Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-06-07, síða 46
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 7. juni 2016síða 46

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 Sosialurin JUNI 2016 Bólkur E Vit tippa... Stjørnuskotið í bólkinum... BELGIA ITALIA ÍRLAND SVØRÍKI Bólkur C 1. Belgia 2. Italia 3. Svøríki 4. Írland 13. juni 17:00 ÍRLAND - SVØRÍKI Paris 13. juni 20:00 BELGIA - ITALIA Lyon 17. juni 14:00 ITALIA - SVØRÍKI Toulouse 18. juni 14:00 BELGIA - ÍRLAND Bordeaux 22. juni 20:00 ITALIA - ÍRLAND Lille 22. juni 20:00 SVØRÍKI - BELGIA Nice DAGUR KLOKKAN DYSTUR LEIKSTAÐUR HÓPURIN Vegurin til EM: Høvdu ein yvirkomiligan undan­ bólk við Wales, Bosnia og Hersogovina, Ísrael, Kýpros og Andorra. Vunnu bólkin tvey stig framman­fyri Wales. 10 av teimum 24 málunum fekk Belgia ímóti Andorra. Venjarin: Marc Wilmots hevur verið í venjara­ toym­inum í sjey ár. Kennir liðið frá einum enda í annan. Krevur harða dissiplin, er ein taktikari og hevur eisini góðar brikkar at spæla við. Profilarnir: Eiga ein av heimsins bestu málverjum í Thibaut Courtois. Vincent Kompany er skaddur - álitið má setast á álopspartin, har stjørnurnar eru Kevin de Bruyne og Eden Hazard. Samanumtikið: Hóast Belgia ikki bergtók í undan­spælinum og harnæst stríðist við nakrar skaðar hjá umráðandi leikarum, so væntast Belgia at spæla seg víðari og – um alt klikkar – at koma rættiliga langt í kappingini. 1 Thibaut Courtois (35) Chelsea 12 Simon Mignolet (16) Liverpool 13 Jean-Francois Gillet (9) Catania 2 Toby Alderweireld (53) Tottenham 3 Thomas Vermaelen (52) Barcelona 5 Jan Vertonghen (75) Tottenham 15 Jason Denayer (5) Manchester City 16 Thomas Meunier (5) Club Brugge 18 Christian Kabasele (0) Genk 21 Jordan Lukaku (3) Oostende 23 Laurent Ciman (10) Montreal Impact 4 Radja Nainggolan (18) Roma 6 Axel Witsel (65) Zenit 8 Marouane Fellaini (68) Manchester United 19 Mousa Dembele (64) Tottenham 7 Kevin De Bruyne (39) Manchester City 9 Romelu Lukaku (42) Everton 10 Eden Hazard (63) Chelsea 11 Yannick Carrasco (4) Atletico Madrid 14 Dries Mertens (43) Napoli 17 Divock Origi (17) Liverpool 20 Christian Benteke (25) Liverpool 22 Michy Batshuayi (4) Marseille HÓPURIN Vegurin til EM: Við sjey sigrum og trimum javn­ leik­um fóru verandi silvurvinnararnir ósigraðir ígjøgnum undanspælið. Tó ikki sterkur bólkur, har Kroatia var nummar tvey og Noreg nummar trý. Venjarin: Antonio Conte tók við eftir at tað ikki eydnaðist at koma víðari úr HM-enda­spæl­inum seinast. Maðurin við tí stóra vinnara­mentalitet­ inum gevst tó eftir EM, tá hann fer til Chelsea. Profilarnir: Enn stendur 38 ára gamli Buffon tryggur í málinum. Liðfelagi hansara í Juventus, Chiellini, er álitið í verjuni. Fremst fær kropssterki Pellé úr Southampton møguliga týðandi leiklut. Samanumtikið: Verjuparturin er stinnur og væl samanspældur. Conte ætlar sær helst at spæla við trimum í verjuni, so tað mangan lætt lesiliga álops­spælið má finna røttu snildirnar. Italia er favo­rittur at koma víðari saman við Belgia. 