týsdagur 7. juni 2016síða 22
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 8. juni 2016 · Nr. 65
22
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Tróndur Arge
Í blaðnum í dag er stórt EM
blað við. Ítróttarliga er talan
um eitt spennandi endaspæl
í frálíkum umstøðum í Frak
landi. 24 lond hava vunnið
seg víðari til endaspælið,
sum er tað størsta av sínum
slag.
Tjóðir sum Íslandi, Wales
og Albania eru við á fyrsta
sinni og tað eru heilir seks
bólkar við fýra londum, sum
skulu spæla á tíggju ymisk
um leikvøllum, ið allar eru í
góðum standi.
Frakland var vertur fyri
HM 1998, sum helst er eitt av
teimum minniligu og bestu
fyri tey, har minnið ikki
røkkur so nógv longu aftur.
Tað hongur tó eitt myrkt
skýggj yvir Fraklandi og EM
endaspælið í summar. For
setin í Fraklandi, Francois
Hollande, kann ikki garan
tera trygdina í landinum og
váttar, at tað er ein vandi fyri
yvirgangi. Samstundis sum
partar av París eru undir í
vatni.
Novemburálopini
spøkja enn
13. november í fjør framdu
fleiri fólk yvirgangsatsøknir
í París. Tá samanumkom
doyðu 130 fólk, men enn fleiri
fingu skaða. Eitt av málunum
var tjóðarleikvøllurin í Frak
landi, Stade de France, har
Frakland spældi venjingar
landsdyst móti heimsmeist
arunum úr Týsklandi.
Tað eydnaðist ikki sjálv
morðbumbarinum at sleppa
inn á fullsetta leikvøllin, har
málið var at spreingja seg og
øll tey rundanum í luftina.
Dysturin bleiv avblástur
og stendur enn tann dag í
dag, sum ein sólarklár ávar
ing um vandan við yvirgangi
til EM endaspælið.
Fronsku mynduleikarnir
hava 90 túsund hermenn,
løgreglufólk og trygdarfólk
tøk til endaspælið. Frak
land er framvegis í undan
taksstøðu, eftir álopini í
november og eftirlitið er
hert í øllum býunum, har
dystir verða spældir.
ISIS hóttir EM
Helst kendasta navnið, sum
kom burturúr november
álopunum
er
Saleh
Abdeslam, ið ikki bleiv fang
aður fyri væl aftaná álopini.
Mett verður, at hann og ISIS
høvdu ætlanir um at gera um
seg til EM endaspælið eisini.
Tað ásannar franski forsetin.
– Hóttanin er verulig.
Vit mugu ikki lat okkum
ræða, men tað er alneyðugt
at vit tryggja at EM verður
væl eydna, hevur François
Hollande sagt alment.
Ein maður bleiv herfyri
steðgaður á markinum mill
um Ukreina og Pólland við
fleiri vápnum. Ætlanin var
ikki at kunngera handtøk
una av manninum, ið fyri
bils verður mettur at hava
havt tankar um at fremja
yvirgang í Fraklandi, fyrr
enn eftir endaspælið. Hetta
bleiv tó av ongum, tá tað fór
at leka í ukreinsku fregnar
tænastuni.
Somuleiðis hevur uttan
ríkismálaráðið í Onglandi
ávarað sínum borgarum, at
ansa eftir yvirgangi í Frak
landi. Her verður víst á tað
eru hóttanir móti leikvølli
og økjum, har áskoðarar
samlast.
París undir í vatni
Franski høvðusstaðurin hev
ur verið at kalla undir í vatni
seinastu vikuna. So nógv
vant hevur runnið gjøgn
um River Seine, at partar av
metro’ini eru undir í vatni.
París hevur verið á næst
hægsta
ávaringarstigi,
ið
samanband við yvirflóðina.
Fyri nøkrum døgum síð
ani ávaraðu mynduleikarnir
um, at tað kundi fáa fylgir
fyri EM endaspælið, um yvir
flóðin stóð við.
Sum nú er, so er vatnið
minkað og EM verður enn
avspælt sum vanligt. Tó
verður ávarað um, at hendir
hetta aftur, so mugu tiltøk
setast í verk, so tað ikki
ávirkar endaspælið.
HM 1998 er
fyrimyndin
Frakland var vertstjóð fyri
HM endaspælinum í 1998.
Tað spældi avbera væl av á
flestu økjum. Á vøllinum var
undirhald fyri allar pengar
nar, leikvøllirnir stóðu mát
við hendingina og hava síð
ani verið til stóra nyttu fyri
tey flestu feløgini, ið nýta
teir.
At so onkrir fullir bretar
fór at berjast í Marseille skal
ikki marka HM 1998 enda
spælið. Síðani hevur mangan
verið ført fram, at sigurin hjá
franska landsliðnum, sum
var mannað av spælarum
av ymiskum uppruna, var
við til at savna alla tjóðina.
Franskur
landsliðsfótbólt
ur hevur seinnu árini ikki
staðið mát við stórheitstíð
ina frá 1998 til 2000. Í HM
2010 boykottaðu spælararnir
venjing, meðan tað síðani
ikki hevur eydnast at lekt
FÓTBÓLTUR
Fríggjadagin verður fyrsti bólturin
sparkaður í EM endaspælinum 2016,
sum verður í Fraklandi. Spenningur
er stórur, men samstundis hanga
myrk skýgg yvir endaspælinum, sum
er hótt av bæði yvirgangi og yvirflóð
MYRK SKÝGGJ