mánadagur 13. juni 2016síða 32
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 24 • 13. JUNI 2016
8
MIÐLAHÚSIÐ
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
Barcelona vil seta
ferðafólki mørk
Best umtóktu býirnir í Europa eru við at verða tiknir
av fótum av ferðafólkum, sum streyma til býirnar.
Amsterdam, Barcelona, París og Berlin arbeiða
við átøkum ímóti miðsavnan av ferðfólkum
E
uropeiski stórbýir líða nú undir vaksandi
ferðavinnu, sum hevur fingið nýtt flog við
bíligum flogferðum og nýggjum gisting-ar-
møguleikum, og summir býir arbeiða við átøkum
ímóti miðsavnaðari ferða-vinnu.
Ein av væl umtóktu stórbýunum í Europa er
Barcelona, sum eisini føroyingar í stórum tali
eru farnir at vitja, eftir at Atlantsflog hevur
havt beinleiðis flogleið til býin í nøkur ár. Barce
lona fekk nýtt lív eftir OL í 1992, og síðani er
ferðafólkatalið í býnum støðugt vaksið. Í fjør
vóru meira enn átta milliónir ferðafólk í býnum,
og afturat teimum koma mongu dags-gestirnir,
ið eru umborð á cruise-skip-um, sum leggja at í
Barcelona.
Venesia í Italia hevur verið ringasta dømið
um, hvussu ein býur kann verða kroystur í knæ av
ferðafólkum, og sambært fleiri kann Barcelona
fáa somu lagnu.
– Venesia er tað gamla dømið um ein bý,
sum er yvirfloymdur av ferðafólki, tí býurin
liggur á einum avmarkaðum landafrøðiligum
øki, men fyri býir sum Barcelona er hetta hent
seinastu tíggju árini, sigur Szilvia Gyimóthy,
ferðavinnugranskari á Aalborg Universiteti, við
blaðið Berlingske.
Hon arbeiðir við einari frágreiðing um býirnar
Barcelona, Berlin, Amsterdam og París, sum allir
hava stórar avbjóðingar orsakað av vaksandi
ferða-fólkatali.
– Hesir býir hava allir lagt upp til ferða
vinnu við at gera íløgur í tæn-astuvinnu,
gistingarmøguleikar og infrastruktur, men
seinastu árini eru býirnir farnir at skifta hugburð
og vilja nú avmarkað ferðavinnuna ella í øllum
førum stýra henni betri, sigur Szilvia Gyimóthy.
Reaktiónir
Nógv fleiri fólk ferðast, og fleiri fólk ferðast
oftari nú, enn fyri 10 og 20 árum síðani.
Lágprísflogfelag sum EasyJet, Ryanair og
Norwegian hava gjørt tað munandi bíligari at
flúgva, og eitt nú internettænastan Airbnb hevur
skapt nýggjar – og í summum førum bíligari –
gistingarmøguleikar.
Hugnaligi
býurin
Barcelona,
sum
er
millum væl umtóktur millum føroyingar, er
ein av býunum, sum hev-ur merkt vaksandi
ferðafólkatal. Býurin hevur við sínum arkitekturi,
mentan, list, smølum strætum og mongu
matstovum drigið eitt vaksandi ferða-fólkatal til
sín, og fólk í Barcelona eru farin at reagera ímóti
ferða-vinnuni, sum trýstir bústaðarprísir upp og
ger tað trupult at liva og ferðast í býnum, tí so
nógv fólk eru nógva-staðni.
Ramblan mitt í býnum, sum var ein hugnalig
handilsgøta, er nú yvirfloymd at ágangandi
gøtuseljarum, sum bjóða fólki viftir og floytur.
Umleið 58 prosent av fólkunum á Rambluni
eru útlendsk ferðafólk, og bert 20 prosent eru
lokalfólk, skrivar Fortune.com.
Tað er ikki óvanligt at síggja graffiti við
áskriftini »You are destroying Barcelona.
Tourists go home«.
Átøk
Borgarstjóri Ada Colau heldur, at Barcelona má
gera nakað við støðuna, hóast býurin og fólk í
býnum hava stórar inntøkur av ferðavinnuni, og
tí er býarstýrið í holt við at fyrireika átøk og at
seta tey í verk.
– Skulu vit ikki enda sum Venesia, mugu vit
seta mørk í Barcelona, sigur Ada Colau.
Við henni á odda hevur býarstýrið í Barcelona
gjørt tað truplari at leiga íbúðir út, og tey hava
fyribils sett ein steðg í byggingini av nýggjum
gistingarhúsum.
Onnur átøk verða eisini gjørd. Eitt nú kostar
tað átta evrur at vitja Parque Güell, sum er
eitt meist-araverk hjá arkitektinum Gaudí, og
ferðavinnuavgjøldini eru hækkað. Eisini hevur
Barcelona gjørt nýggjar ferðavinnufilmar, sum
vísir á onnur støð enn best umtóktu ferðamálini
sum Parque Güell, Rambluna og kirkjuna La
Sagrada Familia.
Í filminum Bye Bye Barcelona vísa handilsfólk,
granskarar og lokalfólk á, hvussu fleiri og fleiri
fólk verða kroyst út úr sínum bústøðum orsaka
av ferðavinnuni, tí fólk vilja forvinna pengar upp
á ferðafólk, og býurin er í vanda við at missa sína
sál. Hendir tað, verður Barcelona hvørki lokkandi
fyri tey lokalu ella ferðafólk.
Tí er undirtøka fyri at gera átøk ímóti vaksandi
ferðafólkatalinum, og tað er ikki óhugsandi, at
nýggj mørk verða sett í komandi tíðum.
Piddasahandil skipar
fyri bindikapping
Fuglafjarðar Heimavirkisfelag skipar í hesum
døgum fyri bindikapping um vakrastu og
lekrastu troyggjurnar úr føroyskum tógvi og við
føroyskum mynstrum.
Øll bindiáhugað eru vælkomin at luttaka.
Troyggjurnar kunnu vera til kvinnur, menn,
gentur og dreingir í øllum støddum. Íblásturin
kann vera gamlar myndir av føroyskum fiski
monnum í bundnum troyggjum, gamlar myndir av
skúlaflokkum, bókin Føroysk Bindingarmynstur
v.m.
Seinasta freist at lata troyggjur inn í
Piddasahandil er 25. August 2016 kl. 16. Ein
dómsnevnd við trimum fólkum velur síðani
út millum innkomnu troyggjurnar og finnur
vinnararnar, sum verða nr. 1, nr. 2 og nr. 3.
Vinnararnir verða kunngjørdir á samkomu
fyrst í septembur í sambandi við Mentanarvikuna
í Fugla-firði, har innkomnu troyggjurnar eisini
verða sýndar fram. Meira um treytir og vinningar
á www.ribarhus.com
Kappríðing við Leynavatn
KAPPRIÐING VERÐUR VIÐ LEYNAVATN LEYGARDAGIN 18. JUNI KL. 15
Kappast verður í hesum greinum: Tølt – Skeið – Trav – Tvíspor ung
Tvispor opin flokkur – Tvíspor Vaksin.
Meldast kann til á hesum tlf. nr. 511618 - 285129 - 292040
Seinasta freist at melda til kapping er mikukvøldið 15. juni kl. 19