týsdagur 7. juni 2016síða 2
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 8. juni 2016 · Nr. 65
mikudagsblaðið
Stovnaður: 1927
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Ábyrgdarblaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Prent: Prentmiðstøðin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Oddagrein
So var aftur aðalstjórakríggj í
Tinganesi.
Hjá vanligum fólki er tað mest
átøkt einum glantrileiki, tá fínu
størvini skulu býtast í hægru løgu
num í landsumsitingini, tí tað verður
so ofta fløkt upp í ein ellubita.
Vit hava sæð tað fyrr, at aðal
stjórar, sum av ein hvørji orsøk ikki
kunnu nýtast, verða fluttir í onnur
størv og pyntaðir við heitum sum
»ráðgevar«. Teir sita tá í øðrum lægri
starvi, men við aðalstjóraløn.
Hesaferð er upprunin til stríðið,
at tó, at undanfarni aðalstjórin segði
seg úr starvi fyri at røkja starvið
sum kommunustjóri í Havn.
Trupulleikin stendst hesaferð av,
at setanarbólkurin, sum eru starvs
fólk í Tinganesi, eru rúkandi ósamd
við avvarðandi landsstýrismann og
løgmann um, hvørji kreteriið skulu
telja við, tá persónur skal veljast í
hetta týðandi starvið.
Landsstýrismaðurin
sigur,
at
hann vil ikki hava John Rajani í
starvið – og grundgevingar eru
millum annað, at hann er svágur
nevndarformannin í Bakkafrost,
systkinabarn stjóran og stóreigaran
í Bakkafrosti og svágur stjóran í
Føroya Tele. Tað verður eisini nevnt,
at hann sum fyrrverandi – og frá
valdur bankastjóri, illa kann standa
fyri arbeiðinum at fáa KT partin hjá
bankunum heim aftur til Føroya.
Sum bankastjóri hevur hann ver
ið við til at flutt hendan partin av
landinum – beinleiðis í stríð við pol
itiska viljan.
So er spurningurin, um fakligu
kvalifikatiónirnar hjá umsøkjara
num eru so góðar, at hini viðurskift
ini ongan týdning hava.
Tað er í øllum førum ilt hjá van
liga fólkinum. Tað er eisini sera trup
ult at meta, um okkurt annað liggur
aftan fyri hugburðin hjá landsstýr
ismanninum.
Við sjónvarpið segði Bjørn á
Heygum, advokatur, mánakvøldið,
at løgmaður ikki er bundin av at
fylgja setanarbólkinum, og tí er
eingi skeivt farið fram løgfrøðisliga.
Um so er, so er tað ivasamt, um tað
gevur nakað hjá John Rajani at kæra
til Løgtingsins Umboðsmann, sum
hann kortini hevur gjørt.
Setanarbólkurin tekur bara fak
lig atlit, og hevur ikki til uppgávu at
meta um menniskjaligar kvalifika
sjónir, segði advokaturin, sum vísti á,
at meiningin hjá landsstýrismanni
num vigar nógv, tí hann skal arbeiða
saman við aðalstjóranum.
Spurningurin er so, um tað er
rætti háttur, sum verður nýttur, tá
aðalstjórar verða settir.
Krøvini eru stór til útbúgving og
og prógvheiti til slík størv. Spurn
ingurin er, um landsstýrið ikki átti
at verið nógv greiðari við krøvum til
persónlig sambond og onnur atlit,
tá tey telja so nógv, sum tey gera í
hesum máli.
Áttu at havt greiðari
krøv um gegni og sambond
aðalstríð í tinganesi
Hans
Hilmar
Dam 100
ára minni
Hugleiðing síða 12
Rætt
Bárður og
Aksel
Zakarais Wang
Kjak Síða 10
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Mikudagsblaðið verður borið ókeypis til hvørt húsarhald í Føroyum!
Mong vóru hørm, tá aldar
gamla
træið
í
Steinatúni
mánadagin varð felt saman við
hinum trøunum í økinum.
Tórshavnar kommuna er
farin undir næsta partin av
miðbýarverkætlanini, sum er
at umskipa Steinatún nakað.
Vegbanin skal breiðkast, so at
ferðslan flýtir betri gjøgnum
býin, umframt at eitt torg skal
gerast millum bussteðgiplássið
og bankabygningin.
Núverandi parkeringspláss
verða fylt upp, so at alt er í
somu hædd, og inni í banka
bygninginum skulu Kunning
arstovan, Apotekið og ein kafe
vera.
Men gomlu trøini máttu alt
so lúta, fyri at geva pláss til at
breiðka vegin og geva bussu
num ein eyka vegbana.
– Hetta er alt ein partur av
ætlanini at umskipa Steina
tún, sum kommunan hevur
arbeitt við síðani 2014, sigur
Birita Wardum, býararkitektur.
Hon sigur, at hon skilir,
at fólk harmast um, at gamla
træið mátti lúta, men vísir á,
at træið var rotið innan og tað
var tí ein spurningurin um tíð,
áðrenn tað hevði dottið niður.
Hon kann tó ugga fólk við,
at nýggj trø verða sett upp í
býnum.
– Tað er eisini ein partur av
verkætlanini at planta nýggj
trø og runnar á økinum. Vit
keypa stór trø at planta, so
teimum ikki tørvar so langa tíð
at koma fyri seg, men tað vera
í stóran mun øðrvísi trø, enn
vit eru von at síggja í býnum,
sigur hon.
– Tað er ikki tað, at vit ikki
ynskja grønt og vøkstur í bý
arrúminum, men hesi stóðu tí
verri skeivt fyri, millum annað
í mun til at gera økið atkomu
vinarligt, sigur Birita Wardum,
Planta nýggj í staðin
Mánadagin bar Kringvarpið
okkum tíðindi um valdmikl
astu kvinnurnar í heiminum,
sambært Forbes listanum.
Sterkast er týska Angela
Merkel, og næst henni er
fyrrverandi
amerikanska
forsetafrúan, Hillary Clint
on, sum væntandi verður
forsetavalevni
hjá
Demo
kratunum – og harvið hevur
góðan kjans at gerast amerik
anskur forseti.
Alt tað vita vit. Men at hon
er amerikanskur uttanríkis
ráðharri, tað vita vit ikki. Tað
veit bara útvarpið hjá Kring
varpinum, sum bar okkum
hesi tíðini fleiri ferðir mána
dagin – og fyri eingin ivi skal
vera, so hava tveir journalistar
í útvarpinum lagt somu tíð
indi á heimasíðuna hjá Kring
varpinum.
Men
hon
hevur
verið
amerikanskur uttanríkisráð
harri – ella uttanríkisráfrú,
sum vit kalla tað. Tað var í
fyrra skeiðnum hjá Barack
Obama. Hon vildi ikki halda
fram í starvinum, uttan iva
tí, at hon ætlaði sær forseta
sessin.
Til stuttleika, so kunnu vit
nevna, at amerikanskur uttan
ríkisráðharri í løtuni er John
Kerry, sum eisini ætlaði sær
at gerast forseti fyri nøkrum
árum síðani.
Aðrar kvinnur í hesum
sessi hava verið Condoleezza
Rice undir Bush yngra og
Madeleine Albright undir Bill
Clinton.
Kringvarpið
heiðrar Hillary
Steinatún tíðliga í fimmtiárunum