mánadagur 13. juni 2016síða 28
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 24 • 13. JUNI 2016
4
MIÐLAHÚSIÐ
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
Keypti brúðarkjólan
í Rótikassanum
Danjal av Rana
M
ikudagin var fyrsta vígslan
hildin á trappuni í Vágsbotni.
Tað vóru Hanus Kruse og
Marjun Thorvaldsdóttir Gaardlykke,
sum vóru vígd hendan dagin.
Fitt av fólki var komið saman at
hátíðarhalda løtuna saman við teim
um, og eru tey bæði sera væl nøgd við
dagin, bæði við vígsluna og við mót-
tøkuna heima hjá foreldrum hennara
aftaná, har yvir 200 fólk gleddu tey
við at koma.
Víst er tað øðrvísi at giftast á
trappuni í Vágsbotni, men tað er als
ikki tað einasta, sum ikki var heilt sum
tað plagar við hesum brúdleypinum.
Hanus og Marjun hava verið par í
trý ár longu, men tað var so seint sum
í apríl, at Hanus Kruse tók stóra fetið,
tá hann fór til pápa brúðrina, Thorvald
Gaardlykke, og bað um hennara hond.
– Eg hevði gjørt honum púra greitt,
at hann mátti spyrja babba fyrst, sigur
Marjun, sum nú eitur Kruse. Og síðani
hevur tað gingið skjótt. Vígsluloyvið
kom upp á pláss fríggjadagin, loyvi
at giftast á trappuni kom frá Ríkis
umboðnum mánadagin og so var
vígslan mikudagin.
Brúðarkjólin varð keyptur í Róti
kassanum á Facebook hóskvøldið.
– Hann passaði ikki heilt og hevði
hálvlangar armar. Omma mín fór tí í
gongd við at seyma hann, so at hann
passaði mær, og tað gjørdi hon bara
væl, sigur Marjun.
Hvussu ber tað tó til, at tey giftust
úti á trappuni?
– Ætlanin var at giftast á komm
unuskrivstovuni, men har er jú eitt
ávíst plásstrot. Tá var tað, at omma
mín skjeyt upp, at vit vóru vígd úti á
trappuni, so at øll kundu fáa pláss,
greiðir Marjun frá. Tað er tó ikki øll
um frítt at giftast har tey vilja. Ríkis
umboðið má geva loyvi, um vígsla
ikki hevur verið á plássinum fyrr, men
danska yvirvøldin gjørdi skjótt av og
gav teimum neyðuga loyvi.
– Á hendan hátt varð ikki neyðugt
hjá okkum at velja fólk frá, tí tað ikki
var pláss. Eg havi eisini altíð ynskt
mær, at eg skuldi giftast úti, sigur
Marjun Kruse.
Meðan aðrar brúðrar ofta ganga inn
til tónarnar frá antin hjúnamarsjinum
hjá Mendelssohn ella brúðarkórinum
hjá Wagner, kom brúðurin mikudagin
gangandi inn til lagið November Rain
hjá Guns’n’Roses.
– Tað var Hergeir Staksberg, sum
avgjørdi tað. Vit eru barndómsvinir, og
tað eru mong ár síðani, vit blivu samd
ir um, at tá eg giftist, skuldi brúðurin
ganga inn til November Rain, sigur
Hanus Kruse.
– Tað eru fleiri ár síðani, at hann
nevndi tað fyri mær, og eg hugsaði, ja,
hví ikki, sigur Marjun Kruse.
Hjúnini lesa bæði til sjúkrarøktar
frøðing á Fróðskaparsetrinum á øðr
um árið. Enn er skúlaárið ikki heilt
liðugt, onkrar royndir eru eftir, men
í næstum fer brúðarferðin til Keyp
mannahavnar.
– Vit fara til Copenhell, ein metal
tónleikafestivalur í Keypmannahavn.
Har fara vit at lurta eftir stórum nøvn-
um sum Megadeth og Black Sabbath,
áðrenn leiðin gongur heim til Føroya
til seinastu royndirnar, sigur Marjun
Kruse.
At tey vóru fyrsta parið, ið var vígt á trappuni á Vágsbotni, var ikki
tað einasta, sum gjørdi hesa brúðarvígsluna serliga