Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-06-07, síða 34
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 7. juni 2016síða 34

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Sosialurin JUNI 2016 Bólkur B Søgan... Konurnar sleppa ikki við Wales leggur í løtuni seinastu hond á fyrireikingarnar til sítt fyrsta EM-endaspæl nakrantíð. Seinast landið luttók í einum endaspæli, var í HM 1958, so tað er einki at siga til, at svongdin eftir landsliðsfótbólti á hægsta stigi er stór hjá tí stolta bretska landinum Í vikuni undan EM-endaspælinum kekkar hópurin hjá Wales inn á eitt hotel, ið kallast Brittany coastal resort of Dinard. Har má sigast, at leikararnir fara í sína egnu boblu. Tað hava leikararnir í øllum førum fingið greið boð um frá venjaranum. – Vit hava tríggjar dystir, og tað verður eingin familja, damur ella konur á hotellinum fyrstu tíðina í bólkaspælinum, sigur landsliðsvenjarin hjá Wales, Chris Coleman, við Talksport. Hann leggur afturat, at hetta eisini er galdandi fyri hansara egnu konu, SkySports-vertinnuna Charlotte Jackson. – Vit hava viljað hartil so leingi, og vit hava stóran tørv á at vera á einari legu, sigur hann. Hørðu orðini, sum hann hevur givið leikarunum, merkja tó ikki, at familjan og onnur tøtt at leikar­ unum ikki kunnu vísa seg yvirhøvur. – Tað er alt í lagi at støkka inn á Dinard til ein kopp av kaffi og til eitt prát. Men hvat viðvíkur sjálva hotellið, so nei. Vit kunnu ikki hava familju og vinir á hotellinum í tíð og ótíð. Tað er best at fáa tað inn í høvdið beinanveg, tí tað fer bara ikki at henda, sigur hann og leggur afturat: – Tá ið vit eru á hotellinum, so snýr tað seg um okkum. Vit halga okkum til fótbóltin. Eingin føðingardagur Sama dag sum sokallaði opningsdysturin verður ímillum Frakland og Rumenia tann 10. juni, hevur Chris Coleman føðingardag. Hann fyllir 46 ár, men føðingardagur verður eingin. – Tað verður eingin føðingardagur hildin. Eg fari ikki at hugsa um nakað sum helst annað enn okkara fyrsta dyst, staðfestir Coleman. Landsliðsvenjarin hevur tó givið lyfti til leikarar­ nar um, at teir fáa ta frítíðna, teir hava tørv á. Hann hevur kannað kringumstøðurnar, og skjýtur upp, at leikararnir kunnu fara ein gongutúr eftir einum strandarvegi ella at vitja ein golfvøll, sum er tætt við hotellið. – Um løtan er røtt til tað sálarliga og kropsliga, so er tað í finasta lagi, sigur hann. Serligu reglurnar hjá landsliðsvenjaranum eru einans galdandi fyri bólkaspælið. Skuldi tað eydnast Wales at spælt seg víðari, so verða nakrar dagar eyka, og tá lovar hann leikarunum at sleppa at hugna sær við familjum og vinum. Ónøgd Aftur til fótbóltsfepurin. Túsundtals viðhaldsfólk seta kósina úr Wales til Fraklands, men ímillum mong teirra, sum verða verandi í heimlandinum, er ónøgd at hóma. Orsøkin er tann, at viðhaldsfólkini ynskja stórskermar runt í landinum, har tey kunnu síggja dystirnar. Hetta varð gjørt í Cardiff síðsta summar, tá ið Wales spældi HM í rugby, og tá var undirtøkan ovur­stór. Tíggjutúsundtals fólk høvdu nærum eina fólka­veitslu, men tey mugu helst skjóta ein hvítan píl eftir at enduruppliva hesi tiltøkini til EM. Allar kommunurnar í Cardiff-økinum, tær eru Wrexham, Flintshire, Conwy, Gwynedd, Denbighshire og Ynys Mon, hava boðað frá, at tær ikki fara at vísa dystir­ nar á stórskermunum. Ein meiriluti av politikarunum hevur mutað ímóti hesum risa tiltøkunum, av tí at teir meta tey vera í beinleiðis kapping við vinnuna í býnum, har eitt nú matstovur og náttklubbar tjena upp á stór ítróttar­tiltøk sum hesi. Kunnu vinna Ein av leikarunum hjá Wales, Andy King úr Leicester, hevur framúr góðar vónir til EM-enda­ spælið. Hann sigur seg vænta, at Wales kann fara allan vegin. Hann er ein av teimum fáu, sum hava verið í Leicester seinastu nógvu árini, og sum hevur verið við í sigurs­marsjinum frá lægru deildunum og til óvæntaða meistaraheitið í Premier League. Tískil veit hann betur enn nakar, at alt kann lata seg gera. – Odds 80 ímóti odds 5000. Tú veitst, hvat tú hevði valt. Vit hava ein góðan hóp, og so meti eg eis­ini, at vit hava besta spælaran í kappingini, sigur hann vísandi til Gareth Bale. Oddsini, sum hann samanber, er oddsið upp á at Leicester gjørdist meistari í Premier League (5000) og oddsið upp á at Wales vinnur EM (80).