týsdagur 7. juni 2016síða 4
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 8. juni 2016 · Nr. 65
4
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
BAKKAFROST
TVÍFALDAR ÍLØGURNAR
BAKKAFROST
Árni Gregersen
2,2 milljardir krónur fer risa
fyritøkan Bakkafrost at gera
íløgur fyri komandi fimm
árini.
Íløgurnar verða gjørdar
allastaðni í fyritøkuni, men
ein lítil triðingur verður
brúktur til risastóru smolt
støðina á Strond við Klaks-
vík.
Málið við nýggju smolt
støðini er millum annað, at
smoltini skulu vaksa til heili
500 gram áðrenn tey verða
sett út.
Fyrst og fremst ger hetta,
at vandin fyri lús og sjúkum
er munandi minni, tá ið
smoltini eru so stór, tá ið tey
verða sett út, men hetta ger
eisini at fiskurin er styttri tíð
á sjónum og tí heldur ikki er
so hóttur av smittuvandum
av ymiskum slag.
At lata smoltini vaksa seg
størri í vatni heldur enn at
verða sett á sjógv, er ein leið
at ala, sum er vorðin meira
vanlig í seinastuni. Sjálvt um
fiskurin er longri tíð á landi,
so er hetta ikki ein dýrari
máti at ala uppá.
Íløgurnar
vóru
kunn
gjørdar fyri keypsskálunum,
men samstundis var hildin
ein fundur á Bakka á Glyvr
um fyri íleggjarum og grein
arum, sum fingu eina gjølla
gjøgnumgongd av ætlanun
um hjá fyritøkuni komandi
fimm árini.
Prísurin fer upp
Regin Jacobsen, stjóri á
Bakkafrost, segði, at hann
sær ljóst uppá framtíðina
innan alingina, tí eftirspurn
ingurin eftir aldum laksi
veksur.
Útboðið á altjóða mark
naðinum fer eisini at vaksa.
Metingarnar eru, at komandi
fimm árini, fer útboðið av
aldum laksi av vaksa við
eini 20 prosentum, men tað
er bert fýra prosent í meðal
hvørt ár.
–
Hetta
er
munandi
minni enn tað, sum eftir
spurningurin
veksur.
Og
fýra prosent størri útboð er
minni enn tað, sum vit hava
kent higartil, tá ið útboðið
vanliga er vaksið við sjey-
átta prosent hvørt ár,sigur
Regin Jacobsen.
Regin Jacobsen sigur eis
ini, at prísurin fyri aldan laks
er hækkaður seinastu árini
og sjálvt um hann lækkaði
eitt isndur á altjóða mark
naðinum frá 2014 til 2015,
so fekk Bakkafrost kortini
hægri prís fyri sín laks í 2015
enn í 2014.
Bakkafrost hevur verið
rakt við lægri prísum fyri
liðugtvøruna enn fyri heilan
laks.
Hetta hendir, tí sáttmál
arnir um lidnu vøruna verða
gjørdir longur fram í tíðina.
Fyritøkan hevur sum mál
at gera45 prosent til liðugt
vørur.
– Vit hava ofta mist nógv
ar pengar uppá hetta, men
nú sær út til,a t marknaðurin
er sinnaður at gjalda meira
fyri hesa vøruna eisini. Prís
urin á laksaportiónum er
farin upp, so brúkarin er
eisini sinnaður at gjalda eitt
sindur meira, sigur Regin
Jacobsen, stjóri.
Virðisketan
Bakkafrost
hevur
gingið
ómetaliga væl seinastu árini
og íleggjararnir hava ikki
ivast at keypt partabrøvini í
føroyska alirisanum.
Á fundinum fyri íleggjar
um og greinarum vísti Regin
Jacobsen á, at tað eru ávísir
vandar við alingin, men at
fyritøkan roynir at minka
so nógv um vandarnar sum
til ber.
Veðrið hevur stóran ávirk
an á sjógvaling í Føroyum.
Krøvini til útgerðina eru stór.
Prísirnir ávirka nógv og
teir eru ofta knýttir at geo
politsku støðuni. Síðani er
tað fígging og atgongdin til
gott fóður.
– Men at vit nú hava alla
virðisketuna ger, at vand
arnir eru meira avmarkaðir
enn teir hava verið, sigur
Regin Jacobsen.
Bakkafrost hevur egnar
smoltstøðir, sjógvaling og
sláturvirkir.
Harafturat
keypti fyritøkan í 2012 havs-
brún í Fuglafirði, sum nú
letur so at siga alt fóður til
alilaksin hjá Bakkafrost.
Eitt annað tiltak, sum ger,
at vanin minkar, er at nú
verður fiskurin aldur longri
á landi í vatni, áðrenn hann
fer á sjógv.
Endamálið hjá Bakkafrost
er, at alt sum verður útsett er
fiskur, sum vigar 500 gram.
Vanligt nú er, at smoltini ikki
viga meira enn 140 gram, tá ið
tey verða útsett.
– Nýggja smoltstøðin við
Strond fer at gera, at fiskurin
verður munandi betur fyri,
tá ið hann verður settur úr.
Tá ið verður liðug um tvey
ár, eru vit komin væl áleiðis
móti 2020, tá ið allur fiskur
vigar 500 gram, tá ið hann
verður settur á sjógv, sigur
Regin Jacobsen.
Framhald á síðu 6
Føroya størsta fyritøka ger íløgur fyri 2,2 milljardir komandi fimm árini
– seinastu trý árinini eru íløgur gjørdar fyri eina milljard krónur
Regin Jacobsen og
Gunnar Nielsen
greiddu íleggjarum og
greinarum frá, hvussu
framtíðarætlanirnar hjá
Bakkafrost síggja út
Myndir: Poul Andrias Jacobsen
Regin Jacobsen vísti á yvirlitum hvussu tað hevur gingist higartil og útlitini hjá Bakkafrost