, eru: Kim Hansen - klaver. Brandur Jacobsen - trumma. Jóhannus á Rógvu - bass. Jákup Zakariasen - steel. Janus Kampman - gitar. Four Menh (Tribute to Hank Williams) F1ourMENh er country og dansibólkur sprottin í Fuglafirði. Bólkurin hevur verið við á Countryfestivalinum øll árini, bæði sum sjálvstøguður bólkur og sum backingbólkur hjá Magna Christiansen. FourMENh fer í ár, at tulka sangir hjá Hank Williams. Teir sum mannað bólkin eru: Jens Pauli Joensen trummir, Hugo Leo bass og sang, Mouritz Mohr guitar og sang og Njal Reinert- Petersen, guitar, keyboards og sang. Bólkurin fær oftani hjálp frá Magna Husgaard í Klaksvík og so er eisini hesaferð. Bólkurin fer á Country- og Bluesfestivalinum at heiðra Hank Williams, og er tað nakar countrysangari, ið hevur vunnið mong hjørtu í Føroyum, so er tað júst Hank Williams. Tí kann væntast, at hetta gerst ein av stóru hugnaløtunum, har fólk av álvara eru við. Angela og Hannibal (Barna Show) Altíð væl eydnað, tá Angela og Hannibal far á pall. Børnini eru púra burtur í teimum, tá Hannibal roynur at lumpa Angelu, men brátt gloyma mammur og pápar seg eisini burtur, og áðrenn tey vita av eru tey so nær, at tey eru mitt í vatnkríggi, har Hannibal hevur tungu vápnini. Vatn, gykl og skemt í barnahædd. Tað tryggja Angela og Hannibal, og lat so bara sólina skína, tí ein karm kann ein altíð vænta sær, tá tey bæði eru í nánd. Leygarkvøldið Lítli pallur kl. 03.00 Leygarkvøldið Stóri pallur kl. 20.00 Leygarkvøldið Stóri pallur kl. 22.00 Leygarkvøldið Stóri pallur kl. 00.45 Leygardagin Lítli pallur kl. 14.00 Leygarkvøldið Stóri pallur kl. 0.00