1 Gianluigi Buffon (157) Juventus 12 Salvatore Sirigu (15) Paris Saint-Germain 13 Federico Marchetti (11) Lazio 2 Mattia De Sciglio (22) AC Milan 3 Giorgio Chiellini (83) Juventus 4 Matteo Darmian (22) Manchester United 5 Angelo Ogbonna (10) West Ham 15 Andrea Barzagli (55) Juventus 19 Leonardo Bonucci (56) Juventus 6 Antonio Candreva (37) Lazio 8 Alessandro Florenzi (16) Roma 10 Thiago Motta (25) Paris Saint-Germain 14 Stefano Sturaro (0) Juventus 16 Daniele De Rossi (102) Roma 18 Marco Parolo (19) Lazio 21 Federico Bernardeschi (3) Fiorentina 22 Stephan El Shaarawy (18) Roma 23 Emanuele Giaccherini (24) Bologna 7 Simone Zaza (10) Juventus 9 Graziano Pelle (12) Southampton 11 Ciro Immobile (12) Torino 17 Eder (10) Inter 20 Lorenzo Insigne (9) Napoli HÓPURIN Vegurin til EM: Sluppu víðari úr undanbólki D, har teir gjørdust numamr trý aftanfyri Týskland og Pólland. Vunnu playoff-dystin ímóti Bosnia og Hersogovina samanlagt 3-1. Venjarin: 64 ára gamli Martin O'Neill hevur royndirnar – verið í Premier League í útivið 10 ár. Afturat sær hevur hann legenduna, Roy Keane. O'Neill teknar eina klassiska 4-4-2 á talvuna, meðan Keane heldur moralprædikuna. Profilarnir: Málslúkarin, Robbie Keane, er við, men er í ivasomum formi orsakað av skaðum. John O'Shea hevur royndirnar í verjuni. Jonathan Walters var toppskjútti í undanspælinum við fimm málum. Samanumtikið: Írland verður mett at enda aftast í hesum stinna bólkinum. Írarnir trívast tó í leiklutinum sum undirmettir: fingu fýra stig ímóti Týsklandi í undanspælinum. »Luck of the Irish«, møgu­liga? 1 Keiren Westwood (18) Sheffield Wednesday 16 Shay Given (133) Stoke 23 Darren Randolph (9) West Ham 2 Seamus Coleman (34) Everton 3 Ciaran Clark (18) Aston Villa 4 John O'Shea (111) Sunderland 5 Richard Keogh (11) Derby 12 Shane Duffy (2) Blackburn 15 Cyrus Christie (4) Derby 17 Stephen Ward (32) Burnley 6 Glenn Whelan (71) Stoke City 7 Aiden McGeady (81) Sheffield Wednesday 8 James McCarthy (35) Everton 11 James McClean (39) West Brom 13 Jeff Hendrick (21) Derby County 18 David Meyler (14) Hull City 19 Robbie Brady (24) Norwich 20 Wes Hoolahan (30) Norwich 22 Stephen Quinn (14) Reading 9 Shane Long (62) Southampton 10 Robbie Keane (143) LA Galaxy 14 Jonathan Walters (39) Stoke 21 Daryl Murphy (20) Ipswich HÓPURIN Vegurin til EM: Svøríki mátti í playoffs-dystir eftirsum teir blivu nummar trý í undanbólkinum aftan­fyri Eysturríki og Russland. Í playoffs-dyst­ unum bleiv tað til samanlagdan 4-3-sigur ímóti Danmark. Venjarin: Erik Hamrén hevur sitið við svenska stýrisvølin í skjótt sjey ár. Hann verður ikki rokn­ aður sum ein venjari í heimsklassa – gongur upp í kropsligt spæl, samanhald og eina eyðkenda 4-4-2-uppstilling. Profilarnir: Zlatan Ibrahimovic – stutt og greitt. Tað hevur víst seg, at svenska landsliðið stendur og fellur við stjørnuni hjá teimum, sum hálvanvegna er á heimavølli í Fraklandi. Samanumtikið: Verjan má av álvara vera uppi á tærnum, meðan Zlatan má finna tað gandakenda fram. Um Svøríki skal gera sær far um at koma víð­ari, so er ein sigur á Írlandi helst eitt krav. Belgia og Italia verða truplari. 1 Andreas Isaksson (129) Kasimpasa 12 Robin Olsen (3) FC København 23 Patrik Carlgren (1) AIK 2 Mikael Lustig (51) Celtic 3 Erik Johansson (8) FC København 4 Andreas Granqvist (51) Krasnodar 5 Martin Olsson (34) Norwich 13 Pontus Jansson (8) Torino 14 Victor Nilsson-Lindelof (3) Benfica 17 Ludwig Augustinsson (3) FC København 6 Emil Forsberg (16) Leipzig 7 Sebastian Larsson (83) Sunderland 8 Albin Ekdal (21) Hamburg 9 Kim Kallstrom (127) Grasshoppers 15 Oscar Hiljemark (10) Palermo 16 Pontus Wernbloom (51) CSKA Moskva 18 Oscar Lewicki (9) Malmo 21 Jimmy Durmaz (31) Olympiakos 22 Erkan Zengin (20) Trabzonspor 10 Zlatan Ibrahimovic (112) Paris 11 Marcus Berg (37) Panathinaikos 19 Emir Kujovic (3) Norrkoping 20 John Guidetti (8) Celta Liðini... Atlético Madrid-leikarin, 22 ára gamli Yannick Ferreira Carrasco, er á gáttini til at fáa sítt gjøgnumbrot á lands­liðnum. Halt eyga við hans­ara framúr kynstrum!