Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-06-13, síða 48
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 13. juni 2016síða 48

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13. JUNI 2016 8 ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ Hann Hetta er háárstíð fyri frítíð og ferðing. Og líkamikið, um maðurin skal á vikuskiftisferð av landinum, sólferiu sunnanfyri ella á festival, ræður um at hava rætta viðførið við sær. Hetta er nakað av tí, tú skalt minnast til ferðini Við á Lummafløskan Skalt tú njóta hugnaløtur í summar – konsertir, festivalar ella stevnur – kann ein lummafløska skjótt gerast hent. Tá ið gamlir kenningar hittast, verður tað skjótt lættari stemningur, um lummafløskan verður funnin fram. Hendan vakra, runda lummafløskan er av merkinum Savage. Stuttu buskirnar Sólin og summarið leggja upp til stuttermaðar troyggjur og stuttar buksur. Ert tú frískur og við uppá summarið, kanst tú velja eitt shorts í sterkum litum – antin einslitt ella sprøklut. Hinvegin ber eisini til at síggja elegantur út í shortsi – til dømis í einum myrkum frá Strellson. GPS til kuffertið Nú kanst tú fylgja tínum viðføri umvegis gps- skipan, sum sendir upplýsingar til tína telefon. Legg CheckSmart Luggage Tracker frá Victorinox í títt kuffert, og so kanst tú fylgja við, hvar kuffertið kemur í komuhøllini, ella tú kanst finna kuffertið aftur, um tað verður burtur. Victorinox Hátalarin Til summar- ella veitsluløtur er ein vælspælandi hátalari góður at hava til at taka. Hátalarin kann bindast í fartelefonina, telduna ella aðra tøkni, og so ljómar tónleikurin lystiliga. Hesin Bose-hátalarin spælir hart og gott – ein av teimum allarbestu í hesari støddini. Bose Sólbrillurnar Eyguni hava brúk fyri vernd ímóti sólini, og so snýr tað seg í stóran mun eisini um stíl, tá ið sólbrillurnar verða settar á nøsina. Ray-Ban man verða stóri klassikarin á okkara leiðum, men einar summarligar Boss-sólbrillur kunnu pimpa tína summarútsjónd. Boss Polotroyggjan Tann snøgga og einfalda polotroyggjan er hent um summarið, og hon riggar bæði á ferðini, á strondini, á festivalinum ella til kvøldmáltíðina. Merkini og litirnir eru óteljandi, og hendan við góðu, gomlu krokudilluni riggar framvegis líka væl, sum hon gjørdi í stórtíðini í 80’unum. Lacoste. Bókin Fert tú á ferð og fært langar løtur uttan órógv, kann tað verða avstresandi og lívgandi at lesa eina bók undir sólini ella í skugganum. Kundi tú hugsað tær at lisið skaldskap á hægsta altjóða stigi, kundi tú valt Hundrað Ára Einsemi hjá Gabriel García Márquez, sum Marianna Hoydal týddi til føroyskt. Vilt tú heldur lesa eina skjóta og spennandi krimi, er Missing You hjá Harlan Coben, sum eisini finst í danskari týðing, ein hendingarík og undirhaldandi spenningssøga. Ferðabókin Skalt tú av landinum, kann ferðabókin verða sera hent. Vandin er sjálvandi, at øll hini ferðafólkini eisini lesa bókina, men skalt tú hava íblástur til góðar upplivingar, ber til at lesa ferðabókina og velja tað, sum ikki leggur beint fyri. Oyrabúffarnir Tráðleysir oyrabúffar við góðum ljóði eru sera hentir at hava við á ferðini. Tú kanst brúka teir, meðan tú ferðast, og eisini tá ið tú skalt slappa av. Bose oyrabúffar við Noise Cancelling tøkni fáa ljóð og óljóð frá umheiminum at hvørva, so tú kanst njóta tón­leikin í framúr góðari ljóð­góðsku. Lættar at seta til telefon og aðra tøkni. Bose Skógvarnir Einir góðir, ljósir tennisskógvar rigga væl til gott veður og avslappaðan stemning – eisini um tað skal verða eitt sindur elegant. Tað ber til at fara eftir tí peppaða og sportliga, men tað ber eisini til at velja meira einfaldar og elegantar sneakers – sum til dømis hesar frá Converse. Lukturin Maðurin skal lukta væl, tá ið hann spílar seg út eftir ein dag í sólini. Marknaðurin við luktilsi er ovurhondsstórur, og tað snýr seg um at finna sín persónliga stíl. Eitt gott boð er Armani Privé Rouge Malachite. Sveisaraknívurin Knívleysur maður er lívleysur. Soleiðis var tað ivaleyst einaferð, men hóast tíðirnar eru broyttar, og ein iPad munar eins væl og ein knívur nú á døgunum, kunnu nógvir trupulleikar á ferðini loysast við einum góðum sveisaraknívi. Og so er tað eisini passa mannligt at toga ein knív burtur úr lummanum, um okkurt skal fiksast. Swiss Army Knife