Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-06-09, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 9. juni 2016síða 8

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 10. JUNI 2016 SOSIALURIN 66 8 PERSÓNSSØGA klaver. Eg havi eisini lisið nógv, og spældi eitt sindur við javnaldrar, men stóra gleðin hjá mær var altíð tónleikin, og var tað tað, ið eg brúkti mest tíð uppá. At hennara lív var heldur øðr­ vísi frá lívinum hjá hennara javn­ aldr­um, var ikki nakað, ið hon hugs­aði nakað serligt um, fyrr enn hon sjálv gjørdist mamma. – Eg livdi eitt sera einsligt lív. Eg hevði ikki skúlafelagar, og var ikki saman við mínum felags lesandi. Men eg hugsaði ikki so nógv um tað tá, men var tað ikki fyrr enn eg sjálv fekk børn, og sá hvat tey gjørdu í mínum aldri, at eg skilti, at mítt lív hevði verið sera øðrvísi, sigur Michala Petri. – Eg kendi einki til skúlaveitsl­ur, at fáa vinkonur á vitjan, royndir, for­eldrafundir ella líknandi, ið er van­ligt hjá øðrum. Eg kundi ikki hjálpa og vera ein stuðul fyri míni børn, tí eg ongar royndir hevði frá mín­um egna barndómi, og upplivdi tí nógv ting fyri fyrstu ferð saman við teimum. Tað havi eg saknað nógv, sigur Michala Petri, men tyk­ ist kortini ikki at angra nakað, tá hon leggur afturat. – Tað var annarleiðis, men tað var mítt lív. Eg var sera glað fyri at spæla, og eg var glað fyri læraran í Týskland, og tað einasta eg ynskti tá, var at deila mína tónleikagleði við onnur. Lívið á ferð Tá Michala Petri var liðug á hægri tónlistarskúlanum í Hannover, var tíðin búgvin til at taka næsta stigið í yrkisleiðini hjá ungu tón­leik­ aranum. Saman við mammu síni byrjaði hon yrkisleiðina sum full­ tíðar tónleikari. Næstu seytjan ár­ ini halg­aði Michala Petri sítt lív til tón­leikin og ferðaðist kring allan heimin og framførdi. Tónleikurin gjørdist alt hennara lív. – Frá eg var seytjan ár og fekk prógv frá hægri tónlistarskúlanum í Hannover, til eg var 33 ára gomul, var eg á ferð einar tíggju mánaðir um árið. Tá eg spældi antin við mamma míni ella sum solistur við ymisk­um kórum kring heimin. Eg var sjáldan í einum stað longri enn tríggj­ar dagar, og tá í tíðini hevði man hvørki fax, fartelefon, skype ella teldupos, sigur Michala Petri, sum tykist at hava nøkur sorgblíð minn­ir frá hesum tíðarskeiðinum í lív­inum. – Alt mítt lív handlaði bara um tón­leikin tá, men tað var ikki mítt val. Eg var glað fyri at spæla, men ikki bara fyri at spæla. Tað hoyrir til eitt normalt lív, at man mennir seg á øllum økjum, men tann møgu­leikan fekk eg ikki, sigur Michala Petri sorgblíð á máli, men legg­ur afturat. – Kortini lærdi eg nógv um lív­ið gjøgnum tónleikin og mína kenslu av djúpa felagsskapinum, ið man hevur við onnur gjøgnum tón­leikin. Í tónleiki verður dentur lagdur á at gera somu tingini, ið nógvir sálar­frøðingar meinar er týdningar­mikið fyri einum góðum lívi. So sjálvt um eg ikki kundi gera ymiskt, so kundi eg eygleiða og hava eitt innara lív, og eg styrki meg sjálva gjøgnum tónleikin. Eina sterka mammu Í samrøðuni við Michalu Petri gerst rættiliga skjótt greitt, at mamma hevur havt ein týðandi leik­lut í lívinum hjá listakvinnuni, og mang­an verður teirra samband lýst sum eitt, har mamman hevur trýst sín vilja niðuryvir dóttrina. Michala Petri dylur heldur ikki fyri, tá hon verður spurd um sam­ band­ið, at mamman átók sær ein sera domi­ner­andi leiklut í teirra lívi. – Mamma mín er ein sterk kvinna, ið bara sá tingini frá síni síðu. Hon var málrættað og trúði, at disiplin og mál vóru tað týdningar­ mesta í lívinum. Eg visti, at um eg gjørdi