týsdagur 7. juni 2016síða 38
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Sosialurin
JUNI 2016
Bólkur C
Søgan...
Problembarnið er stóra vónin
Eftir at hann fekk ein ordans uppsang frá venjaranum og síðani fann nýggju konu sína,
hevur Kyle Lafferty verið flúgvandi á norðurírska landsliðnum. Nú er nýgifti toppskjúttin,
sum var roknaður sum klovnur og problembarn, stóra vónin hjá Norðurírlandi
6
7 minuttir eru farnir av HM-undankappingar
dystinum millum Norðurírland og Portugal
á Windsor Park í Belfast 6. september 2013.
Norðurírland er á odda 2-1, og norðurírski venjarin
velur at spæla seinasta trumfin. Álopsspælarin Kyle
Lafferty verður sendur á vøllin. 10 minuttir seinni
hevur Cristinao Ronaldo skorað tvey mál og lagt
Portugal á odda.
Innskifti Kyle Lafferty er frustereraður. Hann
takklar Joao Pereira fyrilitarleyst, og dómarin gevur
honum reyða kortið – eitt korter eftir at hann kom
á vøllin.
Áskoðararnir eru á gosi, og miðlarnir finnast
harðliga at. Sjálvt landsliðsvenjarin sigur, at
Lafferty, sum áður hevur skapt órógv á vølli og
uttan fyri vøllin, hevur svikið sínar viðspælarar.
Fólk halda, at Lafferty skal blakast av landsliðnum
og høvuðspersónurin sjálvur er á knøunum og
hevur hug at geva skarvin yvir.
Tá ið øll hava summað seg, kallar landsliðsvenj
arin Michael O’Neill álopsspælaran á fund. Har
tosar O’Neill hvørt um annað við stórum stavum og
eggjandi orðum, og hann vil geva Lafferty ein kjans
afturat. Tað sama purrar liðformaðurin Steven
Davis uppundir. Tað liggur í luftini, at Lafferty
hevur eitt seinasta skot eftir í byrsuni á norðuríska
landsliðnum.
Alt broyttist
Nú eru sløk trý ár farin, síðani lagnudagin í 2013,
og Kyle Lafferty skal saman við liðfeløgunum á
norðurírska landsliðnum fyri fyrstu ferð luttaka í
EM-endaspælinum í fótbólti.
Og skuldu tú spurt í Norðurírlandi, um tað er ein
einstakur spælari, sum hevur leitt Norðurírland í
endaspælið, hevði svarið helst verið Kyle Lafferty.
Álopsspælarin hevur seinastu tvey árini verið
flúgvandi á landsliðnum. Hann hevur í einstøkum
dystum víst høgt altjóða stig og hevur næstan
skorað mál eftir tørvi. Lafferty skoraði 7 mál í
EM-undankappingini, har Norðurírland var í bólki
saman við eitt nú Føroyum, og bæði í Belfast og í
Havn skoraði Lafferty ímóti Føroyum. Hann var ein
týðandi orsøk til, at Norðurírland vann sín bólk og
slapp við til endaspælið í Fraklandi.
28 ára gamli Kyle Lafferty segði herfyri á tíðinda
fundi hjá norðurírska landsliðnum, at prátið, sum
hann hevði við landsliðsvenjaran í 2013, broytti
hansara hugburð, og hann setti sær fyri at vísa fólki,
hvør hann veruliga var sum persónur og spælari.
Um sama mundið datt hjúnarbandið, sum Kyle
Lafferty hevði við fyrrverandi Miss Skotland, Nicola
Mimnagh, sundur, og tey lótu seg skilja. Lafferty
fann síðani saman við einari aðrari skotskari
modell, Vanessa Chung, og hon hevur verið við til at
broyta Lafferty.
– Tað var um sama mundið, sum eg møtti
Vanessa, at eg veruliga fór at gera mál aftur, og hesa
tíðina saman við henni havi eg skorað eins nógv
mál á landsliðnum, sum eg gjørdi í átta ár framman
undan. Hon eigur ein stóran part av heiðrinum fyri,
at tað hevur gingist mær so væl, sigur Kyle Lafferty.
Hann og Vanessa giftust fyri nøkrum vikum
síðani, og nú fer norðurírski toppskjúttin til EM
endaspælið sum nýgiftur maður, og konan verður
millum áskoðararnar, tá ið Lafferty og liðfelagarnir
skulu spæla dystir ímóti Týsklandi, Pólandi og
Ukraina.
Superman
193 sentimetrar høgi Kyle Lafferty hevur nú spælt
50 landsdystir fyri Norðurírland, og í seinastu 14
landsdystunum hevur hann skotið 8 mál.
Hann er spælarin, sum fram um allar, skal ganga
undan, tá ið Norðurírland skal spæla sínar fyrstu
dystir í EM-endaspæli.
– Hóast hann ikki hevur spælt regluliga fyri
felag sítt seinastu árini, tykist tað, sum at Lafferty
verður Superman, tá ið hann letur seg í lands
liðstroyggjuna. Um hann verður í góðum formi í
Fraklandi, fer Norðurírland eisini at standa seg væl,
sigur Billy Hamilton, fyrrverandi landsliðsspælari
hjá Norðurírlandi.
Bæði hann og øll hini, sum fyri trimum árum
síðani vóru í øðini inn á Kyle Lafferty og vildu hava
hann burturvístan frá landsliðnum, seta nú sítt álit
á høga og vandamikla áleyparan.
Íspegilin og problembarnið Kyle Lafferty hevur
vónirnar hjá norðurírska fólkinum hangandi á
sínum herðum.