Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-06-07, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 7. juni 2016síða 16

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 8. juni 2016 · Nr. 65 16 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Fuglafjarðar kommuna hev­ur sett trý fólk í starv á ment­anar­økinum. Nýggjur leiðari í Mentan- ar­húsinum verður Beinta Gregersen, ið er 39 ára gomul og útbúgvin BA í sosial­ vísund og hevur lisið mentan og samskifti á RUC. Vit kenna Beintu Gregersen best sum leiðara í ungdómshúsinum Húsið í Klaksvík, frá kreativa leiðsluhópinum á G! og sum kveikjara á Als. Frammanundan hevur Ment­anarhúsið havt ein fyri­ bilsleiðara í 2 ár. Íbirti á mentanarøkinum verður Brynhild Næs Pet­er­sen, sum framm­ an­undan er í starvi sum leið­ari á kvøldskúlanum í Fuglafjarðar kommunu. Brynhild Næs Petersen er 38 ára gomul og útbúgvin BA í Listasøgu og er hartil útbúgvin lærari. Brynhild Næs Petersen hevur drúgvar royndir innan mentanarøkið, har hon hevur samskipað og staðið fyri verkætlanum og ráðstevnum, fyri eitt nú Norðurlandahúsið, Lista­ felagið og Granskingarráðið. At standa fyri Kunn­ ingar­stovuni í Fuglafjarðar kommunu er Kristinu Gry Berg sett í starv. Kristina Gry Berg er 46 ár og útbúgvin BA í enskum. Kristina Gry Berg hevur drúgvar og viðkomandi royndir innan mentanarøkið, teksthøvundavirkið og ferða­vinnu. Petur Martin Petersen, ið hevur verið leiðari á Kunningarstovuni síðan miðskeiðis í 1990’unum, fer nú frá vegna aldur. – Mentanartoymið hev­ ur eina sterka tilvitan um mentan og hevur eitt gott altjóða útsýni á ment­ anarøkinum. Mentanar­ toymið skal skapa eitt livandi og mennandi umhvørvi, har rúmd verður fyri forvitni og skapanarhugi. Hervið er spírin gróðursettur til eina kveikjandi og forvitnisliga framtíð, skrivar kommunan. Hagstovan sóknast eftir einum starvs fólki, ið hevur hug til at vera við til at framleiða hagtøl og lýsingar av samfelags viður­ skiftum og sum sam stundis hevur førleikar til at vera við til at framleiða tær KT­ skipanir og tey KT­amboð, sum stuðla tal viðgerðini – frá innheinting av rádata til almanna kunngerðing av úrslitunum. Vit hava brúk fyri at menna skipanir á fleiri økjum, eitt nú innan tjóðar­ roknskapar­, prístalas­, lønar­ ella arbeiðs marknaðarøkini. Nøkur av KT­amboðunum á stovninum eru í løtuni relatiónsdatabasur (Oracle og PostgreSQL), R, Tableau og PcAxis/ PX­Web. Vit seta ikki krav um at tú ert fulltikin serfrøðingur í nevndu KT­ amboðum, men tú skalt vera sinnað/­ur til at brúka orku upp á at læra teg at brúka tey. Arbeiðið á Hagstovuni er í stóran mun merkt av verk ætlanum við tøttum sam starvi millum samfelagsfrøðina og KT­hand verkið. Vit vóna at finna ein starvsfelaga, sum bæði hevur neyðugu samfelagsfrøðiligu og KT­førleikarnar. Lønin er sambært galdandi sáttmála millum landsstýrið og avvarðandi fakfelag. Umsóknin skal vera okkum í hendi innan 26. juni 2016. Vilt tú hava meira at vita um starvið og møguleikarnar, so set teg í samband við Sigurd Poulsen, stjóra (telefon 352850). FAST STARV Á HAGSTOVU FØROYA Hagstova Føroya er sjálvstøðugi hagtalsstovnur landsins. Á stovninum arbeiða 18 fólk – hagfrøðingur, búskaparfrøðingar, samfelagfsrøðingar, KT-tøkningar og skrivstovufólk. STARVSLÝSING Hagstovan søkti í mai mánaði eftir fólki til eitt fyribilsstarv fyri starvsfólk í farloyvi. Nú umsóknarfreistin er farin er samstundis greitt, at tað ikki longur er talan um eitt tíðaravmarkað, men um eitt fast starv. Orsakað av broyttu fortreytunum er tí neyðugt at lýsa starvið leyst av nýggjum. Freistin at senda inn umsókn er 26. juni 2016. Starv á Hagstovu Føroya H A G S T O V A F Ø R O Y A K v íg g j a rt ú n 1 • P o s t b ok s 2 0 6 8 • F O - 1 6 5 A r g ir Tl f. : + 2 9 8 3 5 2 8 0 0 • Fa x . : + 2 9 8 3 5 2 8 0 1 • h a g s tova @ h a g s tova . f o • w w w. h a g s tova . f o Leys størv á Landssjúkrahúsinum Introstarv í Intern Medicin Umsóknarfreist 20.juni 2016 kl. 12.00. Leiðandi yvirlækni til Medisinska depilin Umsóknarfreist 1. juli 2016 kl. 12.00. Sjúkrarøktarfrøðingar til P40, endurlýsing Umsóknarfreist 22. juni 2016 kl. 12.00 Sálarfrøðingur til farloyvisstarv Umsóknarfreist 17. Juni 2016 kl. 12.00 (freist longd) Spennandi lærupláss í køkinum Umsóknarfreist 15. Juni 2016 kl. 12.00 Anestesisjúkrarøktarfrøðingur Umsóknarfreist 17. Juni 2016 kl. 12.00 Kliniskur samskipari til sjúkrarøktarfrøðilesandi Umsóknarfreist 22. Juni 2016 kl. 12.00 HR fólk til starvsfólkadeildina Umsóknarfreist 16. Juni 2016 kl. 12.00 Sjúkrarøktarfrøðingur til B6, Onkologisk ambulatorium Umsóknarfreist 17. Juni 2016 kl. 12.00 Sjúkrarøktarfrøðingar til føðideildina/A2 Umsóknarfreist 22. Juni 2016 kl. 12.00 Læknaskrivari til Medisinska Depilin Umsóknarfreist 22. Juni 2016 kl. 12.00 Anestesisjúkrarøktarfrøðingur, vikar Umsóknarfreist 25. Juni 2016 kl. 12.00 Les meira á www.ls.fo STØRV NÝGGJ Í STARVI NÝSETT STARVSFÓLK Kvinnurnar stýra mentanini