mánadagur 6. juni 2016síða 72
Tekstur á síðuni
VIKA 23 l 6. JUNI 2015
Ókeypis lýsingarblað
24
Vilmund Jacobsen
Tað eru ikki nógvar bygdir, sum hava
so stórt ídnaðarøki í mun til fólkatalið,
sum Sørvágur hevur á Hálsi, niðan av
flogvøllinum.
Í 2006 varð farið undir at planera
hetta økið, og sum árini eru gingin,
eru nakrir vinnubygningar bygdir á
økinum.
Men, her er ríkiligt av plássi eftir
til nógv bæði hugsandi og óhugsandi
vinnuvirksemi aftrat.
Akstova og Sjóvinnustýri
Tað seinasta, sum er hent á vinnu
økinum hjá Sørvágs kommunu, er, at
Akstovan hevur leigað seg inn í ein
av bygningunum og hevur latið upp
nýggja sýnshøll fyri Vágar.
Haraftrat er Sjóvinnustýrið eisini
flutt inn í ein annan av bygningunum
á hesum øki.
– Akstovan leigar seg inn í ein
part av bygninginum hjá Kristiani
Olsen, sum tilsamans er umleið 600
fermetrar stórur. Umframt at Ak
stovan nú húsast her, brúkar Kristian
eisini bygningin til sítt egna vinnu
virksemi, har hann rekur bilaverkstað.
Borgarstjórin,
Sune
Jacobsen,
fegnast um, at fólk í Vágum nú aftur
kunnu fáa sínar bilar sýnaðar í oynni.
Tyngru tingini ovast
– Vit hava nógv tøkt lendi á ídn
aðarøkinum her í Sørvági, og áhugaði
eru altíð til reiðar at venda sær til
kommununa um grundstykki.
Borgarstjórin vísir á, at Vága Bjarg
ingarfelag eigur ein av bygningunum
á økinum, og her leigar Sørvágs
kommuna seg inn við brandstøðini.
– Økið á Hálsi er soleiðis skipað,
at tey tyngru tingini líka sum halda til
í ovara parti av økinum og tey meira
fínaru, ið eitt nú kunnu snúgva seg um
handil, eru oman móti vegnum.
– Her er pláss fyri allari vinnu,
eisini handilsvinnu, leggur Sune
Jacobsen, borgarstjóri, aftrat
– Vit hava nógv tøkt lendi á ídnaðarøkinum í Sørvági, og áhugaði eru altíð til reiðar at
venda sær til kommununa um grundstykki, sigur borgarstjórin, Sune Jacobsen
Ídnaður hevur bestu
umstøður í Sørvági
Í hesum bygninginum, sum stendur fremst á vinnuøkinum á Hálsi í Sørvági, húsast nú Sjóvinnustýrið
Mynd: Vilmund Jacobsen
– Á ídnaðarøkinum á Hálsi er pláss fyri allari vinnu, eisini
handilsvinnu, sigur borgarstjórin, Sune Jacobsen
Mynd: Vilmund Jacobsen