hósdagur 9. juni 2016síða 37
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 10. JUNI 2016
SOSIALURIN 66
37
Musikkskúlin í Suðuroy søkir eftir
leiðara.
Ynskir tú at verða við til at menna
tónleikaevni og fimi næmingsins,
loysa og aga skapandi megi
hansara og geva hvørjum
næmingi sær størri møguleika til
at uppliva og meta um tónleik og
at leggja støði undir einum ríkum
tónleikavirksemi í oynni, so er hetta
arbeiðið júst nakað fyri teg.
Tú kemur at samstarva við heimini,
skúlan, tónleikafeløg og onnur, ið
hava áhuga innan hetta økið.
Musikkskúlin væntar at
umsøkjarar skulu:
• hava útbúgving frá
musikkkonservatorii e. líknandi
• vera kveikjandi
• duga at skipa fyri
• hava góð samstarvsevni
Tað er ein fyrimunur at vera lærari
í musikkskúlanum
Setanartíðarskeið 1. august 2016 til
31. Juli 2019
Kommunurnar í Suðuroy eru
setunarmyndugleiki.
Arbeiðstíðin er 10 tímar um
vikuna svarandi til 1/2 tíð
sambært sáttmálanum hjá Føroya
Musikklærarafelag.
Umsóknarfreist: 24. Juni 2016
Um Musikkskúlan í Suðuroy:
Musikkskúlin er ein
interkommunalur stovnur, settur á
stovn av bý-og bygdaráðum
í Suðuroy. Skúlin verður stýrdur
av eini nevnd, sum verður vald av
kommununum.
Musikkskúlin í Suðuroy er partur av
føroysku musikkskúlaskipanini.
Nevndin hevur rætt at velja
umsóknir frá, um tær ikki lúka settu
krøvini.
Umsókn skal sendast til:
Musikkskúlin í Suðuroy
v/Lisbet Jacobsen
Traðavegur 6
870 Fámjin
Meira kunning um arbeiði er at fáa
frá formanninum í nevndini Lisbet
Jacobsen tlf. 221198
Leiðari til Musikkskúlan
í Suðuroy
Gigni søkir eftir summarferiuavloysara
vikurnar 29, 30, 31 og 32 í 2016.
Talan er um at avloysa ymsastaðni í landinum.
Førleikakrøv: Útbúgving sum heilsufrøðingur
Lønar- og setanartreytir: Løn sambært sáttmála millum
Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Fíggjarmálaráðið.
Umsókn skal sendast til:
Gigni
Niels Finsensgøta 37
Postboks 132
FO-110 Tórshavn
Ella umvegis teldupost: gigni@gigni.fo
Umsóknin skal verða okkum í hendi í seinasta lagi 19. juni 2016.
Meiri fæst at vita við at ringja til 562300
og til Bjartu Vilhelm, stjóra, 562310.
GIGNI - HEILSUFRØÐI TIL BØRN & UNG | NIELS FINSENSGØTA 37
POSTBOKS 132 | 110 TÓRSHAVN | TLF. 56 23 00 | WWW.GIGNI.FO
Summarferiuavloysari
STARVSLÝSING:
TVINGSILSSØLA
Mikudagin, 29. juni 2016 kl. 13.30, verður á
Dómaraskrivstovuni í rættarsali VI, C. Pløyensgøta 1,
100 Tórshavn, hildin tvingsilssøla yvir matr. nr. 217,
Sandur – Skopun, Inni í Brekkuni, 210 Sandur.
Ognin er eitt grundøkið á 845 m2, sum liggur í
landbúnaðarøki.
Nærri upplýsingar um ognina fáast við at venda sær
til
Fríðu Patusson,
advokatur
Frúutrøð 4
Tórshavn
tel. 353335
frp@jura.fo (j.nr.20160416)
ella skrivaran
Anniku Reginsdóttir Olsen
aro@jura.fo.
FØROYA FÚTARÆTTUR,
TANN 7. JUNI 2016.
TROTABÚGV
Í trotabúnum Sp/f Mi Casa
(hjánavn: Magnstøðin á
Sandi), Mørkin Mikla 4, 210
Sandur, skrás.nr. 5407, sks.
nr. 3-13/2016, verður hildin
endaligur skiftifundur
mikudagin tann 6. juli
2016, kl. 09:45, á
skrivstovuni hjá
skiftirættinum, C.
Pløyensgøta 1, Tórshavn,
til roynd av krøvum og
staðfesting av uppskoti til
roknskap og útluting við
eini dividendu
(býtispeningi) á 8,2126 %
til vanlig krøv.
Uppskotið við fylgiskjølum
kann eftirskoðast á
skrivstovuni hjá
skiftirættinum.
Fráboðaði krøv og onnur
krøv, ið verða fráboðað
eftir staðfestan av
roknskapinum, kunnu ikki
verða tikin við.
Útgjalding verður 4 vikur
eftir staðfestingina, um ikki
kært er innan ta tíð.
FØROYA SKIFTIRÆTTUR,
tann 9. juni 2016
PROKLAMA
Øll, sum hava krøv í
búnum eftir Jenny Elise
Olsen, Tormansvegur 79,
240 Skopun, fødd tann
17.08.1922, deyð tann
25.03.2016, og fyrr deyða
hjúnarfelaga Andreas
Michael Olsen, verða við
hesum biðin um innan 3
mánaðar frá kunngerð av
hesi lýsing at boða frá og
skjalprógva krøv síni fyri
undirritaða skiftirætti.
Tikið er ikki við skuld.
Krøv skulu gerast upp pr.
deyðsdagin, og sendast til
advokat Páll Nielsen,
Advokatvirkið,
Skansavegur 1, 100
Tórshavn, vísandi til sks.nr.
109/2016, saman við
frumriti av teimum
skjølum, sum krøvini eru
grundað á.
FØROYA SKIFTIRÆTTUR,
tann 8. juni 2016.
TROTABÚGV
Í trotabúnum Sp/f
Multigólv, Ognarvegur 12,
240 Skopun, skrás.nr.
5315, sks.nr. 3-12/2016,
verður hildin endaligur
skiftifundur mikudagin
tann 6. juli 2016, kl.
09:30, á skrivstovuni hjá
skiftirættinum, C.
Pløyensgøta 1, Tórshavn,
til roynd av krøvum og
staðfesting av uppskoti til
roknskap og útluting við
eini dividendu
(býtispeningi) á 3,7988 %
til vanlig krøv.
Uppskotið við fylgiskjølum
kann eftirskoðast á
skrivstovuni hjá
skiftirættinum.
Fráboðaði krøv og onnur
krøv, ið verða fráboðað
eftir staðfestan av
roknskapinum, kunnu ikki
verða tikin við.
Útgjalding verður 4 vikur
eftir staðfestingina, um ikki
kært er innan ta tíð.
FØROYA SKIFTIRÆTTUR,
tann 9. juni 2016
BUSSUR TIL SØLU
Ein MAN Lions
Coache, árg. 2003,
52 pass, koyrt 700
tús km, til sølu.
Nærri upplýsingar
á tlf. 232300.
www.gevidblod.fo