Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-06-09, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 9. juni 2016síða 2

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Í blaðnum... Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Útgevari: Sp/f Sosialurin Grafiskt snið/layout: Pætur Eyðunsson Jensen Uppseting: Sosialurin, Tekniska deild Prent: Prentmiðstøðin Miðlahúsið: Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Vikuskifti redaktørur Barbara Holm barbara@sosialurin.fo Lýsingar Frida Mellemgaard, lýsingasamskipari lysing@sosialurin.fo tel. 341826 Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo 10. juni 2016 Margreta drotning er hjartaliga væl­ kom­in til Føroya á vitjan Fyrrverandi sambandshøvdingi finst at før­oysku miðlu­num, serliga Kringvarpinum og Miðla­hús­i­num, fyri ikki at vera nóg blíðir við henn­ara háting, Margretu drotning, sum kemur á vitj­an sunnudagin. – Nei, tað eru fjølmiðlar, sum hava vent før­oyska gestablídnið á ranguna. Tak t. d. ætl­aðu drotningavitjanina í fjør. Hana for­ purr­aði KVF við undanførsluni, at val skuldi vera, skrivar Edmund Jo­en­sen. Tað er kent, at nógv fólk eru sera hug­ tik­in av kongshúsum og fjeppast í kendum fólkum. Edmund Joensen er í so máta tikin úr leikum, tí hann sær als einki galið við hvørki kongshúsi, monarkii ella nøkrum sum hennara hátign ger ella sigur. – Mangan havi eg hitt drotningina á máli, og fá munnu vitja Føroyar og føroyingar við so ektaðum áhuga sum júst hon, skrivar hann. Og tað er væl skiljandi, at líkindini hjá Edmundi Joensen fyri at verið afturvaldur á fólkating vóru størri, um hann og Kaj Leo kundu gingið við drotningini ímillum sín valdagin í fjør, men serliga hóskandi hevði tað tó ikki verið. Edmund Joensen heldur fram: – Tak eisini Sosialin, sum í oddagrein beint áðr­enn drotningavitjanina í 2010 al­ manna­kunngjørdi, at frægast hevði verið við ein­um forseta, sum kann skiftast út. Hvør skal siga: fá onkran annan at vera ríkisovasta. Er tað gestablídni? spyr hann. Vit kunnu lova Edmundi, at vit skulu gera okkara til at vera blíð við drotningina – sjálvt um vit halda, at hon fyri tað mesta vitj­ar av plikt, og sjálvt um vit kunnu stað­ festa, at hini í húski hennara sýna Føroyum og før­oy­ing­um sera lítlan áhuga. At skipanin við kongshúsi hoyrir eini farn­ari tíð til er aktuella kjakið um apa­ nasju­na í Danmark eitt tekin um. Tað er kanska býtt, at føroysk vinna ikki hevur gjørt sær dælt av kongshúsinum at vinna marknaðir úti í heimi – nytta hevði verið í tí. Fyri tað um vit halda, at tað hoyrir farn­ ari tíð til at fólk verða fødd í slík embæti, og at tað ikki umboðar fólkaræði, so skal hennara hátign vera hjartaliga væl komin. Hon hevur ikki valt lívsleið sína sjálv. Men alt kann broytast, eisini monark­i­ið í Kongeriget Danmark. Borgarstjórin í Havn small deyður í føvningin á Kristiani IX kongi Tað var ein sorgardagur, tá kongur vitjaði í Føroyum á fyrsta sinni tann 25. juli í 1874. Sorgardagur var tað ikki, tí at Kristian kongur IX og Valdemar prinsur komu á vitja, men sorgardagur var tað, tí fyrsti borgarstjórin í Havn, Andreas Christian Lützen doyði hend­ an dag­in í føvningin á kongi, sum hann stóð og helt móttøku fyri honum á Kongabrúnni í Havn, sum varð bygd til endamálið. A. C. Lützen var tann fyrsti av Lützen­ætt­ ini í Føroyum. Hann kom higar sum fyrsti lær­ari við Almueskolen (kommunuskúlan). Hann giftist við Evu Margretu úr Baianstovu. Sum lærari, løgtingsmaður og borgarstjóri var tað nátúrligt, at A. C. Lützen helt móttøkurøðuna. Nógv varð gjørt burturúr, og eitt heiðursportur varð reist millum Baian­ stovu og Geilina, og Kongabrúgvin varð steinsett – og fekk óivað eisini navnið harfrá. Meðan A. C. Lützen heldur røðuna, fer hann at skelva á málinum og verður illa til passar. Kongur sær, at okkurt er galið, og fer yvir til hansara og tekur í hondina á honum, men tá smellur hann í føvningin á kongi, og doyr. Anna Evensen, dóttir teirra, skrivar í end­ ur­minn­ing­unum, at »det var den bedste død, som fader kunde få, fordi han var så glad i kongen…« Kongur var sum vera man illa við av hes­ um tilburðinum, og hann spurdi, um A. C. Lützen hevði børn at forsyrgja. Men hann var jú komin nakað til árs. Men konan fekk pensjón frá kongi, so leingi hon livdi. Hósnáttina hevði onkur brotið inn í mat­stov­una Etika á Áarvegnum Hildur Hentze, kanningarleiðari, segði við in.fo, at tjóv­urin hevur brotið ein rút í bak­dyrnum og slopp­in inn tann vegin. – Hann larmaði tó so mikið illa, at ein gest­ur á Hot­el Hafnia vaknaði og sá, hvat var á vási. Hann ringdi tí eftir løgregluni, sum var skjót á stað­num, sigur hon. Tjóvurin hevur møguliga lagt til merkis, at hann er uppdagaður, tí áðrenn løgreglan kemur á stað­ið, er hann farin til rýmingar. – Í tí at løgreglan kemur á staðið, síggja vit hala­ferð­ina á honum fara um hornið ovast í Amt­mans­brekk­uni, men hann var horvin, tá vit komu niðan brekkuna, sigur Hildur Hentze. Vitnið helt, at tjóvurin kanska var rýmdur við nøkrum fløskum, men Hildur Hentze sigur, at tjóvurin einki fekk við sær. – Tey, ið varða av handlinum hava verið á stað­num og kunnu stað­festa, at einki er tiki­ð, sigur hon. Um tjóvin siga tey, at hann er høgur maður í myrkari hettutroyggju, og løgreglan arbeiðir enn við at fáa fatur á honum. Vælkomin hennara hátign Fór tómhentur tjóvur á nátt royality Les eisini blaðið á telefonini Drotningina eiga vit øll Edmund Joensen Kjak síða 28 Frálíki tokførarin Benito Høgni Djurhuus Umafturafturum síða 40 Edmund Joensen, sum ofta hevur tosað við drotningina »Drotningin kemur á vitjan í Føroyum sunnudagin. Tað hevði sømt seg, at fjølmiðlar sum KVF og Sosialurin – um ikki annað – duga sær hógv og vanligan fólkaskikk« Oddagrein Eirikur Lindenskov blaðstjóri Fyrsta kongavitjanin Visti tú? At fyrsta konga- ­vitjan í Føroyum var 25. juli í 1874? Doyði í føvninginum á kongi Heiðursportrið, har A. C. Lützen helt røðu, tá hann small deyður í føvningin á kongi 25. juli 1874