týsdagur 7. juni 2016síða 6
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 8. juni 2016 · Nr. 65
6
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
– VIT SETA BERT
PENGAR Í TÆR BESTU
FYRITØKURNAR
BAKKAFROST
Árni Gregersen
Útlendskir íleggjarar hava
valt heldur at seta pengarnar
í Bakkafrost-partabrøv enn í
norsku alivinnuna.
Tveir
íleggjarar,
sum
Sosialurin hevur hitt, siga,
at tað hevur verið eitt ltt val
hjá teimum at seta peningin
í Bakkafrost.
Norska fyritøkan Stens
hagen Invest hevur fylgt
Bakkafrost, síðani fyritøkan
fór á keypsskálan í Oslo.
– Vit hava sett okkum sum
mál at fylgja teimum bestu í
einstøku vinnugreinunum.
Tí seta vit okkara pengar
í Bakkafrost, sigur Jørgen
Stenshagen.
Fyritøkan hevur umleið
100 milljónir krónur í Bakka
frost.
Fyritøkan er rættuliga
nýggj, men uppá ómetaliga
stutta tíð er tað eydnast fe
lagnum at vaksa, so hon í dag
eigur partabrøv fyri út móti
trimum milljardum norskum
krónum
– Eg var í Føroyum fyri
trimum
árum
síðani
og
longu tá helt eg, at framtíðar
ætlanirnar vóru skilagóðar.
Og hesaferð havi eg sæð,
at ætlanirnar eur vorðnar
veruleiki, sigur Jørgen Stens
hagen.
Hann heldur, at Bakka
frost hevur flutt seg ómeta
liga nógv, frá at hava verið
ein lítil fyritøka, sum ar
beiddi í lítlum mátstokki, til
í dag veruliga at vera ein stór,
altjóða fyritøka.
– Alingin gongur væl kring
heimin,
men
Bakkafrost
gongur uppaftur betur. So
vónandi verða vit hangandi
her mong ár afturat, sigur
Jørgen Stenshagen.
Hann leggur afturat, at
fyritøkan áður hevur sett
pengar í norsku alingina,
men nú hava teir valt hana
frá.
– Vit halda, at Bakkafrost
er væl frammanfyri norsku
fyritøkurnar og umstøður
nar her eru eisini munandi
betri, so vit lata okkara peng
ar arbeiða her, leggur hann
afturat.
Íleggjararnir væl nøgdir við avkastið, teir hava fingið av Bakkafrost-partabrøvunum
Jørgen Stenshagen hevur
tikið íløgur úr norsku
alivinnuni og keypt
fyri á leið 100 milljónir
partabrøv í Bakkafrost
Havsbrún skal
útbyggjast og nýggj
verksmiðja gerast
Avskurður og slógv av laksi
skal gerast til laksamjøl
Amerikansk milljardafyritøka
eigur partabrøv í Bakkafrost
Árni Gregersen
Southern Sun eitur eitt
íløgufelag, sum heldur til í
Memphis Tennessee.
Sum umboðsmaðruin fyri
felagið Andrew E. Willson,
sigur, so hava teir nakrar
fáar milljardir dollarar at
brúka til íløgur og ein aprt
hava teir so sett í Bakkafrost.
Formaðurin í nevndini
fyri Southern Sun setti seg
eitt sindur inn í aling kring
allan heim og fyritøkan
setti tá pening í norsku ali
vinnuna.
– Hetta var spennandi,
men vit fingu eyga á Bakka
frost á norska keypsskálan
um. Síðani tá hava vit tikið
okkara pening úr norsku
alivinnuni og sett teir í
Bakkafrost, sigur Andrew E.
Willson, Southern Sun.
Hann sigur, at fyritøkan
annars ikki hevur sett pening
í
matvørufyritøkur,
men
at tey eru ómetaligaa væl
nøgd við tað, sum tey hava
fingið burturúr íløgunum á
Bakkafrost.
Andrew E. Willson hevur
verið í Føroyum og kanna
Bakkafrost og Føroyar fyri
einum ári síðani.
Hann
er
hugtikin
av
Føroyum, serliga eftir at
íleggjarar
og
greinarar
vóru ein langan siglitúr
við brunnskipinum Hans á
Bakka norðanfyri.
– Her er gott at vera
og eg eri væl nøgdur við
tað, sum eg havi hoyrt um
framtíðarætlanirnar hjá fyri
tøkuni. Hetta gongur sum
tað skal, sigur amerikanski
íleggjarin.
Fóru frá norskari aling og settu pengar í Bakkafrost-partabrøv
Íløguætlanin hjá Bakka
frost umfatar eisini stórar
íløgur í Havsbrún í Fugla
firði komandi fimm árini.
Ein nýggj mjølverk
smiðja skal gerast, sum
bert skal arbeiða avskurð
og slógv av laksi, sum
verður slaktaður í Før
oyum.
Hetta verður gjørt, so
laksaslógv ikki verður
blandað uppí annað slag
av slógvi ella fiski, sum
verksmiðjan í Fuglafirði
annars arbeiðir.
Harumframt
verður
ein nýggj stór høll uppá
4000
fermetrar
bygd.
Fyrst
og
fremst
skal
hendan høllin brúkast til
goymslu.
Afturat hesum verða
fleiri tangar og silur bygd
ar afturat í Fuglafirði
Bakkafrost eigur verk
smiðjuna
í
Fuglafirði.
Bakkafrost keypti Havs
brún í 2012 fyri 1,1 milljard
rónur.
Havsbrún ger ikki bert
fiskamjøl og lýsi, men
eisini laksafóður. Størsti
partur av fóðrinum verð
ur latin til alifiskin hjá
Bakkafrost.
Nýggju
íløgurnar
í
Fuglafirði fara at gera fóð
urorkuna størri, umframt
at partar av virkinum
tekniskt verða dagførdir.
arnig@sosialurin.fo
Andrew E. Willson umboðaði amerikanskt íløgufelag,
sum hevur nakrar milljardir dollarar at arbeiða við