Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-06-13, síða 46
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 13. juni 2016síða 46

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13. JUNI 2016 6 ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ Hann Hóast venjingin krevur nógv, so heldur Tom Jacobsen, at kostætlanin er hon, sum er harðast at fylgja, nú hann gongur til sítt triðja skeið í Burn Kostætlanin er tað harðasta Danjal av Rana Hevur tú hoyrt um Burn? Sjálvandi hevur tú tað. Tað tykist, sum allur heim­urin er farin at ganga til Burn, nýggj­asta hittið innan fitness-heimin. Aðrastaðni í blaðnum greiðir mað­ urin handan Burn, Jákup Suni Berg frá, hvat Burn er fyri nakað, men her hava vit sett einum av mongu monnunum, sum ganga til Burn, stevnu. 31 ára gamli Tom Jacobsen er nú í gongd við sítt triðja Burn-skeið. – Eg byrjaði, tí eg hevði brúk fyri at tapa meg, sigur hann. Tom Jakobsen greiðir frá, at hann hevði roynt fitness áður, at ganga regluliga á krops­venj­ ingar­miðstøðunum, men at tað lá ikki til júst hann. – Tað var ikki ordiliga eg og var eitt sindur ómotiverandi. Tað tók ov langa tíð. Ein var kanska har í tveir tímar, kanska hálvan triðja, men tað mesta var tað bera prát. Burn líkar mær nógv betri, tí tað er skjótt og effektivt. Tú veitst at tað er ein tími, har tú koyrir á, alt tú orkar, og so er liðugt. Tað er per­fekt fyri meg, sigur Tom Jacobsen. Hann hevði hoyrt um Burn frá øðr­ um og visti, at talan var um harða venj­ing umframt, at ein skuldi fylgja eini kost­ætlan. – Eg helt tað ljóðaði sera spenn­ andi. Tað var nakað við hesum ráa, at tað ikki dúvaði á maskinum, men á at koppa dekkum og flyta fiskakassar, sum tiltalaði meg. Harumframt gevur hetta eisini venjing fyri allan kroppin, sigur hann. Burn venjingarnar eru skipaðar so, at ein er saman í einum toymi og so ferðast frá eini venjing til aðra. Tom Jacobsen sigur, at eitt, sum honum dámar væl, er at venjingarnar eru til­ lag­aðar so, at øll kunnu vera við. Eisini dámar honum væl tað sosiala, sum liggur í venjingunum. – Tað minnir meiri um Strong Man kappingar enn vanlig fitnessvenjing, men kortini hóskar tað til øll, líka mikið hvussu gamal ein er ella hvussu væl ein er fyri. Vit møta øll har í ein tíma, og vita øll, hvat tað er, tað gong­ ur út upp á hendan tíman. Vit eru øll komin har av somu orsøk, og tað hjálpir okkum at eggja hvønn annan, sigur Tom Jakobsen. Mong munnu hugsa við mær, at Burn ljóðar strævið, men Tom Jacobsen sigur, at tað eru ikki venj­ ingar­nar, sum eru tær stravnastu. – Fyri meg hevur tað verið nógv verri, at skula fylgja kostætlanini. Tað krevur viljastyrki, serliga tá ein er í føðingar­dag ella til veitslu. Talan er als ikki um, at tú gongur svangur, men ávís krøv vera sett, sum kunnu vera ein av­bjóð­ing at fylga, serliga um ein­ um dámar væl søtar sakir, sigur Tom Jacobsen. Høvuðsorsøkin til, at Burn er so væl umtókt er hon, at tað gevur úrslit. Tom Jacobsen sigur, at talan er um, at tey flestu uppliva eina slanking upp á eini hálvttriðja kilo um vikuna ella seks til 10 kilo um mánaðin. – Í veruleikanum snýr tað seg um at broyta lívsstíl og Burn kann geva tær eina góða byrjan, hóast tú kanska ikki skal halda fram við tí restina av lívinum, sigur hann. Sjálvur sigur hann, at venjingin ávirkar nógv meiri enn bara vektina. – Ein fær tað nógv betri við seg sjálv­an eisini. Eg orki betur. Eg sovi betur. Eg føli meg sunnari. Tað gevur eitt nógv størri yvirskot á øllum øðrum økj­um í lívinum eisini, sigur hann. Tom Jacoben viðgongur, at tað var hart fyrstu vikurnar, kroppurin hevði hug at mótmæla bæði móti venjingini og kostætlanini. – Eg var ræðuliga ringur í andsperri, men tá man sær úrslit og framgongd beinanvegin, er lætt at halda á. Tað er eisini góð motivasjón at hoyra um onn­ur, sum hava mist heilt upp í 33 kilo við at ganga til Burn, sigur Tom Jacobsen. – Í stuttum er talan um eina góða heildarvenjing fyri kroppin, stuttliga og sosiala venjing og eina venjing, ið gevur úrslit, og tí dámar mær so væl Burn, sigur Tom Jacobsen. danjal@sosialurin.fo