týsdagur 7. juni 2016síða 48
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24
Sosialurin
JUNI 2016
Bólkur E
Søgan...
Kann verða árið hjá Belgia
Skal ein trúgva heimsstyrkislistanum hjá FIFA, so er Belgia besta landslið í
Evropa. Helst hava tey flestu hug at snerkja, men í veruleikanum er tað nógv,
ið bendir á, at Belgia kann gera ein vørr og fara allan vegin í EM hesaferð
B
elgia hevur leingi ligið væl í svinginum til at
trína heilt fram á heimspallin. Gylti árgang
urin hevur verið ávegis somikið leingi, at tað
er við at vera nú. EM 2016 hevur í langa tíð verið
útpeikað sum tann kappingin, har Belgia skal fer at
sláa til. Har tilfeingið loksins verður innloyst.
Tá ið tosað verður um favorittar til at vinna
kappingar, verður Belgia ongantíð nevnt. Í so máta
er einki trýst á liðnum, men hinvegin hevur liðið
verið útnevnt sum eitt lið fult av talentum somikið
leingi, at teir allarhelst nú kenna trýst á sær at av
rika og vísa umheiminum hvat teir eru førir fyri.
Eingin veddingarfyritøka væntar, at teir fara at
røkka hálvfinalunum. Flest allar eru samdar um, at
Belgia er fimtsterkasta liðið í EM aftanfyri Frak
land, Týskland, Spania og Ongland.
Miðaloddsið á tí stóra odds-marknaðinum upp á
at Belgia vinnur EM er 11. Tað merkir, at veddingar
fyritøkurnar, sum eru sera neyvar í sínum útrokn
ingum, meta Belgia hava 9% møguleika at vinna EM.
Tað talar fyri
Belgiska liðið heldur eitt høgt støði, har allir
leikararnir í byrjunaruppstillingini, umframt
teir næstu fýra-fimm, spæla á allarhægsta støði
í evropeiskum liðfótbólti. Tað eru ógvuliga fáar
broytingar framdar í belgiska hópinum seinastu
árini, og tað merkir, at bulurin á liðnum einamest
er hin sami, og at samanhald, samskifti og auto
matismur annnars sita í skápinum. Leikararnir eru
ígjøgnum fleiri ár vorðnir væl samanspældir og
stíga fram sum eitt sera vælskipað lið.
Menn eru í besta aldri. Thibaut Courtois (24),
Toby Alderweireld (27), Jan Vertonghen (28), Vincent
Kompany (29), Kevin De Bruyne (24), Christian
Benteke (25), Radja Nainggolan (28), Thomas
Vermaelen (30), Mousa Dembélé (28), Nacer Chadli
(26), Axel Witsel (27), Dries Mertens (28), Marouane
Fellaini (28) og Eden Hazard (25).
Eingin blaðungur, eingin ov gamal – tað fær
neyvan verið meiri ynskiligt hjá tí harða, tó væl
dámda landsliðsvenjaranum, Marc Wilmots, sum
hevur verið í venjaratoyminum í sjey ár og harvið
kennist við hvønn krók á liðnum og er førur fyri at
píska tað allarbesta úr hvørjum einstaka leikara.
Í HM-endaspælinum seinast rakk Belgia fjórð
ingsfinaluni. Tað var enntá uttan at spæla tann
góða fótbóltin, ið seinni hevur eyðkent teir – hvat
kann so ikki blíva til hesaferð, um tað góða spælið
verður gravað fram og alt fløskar seg hjá teimum?
Tað talar ímóti
Belgia manglar framvegis at prógva á vøllinum, at
hópurin hevur teir eginleikar, sum krevjast fyri at
av álvara spæla við um eitt meistaraheiti. Burtursæð
frá einari sannførandi undankapping hesaferð, so
hava heldur ikki verið ábendingar um, at teir eru
førir fyri tí. At spæla seg víðari úr bólkaspælinum
skuldi ikki verið teimum ein trupulleiki, men tað
krevst nógv meira enn tað.
Fyrireikingarnar hava ikki verið nøktandi. Lykla
leikarin á liðnum og virkandi stóribeiggin hjá øllum
liðfeløgunum, Vincent Kompany, er skaddur og
verður ikki við. Courtois og Hazard hava havt eitt
vánaligt kappingarár í Chelsea, Fellaini hóskar ikki
inn í Manchester United, Benteke og Origi hungra
eftir spælitíð í Liverpool og Vermaelen hevur ilt við
at sleppa upp í part í FC Barcelona.
Nei – teir eru ikki nógvir í tali, sum eru í besta
dystarformi. Hinvegin eru tað nakrir, sum eru – eitt
nú Lukaku og De Bruyne – og hvør veit um teir ikki
fáa hálað hinar við sær á tokið. Hetta er jú eisini
møguleikin hjá teimum at prógva sítt virði.
Avloysararnir hjá Kompany og Lombaerts í
miðverjuni verða væl møguligt góðu vinmenninir,
sum mynda Tottenham-miðverjuna, nevniliga
Verthongen og Alderweireld. Tað vitnar ikki um
annað enn bæði breidd og styrki.