mánadagur 13. juni 2016síða 30
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 24 • 13. JUNI 2016
6
MIÐLAHÚSIÐ
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
M
argretha Drotning kemur til
Føroyar í vikuni og sum van
ligt verður eisini nógv gjørt
burtur úr á teimum støðum har
drotningin vitjar. Hóast drotningin
ikki leggur leiðina framvið SMS, so
verður eisini Torgið komandi dag-
arnar merkt av, at drotningin er á
vitjan.
Í døgunum 13. til 18. juni verður
nevniliga skipað fyri Prinsessudøgum
á Torginum. Á skránni verður ein ør
grynna av tiltøkum og tilboðum, ið
venda sær til børn, og hava samband
við drotningarvitjanina.
Sjálvt Torgið verður prýtt í einum
ævintýranda, har millum annað
myndir av prinsessum, ið børnini
kenna frá Disney teknifilmum, verða
hongdar upp ymsastaðni í Torginum.
Tiltakið verður tó ikki bara av
markað til Torgið, tí hvønn dag
verður skipað fyri eini skattaveiðu
frá klokkan tíggju til átjan, har børn
kunnu finna ein skatt við at seta
nakrar bókstavar saman, ið eru at
finna í sýnisgluggunum hjá teimum
ymiskum handlunum.
Einaferð var tað...
Á sjálvum Torginum kunnu børnini
vera við til at skriva eitt felags
ævintýr. Tað verður gjørt soleiðis,
at ein stór hvít talva verður sett upp
á Torginum, 1x2 metrar til støddar,
har ein persónur fer at hjálpa
børnunum at skriva eitt ævintýr, ið
sjálvandi byrjar við kendu orðunum:
»Einaferð var tað...«
Ætlanin er so, at ævintýrið verður
liðugt leygardagin, soleiðis at ein
rúgva av børnum hava verið við til at
skriva eitt langt ævintýr.
Fyrireikararnir upplýsa tó, at
um ævintýrið verður liðugt áðrenn
leygardagin, so verður tað útskrivað
og hongt upp, og so verður byrjað av
nýggjum næsta dagin.
Merkið og Dannebrog
Ein av teimum afturvendandi hend
ingunum, tá tey kongaligu eru á
vitjan í Føroyum, er at tey verða
fagnað av smábørnum, ið standa og
veittra við føroyskum og donskum
fløggum. Tað eru kanska ikki øll, ið
vita hvussu tey fáa fatur á einum
slíkum flaggi, so hjá teimum er bara
at møta á Torginum, har ætlanin er
at klippa og tekna føroysk og donsk
fløgg til børnini hvønn dag millum
klokkan tvey og fýra.
Harumframt er ætlanin eisini at
klippa og prýða prinsessukrúnur,
armbond, perlubond og annað, so
at børnini sjálvi fáa møguleikan at
spæla kongalig eina løtu.
Ævintýr á skíggja og í bók
Sjálvt um tað er ein verulig drotning,
ið kemur á vitjan í vikuni, so er tað
ikki at taka munnin ov fullan, um
sagt verður, at tað vanliga eru í
ævintýrum, at flest børn fyri fyrstu
ferð læra um prinsessur og onnur
kongalig.
Ævintýr fara eisini at hava ein
sentrala leiklut á Torginum hesar
dagar. Ein lesikrókur verður, har børn
fáa høvi at lesa ævintýr og aðrar
bøkur. Fríggjadagin klokkan 15 vitjar
Elin á Rógvi lesikrókin, har hon fer at
fortelja eitt ævintýr.
Ævintýrini vera tó ikki bara at
lesa í eini bók, tí hvønn dag millum
klokkan 12 og 14 verður ein tekni
filmur sýndur á stórskíggja. Millum
annað er ætlanin at vísa filmarnar
Shrek 2, Svanaprinsessan, Lítla hav
frúgvin og Klokkeblomst.
Til ber at lesa alla skránna á sms.fo
Prinsessudagar
í SMS