mánadagur 6. juni 2016síða 68
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 23 l 6. JUNI 2015
Ókeypis lýsingarblað
20
Vilmund Jacobsen
Hóast pláss er fyri umleið 140 kamp
ingvognum við festivaløkið í Sørvági,
eru øll plássini umbiðin longu fyri
nøkrum vikum síðan.
Tað er Visit Vágar, sum hevur selt
kampingplássini, og kunningarstovan
selir eisini atgongumerki til Sørvágs
Country-og Bluesfestival.
Leiðari á Visit Vágar er Sølvi
Simonarson, og hann ásannar, at
stórur áhugi er fyri gisting í kamp
ingvogni, nú festivalurin stundar til í
Sørvági.
– Tað er langt síðan, at tær fyrstu
bíleggingarnar komu, og tað eru longu
nakrar vikur síðan, at øll 140 plássini
vóru seld.
Hann vísir á, at um onkur, sum
hevur fingið pláss, leypur frá, sleppur
tann fyrsti í bíðirøðini framat.
– Men, tað verður ikki soleiðis, at
pláss verður fyri øllum á kamping
plássinum í Sørvági, sum standa á
bíðilista. Tað eri eg rættiliga sann
førdur um.
Sølvi Simonarson sigur, at møgu
leikar eru eisini fyri tjalding á Sørvágs
Country-& Bluesfestivali, og her eru
pláss eftir.
– Tey, sum kundu hugsað sær
at búð í tjaldi á festivalinum, kunnu
venda sær til okkara á tlf. 333455.
Onnur kampingpláss
Leiðarin á Visit Vágar vísir á, at
umframt kampingøkið í Sørvági, sum
væl og virðiliga er fullteknað, er eisini
skipað kampingøki á Giljanesi og í
Miðvági.
- Á Giljanesi er tað Niels Olgar
Joensen, sum stendur fyri økinum, og
í Miðvági er tað Krisjan Johansen.
– Vit hava fleiri á bíðilista til kamping
í Sørvági, men leypur onkur frá,
sleppur tann fyrsti í bíðirøðini framat,
sigur leiðarin á Visit Vágar
Stórur eftirspurningur
eftir kampingplássi
í Sørvági
Sølvi Simonarson, leiðari á Visit Vágar,
ásannar, at kampingøkið í Sørvági
megnar ikki at taka ímóti øllum, sum vilja
á Sørvágs Country-& Bluesfestival
Tað er stórur áhugi fyri at gista í kampingvogni í
Sørvági, nú festivalurin stundar til, og her verða
mong, sum fáa høvi at hugna sær saman
Myndir: Birgir W. Høgnesen