Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-06-07, síða 44
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 7. juni 2016síða 44

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 Sosialurin JUNI 2016 Bólkur D Søgan... Smædni Iniesta er tann størsti Hann litar ikki hárið, hann hevur ongar tatoveringar, og hann skapar ikki stóru yvirskriftirnar. Andrés Iniesta kann tykjast keðiligur fyri miðlarnar, men á vøllinum er hann tann besti. Hann er flogbóltsflogvit og gentlemaður, og hann er mest vinnandi spanski fótbóltsspælarin nakrantíð T árini trillaðu, tá ið tann 12 ára gamli Andrés flutt frá foreldrunum í bygdini Fuentealbilla til Barcelona at búgva á fótbóltsskúlanum hjá FC Barcelona, og tíðina aftaná longdist tann smædni drongurin illa eftir foreldrunum. Nakað frammanundan hevði ein talentsneytari hjá Barcelona fingið eygað á evnaríka spælaran í einari kapping í Albacete. Foreldrini hjá Andrés kendu ungdómsvenjara hjá Barcelona, og tá ið tey høvdu vitjað La Masia, sum er miðdepilin fyri ungu spælarar­nar í katalanska felagnum, kend tey seg trygg at lata teirra drong flyta til Barcelona. – Fyrstu mánaðirnar í Barcelona vóru ræðuligir. Eg longdist so illa eftir foreldrunum, og eg sá tey bert einaferð um mánaðin ella so. Tá ið tey komu til La Masa, klemmaði eg tey og var glaðast drongurin í verðini, sigur Andrés Iniesta í einari samrøðu við Gulf News. Tað kann verða, at hann var lítil á vøkstri, at hann var smæðin, og at hann longdist heim, men fótbóltsevnini vóru framúr, og talentið var so eyð­ sýnt, at Barcelona førdi hann tíðliga fram í fremstu røð. Í 1999 var hann liðformaður á U15 liðnum hjá Barce­lona og skoraði vinnandi málið í stóru Nike Premier Cup, har hann varð kosin besti spælarin í kappingini. Tað skal verða um tað mundið, at táverandi Barcelona-miðvallarin Josep Guardiola segði við unga Xavi, sum seinni gjørdist stórspælari fyri Barcelona: – Tú fert at senda meg á pensjón, men hasin drongurin fer at senda okkum allar sama veg. Guardiola sipaði til Iniesta, sum tann 29. oktober í 2002 spældi á liðnum hjá Barcelona fyrstu ferð. Eftir stuttari tíð gjørdist hann stuðulsspælari hjá Barcelona, og eftir at hava spælt á øllum ungdómslandsliðum, kom hann í 2006 á A-landsliðið hjá Spania, har hann síðani hevur spælt 107 landsdystir, og nú er liðformaður. Ger hinar betri Andrés Iniesta hevur ongantíð gjørt stórt hóvasták burtur úr sær sjálvum og sínum spæli, men hann telist millum bestu spælarar í sínum ættarliði, og so er hann mest vinnandi spanski fótbóltsspælarin nakran­tíð. Eingin annar hevur sum hann megnað at vunnið 30 týðandi steyp. Andrés Iniesta er ein av teimum, sum fær alt at síggja so leiklandi lætt út. Hansara spæl er listarligt. Hann ger sínar viðspælarar góðar, og er brúk fyri einum avgerandi fóti, dugir hann eisini tað betri enn teir flestu. Hann tekur ábyrgd á seg, hann spælir best undir trýsti í avgerandi dystum, og so uppførir hann seg altíð sum ein gentlemaður. – Tað er eins týdningmikið at hava tignarligan atburð, sum at spæla væl, sigur Andrés Iniesta í samrøðu við Gulf News. Andrés Iniesta hevur upplivað nógvar stórar løtur í sínum fótbóltslívi, men tann størsta mundi helst vera, tá ið hann í 2010 gjørdi sigursmálið hjá Spania í HM-finaluni ímóti Hollandi. Hann varð kosin besti spælarin í HM-finaluni, og tvey ár seinni, tá ið Spania vann EM-heitið, var Iniesta kosin besti spælarin í kappingini. Iniesta spældi í nógv ár saman við Xavi á miðvøllinum hjá FC Barcelona, men eftir at Xavi gavst, varð enn størri ábyrgd løgd á Iniesta, sum gjørdist nýggjur liðformaður hjá stórfelagnum. 32 ára gamli Iniesta er eisini liðformaður á landsliðnum, og roknað verður við, at hann í EM- endaspælinum enn einaferð verður knútapunktið á spanska landsliðnum, sum skal reisa seg eftir stórt vónbrot í HM-kappingini fyri tveimum árum síðani. – Iniesta er ein magiskur spælari, sigur Vincente del Bosque, spanskur landsliðsvenjari, sum roknar við, at Iniesta skal ganga undan á spanska liðnum, sum skal verja sítt EM-heiti. Iniesta sigur sum vant ikki tað stóra, men øll vita, at tá ið dystirnir í Fraklandi verða brísklaðir í gongd, fara føturnir hjá Iniesta at tala fyri seg.