Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-06-13, síða 54
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 13. juni 2016síða 54

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13. JUNI 2016 14 ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ Hann Næstu vikurnar verður alt Europa á gosi um EM-endaspælið í fótbólti, sum verður spælt í Fraklandi. Fyrstu dystirnir vóru um vikuskiftið, men enn er langur vegur fram til finaluna 10. juli. Her eru 10 av bestu spælarunum í kappingini hesaferð – hetta eru teir, sum fram um aðrar kunnu leiða síni lond langt í kappingini bestu spælararnir teir Eyðun Klakstein 1 Cristiano Ronaldo Hann megnar ikki øll tricksini og allar finturnar, sum hann brúkti fyri fimm árum síðani, men hann dugir framvegis at gera mál sum eingin annar. Seinastu seks kapp­ingar­árini hevur hann á hvørjum ári skotið yvir 50 mál, og tað er met. Cristiano Ronaldo er størsta stjørnan í EM- enda­spælinum, men hann skal skína rættliga bjart, um Portugal skal koma langt í kappingini. 2 Zlatan Ibrahimovic Er tað nakar spælari, sum við sínum genialiteti og stjørnus­tatus kann taka kappingina upp við Ronaldo, er tað svenski Zlatan. Hans­ara yrkisleið gongur móti endanum, men tað er framvegis krút í sterka álops­spæl­ aranum. Hetta kann verða sein­asta endaspælið hjá Zlatan, og roknast kann við, at hann endar við einum braki. 3 Andrés Iniesta Besti miðvallarspælarin í kappingini stýrir spælinum hjá Spania. Iniesta fær snøgga spanska spæl­ið at glíða, hann ger sínar við­spæl­arar betur, og so dugir hann eisini at gera mál. Iniesta fer ikki avstað við stóru yvir­ skriftunum, men á vøllinum telist hann millum teir allarbestu í kapp­ ingini. 4 Gareth Bale Sprintarin úr Wales hevur júst vunn­ið Champions L e a g u e kapp­ingina við Real Madrid, men hann hev­ ur ikki eins góð­ar lið­fel­ ag­ar á walis­iska lands­lið­num. Bale kann tó nógv sjálvur, hann kann renna og skjóta, og verða inn­legg løgd inn í brots­teigin, telist hann millum teir bestu stút­arar­nar í kapp­ing­ini. 5 Robert Lewandowski Málmaskinan úr Pólandi telist millum bestu álopsspælarar í Europa í løtuni. Hann skorar annan­hvønn dyst fyri Póland, og í ger­andis­degnum ger hann mál á samlibandi fyri týska Bayern. Pólska liðið telist millum miðal­sterku liðini í kappingini, og júst Lewandowski kann lyfta teir eitt stig hægri. 6 Paul Pogba 23 ára gamli Pogba er ein krúttunna av krops­ligari styrki og orku, og so dugir hann framúr væl at spæla fótbólt eisini. Pogba er við at staðfesta seg sum ein av bestu spælarunum í heim­inum, og tað kundi væl verið, at hetta enda­spælið á heimavølli verður hans­ara veruliga gjøgnumbrot sum stjøru­spælari í Europa. 7 Thomas Muller Íspegilin Muller hevur ikki tann flott­ asta stílin, men hann leverar á hægsta stigi kapping eftir kapping. Muller stór­trívist í endaspølum og hevur skotið 10 mál í tveimum HM-enda­ spøl­um. Hann er eitt gott boð upp á ein topp­skjútta í hesi EM kappingini. 8 Luka Modric Kroatiski ganda­kall­urin spælir á ein­um listar­ligum stigi. Hann rennir sól­ina svarta, smýg­ur sær sum ein fim ketta, spælir lættar og genialar avleveringar og kann skora mál. Modric er knúta­ punktið á kroat­iska lið­num og ein av bestu mið­vallar­spælar­unum í Europa í løtuni. 9 David De Gea Spanski málmaðurin í Man­ chester United verður av mong­um roknaður sum heims­ins besti málmaður, og nú fær hann veruliga høvi at vísa sínar dygdir í enda­ spæli. Spaniólar skulu verja sítt EM-heitið, og skal tað lukkast, skal De Gea spæla sítt besta spæl. 10 Eden Hazard Hann hevur havt eitt misjavnt kappingarár í Chelsea, men endaði sera væl, og tí eru ábendingar um, at Hazard er í EM formi og fer at vísa seg fram frá síni bestu síðu. Tá ið hann ger tað, er hann spælarin, sum fram um teir flestum kann skapa mál og málkjansir. Tættur og kvikur og næstan ígjørligur at fáa fatur á, tá ið hann setur ferð á við bóltinum. Hetta kann verða sein­asta endaspælið hjá Zlatan Ibrahimovic, og roknast kann við, at hann endar við einum braki