Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-06-13, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 13. juni 2016síða 14

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 13. juni 2016 · Nr. 67 14 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Pætur Albinus FÓTBÓLTUR Fremad Amager hevur tryggj­að sær uppflyting til næst­bestu deildina í Dan­ mark. Uppflytingin kom í hús eftir 2-1-sigur ímóti Hvidovre leygardagin. Christian L. Holst var einasti føroyingur í byrjunar­uppstillingini. Heini Vatnsdal hevði leikbann, meðan Finnur Justinussen sat á beinkinum. Fremad Amager hevur ein dyst eftir í kapp­ingini. Hann er á útivølli ímóti AB, sum eisini hevur tryggjað sær uppflyting. Christian Lamhauge Holst gevst sum fótbólts­ spælari á hægsta støði. Tað hev­ur hann boðað frá, nú hann hevur verið við til at spælt Fremad Amager til uppflyting. Seinastu tíðina hevur hann tó sitið nógv á beinkinum. Christian er 34 ára gamal og hevur á yrkis­ leiðini umboðað Svendborg, Lyngby, Silkeborg og Fremad Amager. Harumframt hevur hann spælt 50 landsdystir fyri Føroyar árini 2002 til 2015. Xhaka-brøðurnir, Granit hjá Sveis og Taulant hjá Albania, sum dystaðust ímóti hvørjum øðrum leygardagin, avdúka í samrøðu við R e d a k t i o n s N e t z w e r k Deutsch­land, at teir lata 80% av lønini hjá sær til for­eldur teirra. Granit, sum júst er seldur til Arsenal fyri 300 milliónir krónur, sigur, at nógvir fótbóltsspælarar oyðsla pengarnar burt upp á luksus, men at teir heldur vilja geva tað til familjuna, sum er teirra luksus. UEFA hevur hótt bæði England og Russland við at tveita landslið teirra úr EM, um tey ikki megna at fáa tamarhald á áskoðarunum hjá sær. Leygarkvøldið vóru ógvusligir samanbrestir ímill­um viðhaldsfólk teirra, tá ið landsdystur var í Marseille. Tveir áskoðarar fingu álvarsligar løstir. UEFA boðar frá, at felagsskapurin í kjalar­vørrinum á ófriðinum er í ferð við at fyrireika eina sak ímóti avvarðandi fót­ bólts­sambondum. Eisini í gjárkvøldið, tá ið Týskland og Ukreina spældu í býnum Lille, vóru saman­brestir ímillum við­ halds­fólk. Týska blaðið Bild skrivar, at eini 50 við­halds­ fólk ruku í bardaga, og at tvey teirra vórðu særd – tó ikki álvars­liga. Hyggjarar hava kanska longu varnast, at bæði DR1 og TV2 í ár hava ein kvinnu­ ligan serfrøðing við í EM- studio. Rásirnar hava eggjað øðrum til at gera tað sama, men nú hevur BT verið frammi og sagt, at blaðið ikki fer at gera tað. – Tær eru ikki kendar nokk og ikki nakrar, sum lesarin kann fyrihalda seg til, sigur Olav Skaaning Andersen, tíðindaleiðari á BT við TV2 News. Hóast hann einans hev­ur spælt 29 minuttir í kapp­ingini, so er Lionel Messi toppskjútti í Copa America, sum verður spælt í USA í hesum døgum. FC Barcelona-framherjin varð sett­ur á vøllin í 61. minutti í 5-0-sigrinum ímóti Panama, og tá ið 87 minuttir vóru farnir, hevði hann økt úr 1-0 til 4-0. Sigurin staðfesti, at Argen­tina hevur spælt seg víðari. Náttina til mikudagin dystast teir við Kili um at sleppa víðari sum 1-ari. Púra óvæntað er Uruguay rokið úr bólkaspælinum í Copa America, har tap ímóti Meksiko og Venesuela hava ført til, at teir áðrenn sein­ asta dystin ímóti Jamaica longu hava spælt sær av við møguleikan at spæla seg víðari. Luis Suarez hevur ikki verið við vegna skaða, með­ an Edinson Cavani hev­ur misnýtt nógvar góðar møgu­ leikar. Unai Emery hevur lagt frá sær sum venjari í Sevilla, har hann hevur gjørt tað framúr og hevur ført felagið til tvey gullmerki í Europa League. 