Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-06-13, síða 50
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 13. juni 2016síða 50

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13. JUNI 2016 10 ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ Hann Góðveðrið seinastu vikurnar hevur fingið Føroyar í summarhýr, og nú koma stóru tónleikatiltøkini sum perlur eftir snóri. Her eru nakrar av feitu konsertunum, sum tú kanst uppliva í Føroyum komandi mánaðirnar summarkonsertirnar Her eru stóru Cliff Richard Summar Festivalurin 4. – 6. august Tað finnast ikki nógvar størri popp­stjørn­ur í tón­leika­søg­uni enn Cliff Richard. Bretin, sum kom fram sein­ast í 1950’unum hev­ur sum fáur megnað at givið tón­leik út í heilt lív og fram­vegis verið í fremstu røð við hittum og fram­førslum. Cliff Richard man vera ein darling hjá nógvum tilkomnum før­oy­ingum, og tað er eitt scoop av teimum heilt stóru, at tað hevur lukk­ast Summar Festivalinum at fáa Cliff Richard til Føroya at framføra. Størsta navnið, sum kemur á vitjan í Føroyum í summar! Hermes House Band Summar Festivalurin 4. – 6. august Tað er lagt upp til eina veitslu av teim­um stóru, tá ið veitslubólkurin Hermes House Band spælir á Vágsbøi. Bólkurin tulkar stór popphitt á fest­ ligan hátt, og í fleiri førum hevur tað eydnast Hermes House Band at fáa hitlista­plaser­ingar við sínum egnum útgávum av kendum sangum – eitt nú Country Roads, Que Sera Sera og Is This The Way To Amarillo. Hermes House Band er bólkur við 7 tónleikarum og sang­arum, og tey duga serstakliga væl at fram­føra fyri stórum fjøldum. Eagle-Eye Cherry Voxbotn 25. juni Svenskarin Eagle-Eye Cherry rakti seymin á høvdið, tá ið hann í 1997 gav sangin Save Tonight út. Frálíki popp­ sang­urin fekk luft undir veingirnar, bleiv tráspældur á eitt nú MTV og klatr­aði langt upp á histalistarnar í Europa. Síðani hevur Eagle-Eye Cherry givið fleiri útgávur út, og nú kemur hann til Føroya at framføra sín tón­ leik – og ikki minst stóra hittið Save Tonight. Mickey Thomas (Starship) Voxbotn 25. juni Bólkurin Starship lat 1980’unum tveir fantastiskar sang­ir, sum eftir­ tíðin eisini minn­ist. Nothing’s Gonna Stop Us Now og We Built The City fangaðu tíðar­andan í tónleiki og orðum, og røddin sum var á odda fyri sangirnar, var Mickey Thomas, sum nú kemur við bólki sínum til Føroya at framføra. Tað verður ein ferð aftur í tey glaðu 80’unum, tá ið Starship- sangarin fer á pallin í Vágsbotni. The Hot 8 Brass Band G! Festivalurin 14-16. juli Ú Hot 8 Brass Band havað ímyndað New Orleans gøtutónleik í tvinni ára­ tíggju. Herfyri vóru teir Grammy til­ nevndir fyri teirra hugtakandi aðru plátu The Life & Times Of… The Hot 8 Brass Band, og hetta varpar ljós á hvussu nógvar rósurnar hava verið í bæði lokalum, nationalum og altjóða miðlum. Bólkurin fyllir sínar fram­ førslur við tí funk og orku, ið ger New Orleans tónleik so elskaðan kring allan heim. Limirnir í The Hot 8 eru føddir og uppvaksnir í New Orleans, og fleiri teirri byrjaðu at spæla saman í fram­halds­skúla. Tað verður spennandi at hoyra í Syðrugøtu! Lucy Rose G! Festivalurin 14-16. juli Lucy Rose byrjaði sína tónlistarligu ferð, tá hon sum 18 ára gomul flutti til London og gjørdist vinur við Jack Steadman, frontmannin í Bombay Bycicle Club. Næsta Bombay Bicycle Club plátan Flaws við røddini hjá Lucy slóðari vegin fyri hennara solo yrkis­leið. Hon hevur skrivað sáttmála við Columbia Records, túrað á festival­rutum í Norður Amerika og Evropa og givið tvær plátur út, ið báðar hava fingið stóran stuðul frá BBC Radio 1. Nú verður møguleiki at hoyra dugna­ligu songkvinnuna framføra í Føroyum. Saybia Tórsfest 23. juli Gamla ólavsøkukonsertin eitur nú Tórsfest og verður hildin mitt í Havnini. Í ár koma fleiri bólkar úr út­ land­inum at spæla á Tórsfest, og kanska mest forvitnisliga framførslan verður við rockbólkinum Saybia, sum spælir melodiøsan og popputan rock­tónleik. Saybia hevur áður vitjað í Føroyum, men tað er upp á tíðina, at bólk­urin aftur kemur hendan vegin at fram­føra. Nigel Kennedy Norðurlandahúsið 10. september S u m m a r i ð er farið at halla, tá ið violin­úr­mæl­ ing­urin Nigel Kennedy vitj­ ar í Før­oy­um. N o r ð u r ­ landa­hús­ið og G! Festi­ val­urin sam­starva um vitjan­ina. Nigel Kennedy hevur í meira enn 25 ár ver­ ið viður­kendur sum ein av heimsins fremstu úrmælingum. Hansara ser­ merkta talent og fólksliga tekki hava blást nýtt lív í klassiska tónleikin. Hann er tann klassiski violinisturin, sum hevur selt mest í øllum heiminum – nakrantíð. Tá ið uttanduratiltøkini eru av, er gylt høvi at leita sær undir tak til violinkonsert.