Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-06-14, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 14. juni 2016síða 2

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 15. juni 2016 · Nr. 68 mikudagsblaðið Stovnaður: 1927 Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo Oddagrein Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov Páhaldini um, at miðbýurin í Havn er stein­deyður hava seinastu dag­ ar­nar verið gjørd til skammar fleiri ferðir. Næstsíðsta vikuskifti var ment­ an­ar­nátt við hópin av tiltøkum í bý­ n­um. Tá var nýggja trappan í Vágs­ botni eisini tik­in í nýtslu. Í góðveðrinum í gjár vóru nógv fólk í Vágsbotni, tá drotningin við fylgi vitjaði, og eisini hon slapp at síggja og royna nýggju trappuna. Veðurgudarnir vístu seg frá síni all­ar bestu síðu hesa løtuna – og í skriv­andi stund eru tey við at seta upp stórskíggja at vísa EM dystin mill­um Ísland og Portugal. Eyðsæð er, at trivnaður í býnum hev­ur nógv at siga. Gamaní kunnu vit al­tíð kjast um, hvørjar íløgur eru neyð­ugar, og fíggjarlig fyrilit skulu vit al­tíð vísa. Men tað er gott, at bý­ar­mynd­ug­ leik­ar­nir skilja og virða týdningin tað hev­ur at skapa lív í miðbýnum. Parkeringsviðurskifti í mið­bý­ num hava verið nógv umrødd, og tey hava eisini sera stóran týding, bæði fyri tey sum virka búgva í mið­bý­ num, men eisini fyri tey, sum skulu vitja miðbýin. Broytingin í Steinatúni og Stein­ a­gøtu, sum verður framd í løtuni á­virkar bilferðsluna til miðbýnum. Hon ger eitt nú, at ferðslan ikki kann fara oman eftir Gongugøtuni. Hin­ veg­in er nógv ferðsla í báðar ættir í Vágs­botni. Meðan arbeitt hevur verið í Vágs­ botni hevur ferðslan verið eins­rætt­ að soleiðis, at bara var koyrandi nið­an eftir Mylnugøtu. Men nú, tá ferðsl­an aftur gongur báðar vegir – so eru trup­ul­leikar, tá nógv fólk til gongu vitjar í økinum. Ilt er at siga, hvat rættast er at gera. Men ein møguleiki hevði verið at eins­rættað ferðsluna – ikki at bann­að bil­ferðslu, tí fólk til gongu og fólk í bili mugu sleppa at vera í Vágs­botni so ella so. Kynstrið er at finna høgligastu loysn­ina fólk til gongu og fólk í bili. Vágsbotnur eru ein perla. Her er veðurgott og vakurt – eitt frálíkt stað til hugna og gleim. Skulu hava bilar og fólk til gongu í miðbýnum vágsbotnur er ein sonn perla Dreym­ ur um eitt sjokolátrí HON síða 14-15 Tak ræðið á tonkum tínum Bloggan vígdis Fjallstein hon s22 Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Mikudagsblaðið verður borið ókeypis til hvørt húsarhald í Føroyum! Edmund Joensen løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin Tá ið Donald Trump er í ringa lagnum, fer hann á Twitter eftir teimum, hann er ó­samdur við. Nakað sama arbeiðslag brúk­ar Høgni Reistrup, limur í Fram­sókn, í almennari við­ merk­ing. Reistrup tolir ikki mína hugs­an um, at politisk sjálv­ til­strekki­lig­heit hóttir við at av­byrgja okkara land, sam­ stund­is sum yvirgangur skol­ ar inn yvir heimin, seinast við tilburðinum í Orlando, USA. Hesa áskoðan standi eg við. Føroyar hava í dag eitt lands­stýri, sum á trygd­ar­pol­ it­iska økinum er heilt ó­van­ liga smalsporað. Høvuðstátturin