44 ára gamli spaniumaðurin, sum hevur verið venjari í Sevilla síðani 2013, ynskti sjálvur at sleppa úr felag­ num, og tað hevur givið leysa­søgunum um at hann skal taka við sum venjari hjá PSG bein at ganga á. Radamel Falcao kann vera ávegis til Middles­ brough, sum júst er flutt upp í Premier League. Tað er enska blaðið Bleacher Report, ið sigur seg vita, at um­boðs­maður hansara, Jorge Mendes, er í tingingum við upp­flytararnar. Falcao hevur sátt­mála við Monaco, men hevur seinast verið á tveimum miseydnaðum leigu­málum í Chelsea og Man­chester United. Venjarin hjá Liverpool, Jürgen Klopp, er í hesum døgum í USA og hyggur at Copa America. Hann hev­ ur verið sæddur hyggja at Argentina, og sam­bært Mirror, so er tað fyri at hyggja nærri at verju­leik­ ar­anum, Gabriel Mercado. Hann spælir við heimlands­ felag­num River Plate, og á vøll­inum kann hann spæla bæði á høgra bakki og í mið­ verj­uni. FR. ÍTRÓTTUR Hanus Bergsson er við at koma fyri seg eftir ein skaða, sum leingi hevur argað hann. Tað skrivar hvirlan.fo. Hann luttók um vikuskiftið í øðr­ um umfari av Grand Prix- kapp­ingar­røðini. Hanus, sum ger spjót­kast, kastaði 50,43m. Eitt annað kast kom út á 52,70m, men tá var yvirtrakk. Hanus verður helst ein av teimum, sum skal royna seg á oyggjaleikum í Gotlandi næsta summar. Í døgunum 1. - 3. juli fara nakrir og tjúgu føroyingar at luttaka í VU Spelen, sum er ein stór kapping innan frælsan ítrótt í Svøríki. Frælsur Ítróttur Føroya hevur havt kunnandi fund um ferðina, har hesir íðk­ arar vera við: Rebekka Fuglø, Oddvør Josephsen, Óluva A. Joensen, Birita Ryan, Edna Maria Debes, Alda S. Lamhauge, Hildur Poulsen, Margrit W. Fríðmunds­dóttir, Elisabet H. Simonsen, Adrea Kirstina Møller, Bára J. Glerfoss, Kristianna S. Joensen, Jana Mittún, Erna Krett Hansen, Maria Biskopstø, Unna Ró Jacobsen, Hervør Niclasen, Elin Niclasen, Jan Elmar Sørensen, Julian Gregersen, Hanus Bergsson, Tórur Mortensen, Tummas N. Arge, Andrea B. Antoft, Miso Buha, Hans Erland Thomsen og Rúni Jacobsen. FORMIL 1 Lewis Hamilton (Mercedes) vann fyri aðru ferð á rað, tá ið formil 1-kappkoyring hetta vikuskiftið var á Gilles Villeneuve-breytini í Montreal, Kanada. Hann vann í tættari kapping við Sebastian Vettel (Ferrari), meðan danski Kevin Magnussen (Renault) bleiv numm­ar 16. Í samlaðu støð­uni er Nico Rosberg (Mercedes) á odda við 116 stigum, meðan liðfelagin, Lewis Hamilton, er nummar tvey við 107 stigum. HONDBÓLTUR Tað gekk akkurát ikki hjá Brandi Halgirssyni og Hørði Trúgvasyni, sum saman við U17-liðnum hjá SG Flensburg-Handewitt hava spælt finalu um týska meistara­heitið. Mótstøðu­ liðið var Füchse Berlin. Fyrra finalan varð tapt við sjey mál­um, 25-18, og seinna heima í Wikingerhalle í Handewitt í gjár varð vunnin við seks málum, 26-20. Teir gjørd­ust tískil júst ov stuttir og mugu taka til takkar við silvurheiðursmerki, sum tó má metast sum megnaravrik havandi í huga, at tað finnast áleið 2500 lið í hesum árgang­ inum í Týsklandi. Brandur Halgirsson skeyt fýra mál í seinnu finaluni. Danska manslandsliðið hevur annað beinið í HM- endaspælinum næsta ár, eftir at teir í gjár vunnu 35- 27 ímóti Eysturríki. Ein retur­ dystur skal spælast ímillum liðini fyri at avgera hvør slepp­ur til HM, men tað er Dan­mark, sum hevur vunnið sær frálíkt útgangsstøði. Kasper Søndergaard var topp­skjútti í dystinum við átta málum. Eisini íslendska mans­ lands­liðið hevur vunnið sær gott útgangsstøði til at spæla seg víðari til HM-endaspælið. Heima í Laugardalshöllini í gjár vann Ísland nevniliga 26-23 ímóti Portugal. Eis­ini her skal returdystur spæl­ ast. Aron Pálmarsson var ís­lendsk­ur toppskjútti við seks málum, men tað var ann­ars málverjin, Björgvin Páll Gústavsson, sum skaraði framúr og varð kosin dagsins leikari. KAPPRÍÐING Kappingarárið í kappríðing er farið í gongd. Tað fór tað leygardagin, tá ið Vága Ríðingarfelag skipaði fyri ársins fyrstu FM-kapping á flúgvarabedingini. 29 ross vóru við í kappingini. Føroya Ríðingarfelag skrivar, at tað vóru nøkur ikki heilt so von reiðfólk at síggja ímillum tey meira royndu. Tað var eisini ein av teimum royndu, nevniliga Knút Lützen, sum útmerkaði seg við at vinna tvær greinar – nevniliga tølt og trav. Hann og hestur hans­ara, Máni, vunnu í tølt við tíðini 11,4 frammanfyri Thorfinn Nielsen á Krapa 14,5. Nr 3 gjørdist Hildegarð D. Hansen á Svarta, tíðin var 15,4. Í trav, sum var 250 metr­ ar, var tíðin hjá Knúti og Mána 27,7. Har var Marner Joensen næstbestur á Óðin við tíðini 38,2. STUTTSØGD TÍÐINDI ÓFRIÐUR Í EM Halda samanbrestirnir fram, verða bæði Ongland og Russland tveitt úr endaspælinum, hóttir UEFA. Stutt­ søgdu ítróttartíðindini eru hesaferð rakt av EM-fepuri, men sjálvsagt eru eisini onnur og føroysk tíðindi