Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-06-14, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 14. juni 2016síða 6

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 15. juni 2016 · Nr. 68 6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 UMSTRÍTT SKIP GERA GERA ROYNDARVEIÐU TÍÐINDI Árni Gregersen Fiskimálaráðið fer helst í dag at taka støðu til, um tað verður Norðhavið hjá North­ west Pelagic í Kolla­firði, sum skal gera royndir eftir upp­ sjóvarfiski. Havstovan hevur søkt eftir skipið til at gera royndir eftir uppsjóvarfiski og besta boðið hevði Nortwest Pelagic. – Vit hava fingið at vita frá Havstovuni, at okkara boð er tað besta, sigur stjórin í Nortwest Pelagic, Jógvan Martin Ferjá Joensen. Norðhavið, sum er fyrr­ verandi Atlantsfarið, hevur onki veiðuloyvi í løtuni. Tað forðar tó ikki fyri, at skip­ ið kann leigast til royndar- fiskiskap. – Men tað er sjálvandi eitt sindur trupult seinni, tí ein partur av gjaldinum fyri royndarfiskiskapin og kann­ ingarnar er upp­sjóvar­kvota, sigur stjórin í felagnum. Felagið verður í l øtuni kannð um talan er um eitt før­oyskt felag ella um talan er um strámannavirksemi. – Vit hava ein útlendskan minnilutapartaeigara, sum eigur ein triðing og so hava vit sum so mong onnur eisini útlendskar lánveitarar, men vit eru eitt føroyskt felag burt­urav, sigur Jógvan Mart­ in Ferjá. Um skipið hevur veiðu­ loyvi ella ei, er ikki avgerandi fyri at gera kanningarnar fyri Havstovuna, men meira fyri gjaldið. – Vit eru tilreiðar at taka tann váðan, tí vit vita væl, at alt okkara virksemi er innan fyri galdandi lóg og reglur, sigur stjórin í felag­num. Vanligar royndir Havstovan ger so at siga hvørt ár royndir og roynd­ar­ fiskiskap av upp­sjóvarfiski. Magnus Heinason, sum Havstovan eigur, er ikki útgjørdur til at gera royndir eftir uppsjóvarfiski. Tí er van­ligt at leiga nótaskip til upp­gávuna. Gjald­ið fyri arbeiðið hev­ ur so verið, at skipini fáa kvotu afturfyri arbeiðið, sum verður gjørt. Áður hava føroysk nóta­ skip verið leigað til roynd­ irnar. Tróndur í Gøtu, Christ­ ian í Grótinum og onnur skip hava gjørt royndirnar fyrr. – Við okkara skipi víkja vit ikki frá nøkrum. Vit hava føroyska mannin og før­ oyskar undirveitarar, so at siga, at landið sum heild fær minni burturúr við at lata okkum royndarfiska fyri Hav­stovuna, er heilt burtur við, sigur Jógvan Martin Ferjá. Í fiskimálaráðnum sigur Rógvi Reinert, aðalstjóri, at tey í morgin fara at taka enda­liga støðu til, hvør skal gera royndirnar fyri Hav­ stovuna. Magnus Heinason er ikki útgjørdur at royna eftir uppsjóvarfiski Fiskimálaráðið fer í dag at taka støðu til um Norðhavið skal royndarfiska fyri Havstovuna Norðhavið hevði besta boð uppá at gera kanningar fyri Havstovuna. Nú skal fiskimálaráðið taka endaliga avgerð