tað, ið varð kravt av mær, so var alt í ordan. So eg helt meg innan­fyri rammurnar, ið hon setti. – Tað var eisini hennara avgerð, at eg skuldi hava tí yrkisleið, ið eg fekk. Hon tók avgerðina, at eg skuldi fara til Týsklands, og hon tók av­gerð­ina um, at hetta skuldi vera mítt livibreyð. Eg var glað fyri at spæla, men eg var eisini glað fyri onn­ur ting. Ting, ið mamman mín forð­aði mær í, tí hon helt, at eg bara skuldi spæla, minnist Michala Petri aftur á. Tá Michala Petri var seytjan ár skiltust mamman og pápin, og var tað tá, at hennara tilknýti til Føroyar byrjaði. Á eini ferð til Føroyar hevði pápin møtt eini kvinnu, og var fallin fyri henni. – Mín søgan líkist henni hjá flestu børnum hjá foreldrum, ið fara frá hvørjum øðrum. Fyrstu ár­ini sýtti mamma fyri, at eg slapp at hava nakað serligt samband við pápa, og sá eg hann tískil bara av og á. Tað var torført, eins og alt tað, ið man ikki sjálvur avgerð, er torført, sigur Michala Petri. Michala Petri er gott klár yvir, at tað kann tykjast løgið, at hon ikki tók eina uppgerð við mammu sína tá hon var yngri, men greiðir frá, at hon í stóran mun var ósjálvbjargin um hetta mundið. – Mong spyrja, hví eg ikki breyt við mammu mína fyrr í lívinum, men síðan eg var ellivu ár, tá eg fór á skúla í Týsklandi, var hon tann, ið eg hevði havt samband við onnur gjøgnum. Harumframt var hon bundin at mær fíggjarliga, og hevði eg eina ábyrgdarkenslu mót­vegis henni, tí hon hevði hjálpt mær so nógv. Eg fekk aldrin sama møgu­ leika sum onnur at mennast sum menn­iskja, tí eg brúkti alla orkuna upp á tónleikin, greiðir Michala Petri frá. Seinni í lívinum fekk Michala Petri tó regluligt samband aftur við pápan, og tað er hon glað fyri. Tí í nýggju familjuni fann hon tað, ið hon mangan saknaði í sínum egna barna­heimi. – Tað vanliga familjulívið, ið eg ikki hevði, tí mamma var so mál­ rættað, havi eg fingið fleirfalda aftur eftir, at pápi møtti Oddvør. Eg eri so glað fyri mína stjúkmammu Oddvør Johansen. Hon er eitt ser­ligt og heitt menniskja, sigur Michala Petri við einum stórum smíli. Lívið broyttist Alt hevur tó sín enda, og lívið sum Michala Petri kendi tað, broyttist full­komiliga, tá hon sum 33 ára gomul sjálv átti eitt barn. – Eg fekk eitt normalt lív tá. Dominanssambandið millum meg og mammu broyttist, tá eg fekk okkurt annað at liva fyri. Fram til tá livdi eg bara fyri tónleikin, so at møta Lars Hannibal, giftast og fáa børn, var ein stórur lætti, sigur Michala Petri. Nýggi leikluturin sum mamma gjørdi, at Michala Petri fekk slitið seg leysa frá gamla lívinum, og kundi seta fokus á nakað annað enn tónleikin. – Eg var uppvaksin við eini skyldu­kenslu mótvegis tón­leik­ inum og at framføra konsertir. Um man fær at vita dagligt, at tað er tað, ið man skal gera, so verður tað tað, ið man ger. So tá eg fekk mítt fyrsta barn, var tað ein lætti, tí loksins kundi eg skifta fokus av mær og yvir á barnið. Eg gleddist yvir, at eg kundi siga, at hetta barn­ ið er týdningarmiklari enn mín yrkis­leið, greiðir Michala Petri frá. Føroyar Nógv vatn er runnið í ánni síðan, at Michala Petri fekk sítt fyrsta barn við Lars Hannibal. Elsta dóttirin er í dag 21 ára gomul og lesur tón­ leika­vísind í Keypmannahavn, meðan yngsta dóttirin er 20 ára gom­ul og fer nú eisini undir hægri lesnað. Hjúnabandið millum Michalu Petri og Lars Hannibal er upp­loyst, og hevur Michala Petri seinni fylgt í fótasporunum hjá pápa sínum og hevur fingið sær ein føroyskan maka, tónaskaldið Sunleif Rasmussen. Hóast hon ikki býr í Føroyum, so vitjar Michala Petri javnan í Før­ oy­um, og fyri hvørja