mánadagur 13. juni 2016síða 44
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13. JUNI 2016
4
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
Hann
Hallur av Rana
Ein av orsøkunum til vaksandi undir
tøkuna er helst felagið EinMalt, ið
er føroyska whiskyfelagið, ið varð
sett á stovn í 2008. Vikublaðið hevur
hitt Ronnie Thomassen, formann í
EinMalt, til eitt prát um whisky.
Støðugt vaksandi áhugi
Ronnie Thomassen er skjótur at vátta
illgrunan um, at eitt whisky-rák hevur
lagt seg yvir landið.
– Áhugin fyri whisky er støðugt
vaksandi. Her er ikki talan um snobb
arí, men fólk úr øllum samfelagsløg
um, ið njóta at drekka whisky. Vit í
EinMalt føla okkum sum eitt slag av
slóðbrótarum, ið vísa, at tað at njóta
alkohol snýr seg um annað enn at
drekka seg fullan, sigur formaðurin.
Samstundis sum tað eru fleiri
føroyingar, ið hava fingið smakk fyri
whisky, so er Rúsan eisini byrja at
selja fleiri og betri sløg av whisky. Tað
fegnast formaðurin í felagnum um.
– Síðsta árið hevur Rúsan lagt
seg eftir at fáa so nógv áhugaverd
sløg av whisky sum gjørligt, og er
tað serstakliga jaligt fyri whisky
áhugaðar føroyingar. Nú ber eisini
til at keypa gott whisky í Føroyum,
har vit áður altíð máttu fara útum
landoddarnar at fáa fatur á tí. Fyri
fimm árum síðani vóru kanska eini
fimm sløg av whisky at fáa, nú eru
nógv fleiri á hillunum í Rúsuni,
sigur Ronnie Thomassen.
Góð ráð
Ronnie Thomassen hevur eisini nøkur
ráð til teirra, ið ynskja at royna whisky
fyri fyrstu ferð.
– Tað eru eini 100 ymiskir
smakkir í whisky og tað er
ymiskt hvat fólk dáma. Nøkur
dáma væl milt, onnur dáma
betri okkurt sterkt. Best er
at byrja onkrastaðni í miðjuni
og so leita fram harfrá. Tí er
tað eitt gott hugskot at møta
upp til tiltøk hjá okkum, har
tað ber til at royna fleiri ting
uttan at gera íløgu í fleiri
fløskur.
Spurdur um tað eru nakrar
fløskur, ið hann kann viðmæla,
nevnir hann fýra sløg, ið til ber
at keypa í Føroyum.
Ísur oyðileggur
whisky
Nógvir mátar eru at njóta eitt
glas av whisky, og tað er ikki
heilt ókent, at lata ísterningar
ella nakrar dropar av vatni í
glasið. Føroyingar hava eisini
framleitt basaltsteinar, ið sig
ast at skulu vera góðir at lata
í glasið. Hetta hóvar formann
inum í EinMalt lítið.
– Um nakar kemur inn til
eitt av okkara tiltøkum og biður
um ís í, so skal eg sjálvur blaka
viðkomandi út. Ísur oyðileggur
whisky, og er tað ringasta, ið
ein kann gera við whisky. Eg
vil fara so langt sum at siga,
at tað er deyðsynd at drekka whisky
við ísi. Gott whisky verður drukkið í
stovuhita.
Heldur ikki føroyska basaltstein
arnir fáa góð skoðsmál.
– Onkur heldur seg hava fingið
hetta góða hugskotið, men tað frá
mæli eg upp á tað sterkasta.
Hóast tað ikki kemur upp á tal at
koyra ísterningar í whisky-glasið, so
er tað í lagi at koyra nakrar dropar
av vatn í glasið. Tað betrar nevniliga
um upplivingina, sambært Ronnie
Thomassen.
– Tað er í ordan at koyra vatn í,
men ikki meira enn tveir dropar. Tað
gevur eina effekt, ið ger at whiskyið
letur seg upp og fær ein sterkari
smakk, sigur Ronnie Thomassen at
enda.
hallur@sosialurin.fo
• Ardbeg Malt 10 ár 46%
• Springbank Malt 15 ár 46%
• Glenfarclas 105 60%
• Craigellachie 13 ár 46%
Tað sæst meira og meira. Menn úr øllum
aldursbólkum og úr øllum stættum leggja myndir
út á Facebook og aðrar sosialar síður, ið vísa teir
njóta eitt glas av whisky ella reypa av luttøku
til whiskysmakking onkra staðni í Føroyum
Whisky
er ikki
snobbarí
Ronnie Thomassen
formaður í EinMalt