Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-06-06, síða 70
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 6. juni 2016síða 70

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 23 l 6. JUNI 2015 Ókeypis lýsingarblað 22 Vilmund Jacobsen Fimm fólk eru knýtt at Kunningar­ stovuni í Vágum – visitvagar.fo – og hetta svarar til umleið trý ársverk. Dagligur leiðari er Sølvi Simonarson, og hann hevur starvast her síðan hin 1. mai í 2015. Kunningarstovan í Vágum, sum húsast í terminalinum á Flogvøllinum, er opin í dagtímunum, og hon er eisini opin, tá flogførini koma og fara. Kunna um økið – Okkara uppgáva á flogvøllinum er at veita kunning til ferðafólk, sum koma til landið, og her er talan bæði um kunning um Vágar, men eisini um Føroyar sum heild. Sølvi Simonarson vísir á, at Kunningar­stovan í Vágum er ogn hjá Felagnum Vágar, og samstarvað verður eisini væl við kommunurnar í oynni. – Okkara uppgáva er soleiðis at veita kunning um ta vinnu, sum er her í oynni – og at tæna kommununum og borgarunum í oynni. Fjølbroyttar uppgávur Leiðarin sigur, at uppgávurnar hjá Kunningarstovuni eru ymiskar og rættiliga fjølbroyttar. – Vit leiga út summarhús og íbúðir, og vit selja ymisk ferðatilboð fyri veitarar í oynni. Vága gongufelag er endurstovnað, sum vit eru í tøttum samstarvi við, og vit hava Lakeside og aðrar útbjóðarar á ferðavinnuøkinum, sum vit samstarva við. Skipað verður fyri gongutúrum við ferðaleiðara, og her er talan bæði um stuttar og langar túrar - alt eftir, hvat tey ferðandi kunnu ynskja sær. Hann vísir á, at nú Sørvágs Country-& Bluesfestivalur verður 10. og 11. juni, hevur kunningar­stovan tikið sær av at selja kampingpláss og atgongu­merki til festivalin. Nógv vitjandi Sølvi Simonarson sigur, at talið av ferða­fólki, sum vitja í Vágum, er veks­ andi, og hann fegnast um, at alt fleiri og fleiri føroyingar eisini leita sær í Vágar. – Her eru nógvir møguleikar, bæði til gongu og í báti, og Mykines-túrurin er hin mest eftirspurdi. Dagligi leiðarin sigur, at Kunningar­ stovan í Vágum - visitvagar.fo – altíð er til reiðar at svara fyri­spurningum og vegleiða fólk um teir møguleikar, ið eru. – Vit eru eisini aktiv á facebook, har vit eru at finna á síðuni - visitvagar, sigur Sølvi Simonarson. Tey, sum vilja hava samband við Kunningar­stovuna í Vágum, kunnu ringja á tlf. 333455. – Kunningarstovan í Vágum er ogn hjá Felagnum Vágar, og samstarvað verður eisini væl við kommunurnar í oynni. Okkara uppgáva er at veita kunning um ta vinnu, sum er her í oynni – og at tæna kommununum og borgarunum í oynni, sigur leiðarin, Sølvi Simonarson Nógvir ferða­møgleikar í Vágum og Mykinesi – Her í Vágum og Mykinesi eru nógvir møguleikar, bæði til gongu og í báti, og Mykines-túrurin er hin mest eftirspurdi, sigur leiðarin á visitvagar.fo Í Vágum eru nógvir møguleikar, bæði til gongu og í báti, sigur leiðarin á Kunningarstovuni í Vágum, Sølvi Simonarson