vitjan verða sosialu bondini knýtt tættari. Júst sosialu bondini er nakað, ið tón­ leikarin heldur, at føroyingar duga væl at varðveita. – Tað er ein felagsskapur í Føroy­ um, ið man ikki finnur aðra­staðni. Grundleggjandi hava øll eina kenslu av, at tey eru samanbundin. Eg helt tað var forvitni, tá føroy­ ingar altíð fregnaðust um hvør ymisk fólk eru, men nú skilji eg tað. Samfelagið er ikki størri enn so, at tað er ein felagskensla av, at man er ein eind. – Tí mugu fólk vita hvør balans­ an er og hvussu man skal fyri­ halda seg til hvønn annan, sigur Michala Petri, ið líknar hetta við sínar royndir í tónleiki, har tað er týdn­ingarmikið, at man í einum orkestri tilpassar seg hini og hugs­ ar samstundis um sín egna leiklut. Tað kemur greitt fram í sam­røð­ uni, at Michala Petri er glað fyri før­oyska samfelagið, og sæst tað týðiligt, at hon gerst glað, tá hon verður spurd um hvønn týdning tað hevði fyri hana at vinna eina virðis­løn á Faroe Music Award í ár. – Eg og Sunleif fingu hvør sína virðisløn. Tað eri eg sera takksom fyri. Tað er takksamt at verða góð­tikin í einum samfelag, har man ikki er fødd. So eg gjørdist sera, sera glað fyri heiðurin, sigur Michala Petri við einum stórum smíli. Ein snargøta til lívið Ikki óvæntað, so fyllir tónleikur ein stóran part av samrøðuni, og ferð eftir ferð, vendir Michala Petri aftur til tónleikin, tá hon skal lýsa ella samanbera ymisk viður­ skiftir. Sjálv er hon sannførd um, at tónleikurin hevur ein størri týdn­ ing fyri menniskjur enn tey flestu geva sær far um. – Tónleikur er eitt djúpt sam­ skifti millum manna. Hann hevur tann eginleikan, at hann kann vakja kenslur í okkum og geva okk­ um eina djúpa kenslu av, at vit øll hoyra saman og hava sama grund­ ar­lag. Gransking hevur stað­fest, at tank­ar kunnu festa rót gjøgnum tónleik. Eg meti eisini, at tónleikur er ein snarvegur til, at kenslur kunna festa rót í fólki. Tónleikur er ein snarvegur til lívið. – Vit hugsa, at vit sjálvi ráða yvir okkara lívi, yvir okkara lagnu. Men so kemur ein jarðskjálvti ella okk­ urt, og ristir okkara grundvøll, og vit ásanna, at vit ikki hava ræði sjálvi. Tá kann tónleikur aftur seta okk­um í samband við tað, ið vit veru­liga eru sum menniskjur, sigur Michala Petri. Besta í verðini Samrøðan er um at koma at enda. Vit hava sitið langt yvir tíðina, ið eg hevði lovað, at samrøða skuldi vara. Michala Petri hevur nógv hon skal náa, áðrenn hon skal av landinum seinna­partin, men tykist ikki at taka tað illa upp, at vit hava sitið so leingi og tosa. Eg havi sjálvur torført at fata, at eg siti yvirav heimsins besta blokk­ floytuleikara. Einki hugmóð er at hóma í talu- ella verumátanum, men heldur er Michala Petri eyð­ kend av eyðmjúkleika og einum um­fevn­andi og lívsjáttandi sjón á heim­in og menniskja. Eg fái tó ikki hildið mær, men má spyrja hana at enda, um hvussu tað er at vera best í heiminum. – Tað hugsi eg ikki so nógv um. Tá eg spæli eina konsert hugsi eg bara um hana, og at lata upp fyri eini kenslu av felagsskapi í høl­inum. Líkamikið, um har eru tvey­túsund persónar ella tveir persónar. Um eg hugsi, at eg eri best, so samanberi eg meg við onn­ur. At tað eri onnur, ið ikki eru best, og at tað eru onnur, ið kunnu taka mítt stað. Tað gongur móti andanum í tónleikinum. Man skal deila tað man hevur, svarar Michala Petri á sín egna eyðmjúka hátt. HALLUR@SOSIALURIN.FO »Eg hugsaði ikki so nógv um tað tá, men tað var fyrst, tá eg sjálv fekk børn, og sá hvat tey gjørdu í mínum aldri, at eg skilti, at mítt lív hevði verið sera øðrvísi« Michala Petri MYND: ÁLVUR HARALDSEN