mánadagur 13. juni 2016síða 62
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13. JUNI 2016
22
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
Hann
Danjal av Rana
Tað eru tvey ting, sum eyðkenna skó
mótan hjá mannfólkum í summar. Tað
fyrra, heilt eyðsýnta, er at skógvarnir
nú skulu hava ljósan botn.
Í veruleikanum er í tí stóra og
heila talan um somu skógvar sum
um veturin, men nú við ljósum botni
og úr lættari tilfari. Skógvurin sær
lættari og meiri sportsligur út, tí
litirnir eru ljósari, og hann er eisini
lættari, tí tilfari ikki er líka sterkt og
tungt. Tó er líkt til, at føroyskir menn
aftra seg við at keypa ljósar skógvar.
Skósølurnar boða frá, at tað tykist
sum menn óttast, at teir ikki halda
sær líka væl sum teir myrku, tyngru
vetrarskógvarnir, men tann óttin er
ógrundaður.
Aftur í ár eru tað nógvir svartir
skógvar, men eisini er heilt nógv at
fáa í bláum. Bláu skógvarnir komu
á banan fyri nøkrum árum síðani og
hava veruliga fingið fótafesti millum
manna. Líkt er tí til, at blái skógvurin
fer at fylgja okkum í mong ár framyvir.
Í ár er tó tann brúni liturin á veg inn
aftur, serliga tá talan er um skógvar til
klædningin. Klædningsskógvarnir eru
eisini vorðnir eitt sindur rundari í tí,
ikki so langir og spískir, sum teir hava
verið seinastu árini.
Kortini siga skósølurnar, at tað
er torført at fáa fólk at skifta svørtu
skógvarnar um við brúnar. Fólk halda,
at svartir skógvar hoyra til klædn
ingin, men tað er einki í vegin við at
nýta brúnar skógvar, serliga um tú
hevur eitt brúnt belti til. Og til ein
myrkabláan klædning er tað jú heilt
víst betri við brúnum enn svørtum
skóm.
danjal@sosialurin.fo
Bláar skógvar við ljósum botni og brúnar
skógvar til klædningin. So kann summarið koma
Brúnu skógvarnir komnir fyri at vera
Urið
Tað kann væl vera, at fólk leggja betri
til merkis sólbrillurnar ella skógvarnar,
men lítið sigur so nógv um mannin
sum urið.
Spurningurin er so ikki einans,
hvat merki ein skal fáa sær. Ein má
eisini velja røttu reimina, eins og røttu
skivuna. Dýru merkini sum Rolex og
Patek Philippe hava sína sjarmu, men
eru ofta uttan fyri prísklassan hjá
mongum og kunnu vera torfør at fáa
hendur á her heima. Ella er tað kanska
einans Apple Watch, sum hevur tín
áhuga?
Her í Føroyum er talan í stóran
mun um merki sum Seiko, Hugo Boss,
Festina og danska Skagen. Hvat
reimum viðvíkur hevur tú valið mill
um leinkju ella leður. Leðurreimin er
klassiskari, kanska meiri tíðarleys,
meðan leinkjan er meiri nýmótans.
Hon hevur tó tann vansa, at onkrar
hava lyndi at royta, sum kann vera ein
trupulleiki hjá onkrum lodnari mann
fólkum.
So er tað skivan. Ert tú til tað
klassisku skivuna, sum vísir hvat
klokkan er, kanska hvør dagur tað er
eisini? Ella vilt tú hava eina, sum vísir
sólarstøðu, barometur, og millisekund
eisini? Her tykist tað kanska, sum eitt
aldursmark er, har menn fara burtur
frá meiri hátøkniligu loysnunum yvir
til tær klassisku reinu skivurnar.
Ein kann hava fleiri ur, so at ein
hevur okkurt at velja ímillum, men
ein bíligari loysn er at keypa ymiskar
reimar. Á hendan hátt kanst tú broyta
útsjóndina uttan at tað kostar tað
heilt stóra.
Eitt er tó heilt vist og tað sæst
týðiliga í miðlum allastaðni. Eitt
mannfólk er ikki eitt mannfólk, fyrr
enn hann hevur eitt ur um handliðið.
Urið sigur líka nógv um teg sum klædnastílurin og hárstílurin.
Urið er nógv meiri enn eitt tól, ið sigur tær hvat klokkan er. Tað
er eitt tilhoyr, líka týdningarmikið sum tær røttu sólbrillurnar
Danjal av Rana