í trygd­ar­ politisku hugsanini hjá flokki Reistrups er, at for­sæt­is­ráð­ harr­in skal biða Løg­ting­ið um loyvi at senda stríðs­flog­ før í hernað móti sonevnda Is­lamiska Statinum, ið kúgar og av­rættar ósek menniskju hvønn dag. Siviliserað lond gera alt tað, tey kunnu, fyri at hjálpa til við at fyribyrgja og steðga yv­ir­gangi, men trygd­ar­pol­ it­iska fok­ussið hjá lands­ stýr­i­num er ein konflikt við dansk­arar. Hetta er at lata eyguni aft­ur fyri tí, sum fer fram al­ tjóða, og tað er politisk sjálv­ til­strekk­i­lig­heit, sum hóttir við at av­byrgja okkara land. At Høgni Reistrup ikki vil síggja veruleikan, sum hann er, fer at standa fyri hansara egnu rokning. Reistrup og Trump sama arbeiðslag – Hvat er tað næsta? Skal eg síggja eitt barn detta av brúnni áðrenn nakað hend­ ir? Er tað veruliga tað, ið Tórs­havnar kommuna vil? At ein ólukka skal henda áðr­ enn tey lyfta seg úr stól­i­num? Her má okkurt henda, og tað má henda nú, sjálvt um tað merkir, at brúgvin verð­ur stongd. Tað var ein týðilig skelkað Ada Bisp, ið in.fo tosaði við gjáramorgun­in. Fyrradagin var hon vitni til eitt vanda­ mik­ið spæl á nýggju brúnni um Sandá. – Tað var tann yngsti hjá mær, ið bað meg hyggja om­an á brúnna. Har sá eg tveir smá­ dreingir, ið høvdu klintr­að upp á rimaverkið á brúnni og gingu sum á línu eftir tí. Tú kanst ætla, at eg varð skelk­að. Ada Bisp visti ikki síni liv­andi ráð, tí hon gjørdist bang­in fyri, at okkurt kunda henda smádreingjunum á teirra vandamiklu ferð yvir um brúnna. – Eg frysti og visti ikki, hvat eg skuldi gera. Sonurin spurdi, um hann skuldi rópa eftir teimum, men eg bað hann lata vera við tí, tí eg var bang­in fyri, at hann kundi hvøkka teir, so teir mistu javn­vágina og duttu av brúnni. Í somu løtu kom ein bil­ur koyrandi, og Ada Bisp vænt­ aði, at bilurin steðgaði og sá vand­an. Men í staðin koyrdi bil­urin víðari og sama gjørdi næsti bilurin, ið kom eftir brúnni. Tað var ikki fyrr enn tann triði bilurin kom, at førarin steðgaði og gjørdi nak­að við leikin. – Tá vistu dreingirnir, hvat bilførarin vildi, so teir hopp­aðu niður og runnu av­ stað. Men tá vóru teir komn­ ir millum ein triðing og hálva brúnna, har tað er umleið sekst­an metrar niður. Ada Bisp ber ótta fyri, at um kommunan ikki ger nak­ að við trygdina á brúnni, so slíkt ikki kann henda, so kann tað skjótt enda galið. – Um hatta skal vera van­in hjá smádreingjum og full­um ungdómi, ið er á veg heim frá býn­um, so haldi eg, at okk­urt má gerast bein­an­veg­in. Ada Bisp valdi eisini bein­ an­veg­in at gera vart við seg og ringdi til kommununa, og greiddi teimum frá, hvat hon hevði sæð. – Tey spurdu meg, um eg visti, hvat tey skuldu gera, men eg svaraði, at tað eru tey, ið eru tey klóku høvd­ini. – Men tey fingu at vita, at um eg ikki sá nakran frá komm­ununi á brúnni ein av næstu døgunum, so ringdi eg aft­ur, sigur Ada Bisp. Skal eg síggja eitt barn detta? Skal eg síggja eitt barn detta av brúnni, áðrenn nakað hendir, spyr Ada Bisp á Argjum Edmund Joensen, løg­tings­ maður: – Føroyar hava í dag eitt lands­stýri, sum á trygd­ar­pol­it­iska økinum er heilt ó­van­liga smalsporað