týsdagur 7. juni 2016síða 30
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Sosialurin
JUNI 2016
Bólkur A
Søgan...
Brøður skulu dystast
Tað er ikki óvanligt, at brøður dystast ímóti hvørjum øðrum á hvør sínum
liði, men tað er púra óvanligt, at teir dystast ímóti hvørjum øðrum á hvør
sínum landsliði. Tað fer tó mest sannlíkt at henda í EM í ár
B
røðurnir Granit og Taulant Xhaka, sum um
boða ávikavist Sveis og Albania, eru komnir í
sama bólk og eru settir at skulla dystast ímóti
hvørjum øðrum leygardagin.
Føddir í Sveis
Granit og Taulant Xhaka, sum eru ávikavist 23 og 25
ára gamlir, eru báðir føddir í Basel, Sveis, men bæði
foreldur teirra eru tó úr Kosovo-Albania. Tey flýddu
fyrst í 1990-unum úr Kosovo til Sveis, har tey hava
búð síðani.
Brøðurnir báðir hava fylgt hvørjum øðrum mest
sum alla fótbóltsleiðina. Teir byrjaðu at spæla
fótbólt í Concordia Basel, og í 2002 skiftu teir til
stórfelagið FC Basel, har teir fingu fulltíðarsáttmála
í 2010. Har spælir stóribeiggin, Taulant, framvegis,
meðan Granit í 2012 skifti til týska Borussia
Mönchengladbach, haðani hann fyri góðari viku
síðani varð seldur víðari til Arsenal fyri umleið 300
milliónir krónur.
Hvønn sín veg
Meðan alt gongur sína strúkandi gongd í liðfót
bóltinum, so er støðan øðrvísi tá ið tað kemur til
heimland og kenslur hjá teimum báðum dugnaligu
fótbóltsbrøðrunum. Teir eru føddir og uppvaksnir í
Sveis, so møguleikin at velja sveisiska landsliðið var
kanska tann mest nærliggjandi, men av tí at bæði
foreldrini eru úr Kosovo-Albania, høvdu teir eisini
møguleikan at velja Albania.
Báðir hava umboðað øll ungdómslandsliðini hjá
Sveis, allan vegin frá U15 til U21, men tá ið tað kom
til vaksnamannafótbólt og at velja A-landslið, so
fóru brøðurnir á fyrsta sinni hvønn sín veg.
Eingin áhugi
Yngri bróðurin, Granit, varð í 2011 úttikin til
sveisiska A-landsliðið, og 4. juni sama ár fekk hann
debut í EM-undankappingardysti ímóti Onglandi á
Wembley.
Við albanskar miðlar segði Granit, at tað hevði
verið honum ein heiður at umboðað albanska lands
liðið, og at tað var ein ógvuliga trupul avgerð at
velja eitt land frá. Tó segði hann, at hann ikki kendi
nakran áhuga fyri sær frá albanska fótbóltssam
bandinum.
Sveisiska fótbóltssambandið sýnti honum hin
vegin stóran áhuga, og tað var hetta, sum í síðsta
enda kom at vera avgerandi.
Í EM-undankappingini í 2012 hittust Sveis og
Albania. Granit varð ikki væl móttikin í dystinum,
sum varð spældur í Albania. Tað hóvaði viðhalds
fólkunum illa, at hann hevði vent Albania bakið.
– Eg var kensluborin og fekk nógvar viðmerk
ingar. Tað vóru løtur, har eg ikki visti hvussu eg
skuldi reagera. Fyri tykkum eri eg kanska ein
svíkjari, men munurin á mær og tykkum er, at tit
føla tykkum fult og heilt albansk, skrivaði hann á
facebook dystin.
Eldri bróðurin, Taulant, fór hina leiðina. Hann
valdi Albania. Hóast hann hevur umboðað øll sveis
isku ungdómslandsliðini, so var hann – umvent
bróðurinum – ongantíð úttikin til sveisiska A-lands
liðið, og tá ið tað í 2013 stóð honum í boði at spæla
fyri tað albanska landsliðið, valdi hann at taka av.
Ikki teir fyrstu
Tað er ógvuliga sjáldsamt, at brøður dystast á hvør
sínum landsliði, men hetta er tó ikki fyrstu ferð
í fótbóltssøguni. Í HM fyri tveimum árum síðani
dystaðust brøðurnir Jerome og Kevin-Prince
Boateng nevniliga eisini fyri hvørt sítt landslið,
har teir hittust á vøllinum umboðandi ávikavist
Týskland og Ghana.
Hetta var fyrstu ferð, at tveir brøður dystaðust á
hvør sínum landsliði í HM, og nú leygardagin verður
tað so mest sannlíkt fyrstu ferð í EM-søguni, at tveir
brøður skulu standa á hvør sínari hálvu áðrenn
bólturin verður givin upp.
Av tí at tað er kuril á tráðnum í Prince Boateng-
familjuni, so var ískøld luft ímillum brøðurnar tá
ið teir dystaðust fyri tveimum árum síðani, men
soleiðis verður neyvan hjá Xhaka-brøðrunum
leygardagin. At teir báðir umboða hvør sítt landslið
hevur ikki skilt teir, og teir koma tí – sum brøður
flest – væl út av tí.